týsdagur 25. juni 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stjórnarsamráðingarnar í Danmark
ganga nú á 21. degi.
Greiður reyður meirluti er í Dan
mark, og alt bendir á, at Mette Fred
eriksen, forkvinna Javnaðarfloksins,
verður forsætisráðfrú – og at tað fyri
aðru ferð verður ein kvinna, sum
skal røkja hetta embæti í Danmark.
Hóast fimm flokkar eru á vinstru
síðu í donskum politikki, so eru teir
bara fýra, sum samráðast um at
skipa stjórn. Alternativið við tí ikki
sørt alternativa Uffe Elbæk telvaði
seg út um stjórnargrundarlagið, tá
hann peikaði á seg sjálvan sum for
sætisráðharraevni – eitt uppskot,
sum eingin tók fyri fult.
Men soleiðis sum valið háttaði
seg, so hava hinir reyðu flokkarnar
slett ikki brúk fyri Alternativinum,
sum hevði eitt vánaligt val. Tey
mistu fýra tingsessir og hava nú
bara 5. Og tað vil siga 5 fólkatings
sessir, sum Mette Frederiksen ikki
hevur brúk fyri at skipa stjórn.
Hóast samráðingarnar látast at
ganga væl, so tykist sum um kink
ur er í – serliga tá tað snýr seg um
Radikala Vinstraflokkin. Flokkurin
er meira víðgongdur enn Javnað
arflokkurin, SF og Eidarlistin, tá
tað kemur til útlendingapolitikkin.
Mette Frederiksen hevur í øllum
valstríðnum ført fram, at ein stjórn
undir hennara leiðslu fer at halda
fram við stranga útlendingapolitikk
inum, sum undanfarna stjórn hevur
ført. Og tá Morten Østergaard støð
ugt rennir seg í trupulleikar í sam
ráðingunum, so verður hann helst
fyrsta dagin noyddur at taka støðu
– at velja í eini truplari tvístøðu.
Í Danmark er negetiv parlament
arisma, sum merkir, at flokkarnir
sum stuðla Mette Frederiksen skulu
bara siga, at teir stuðla henni og fara
ikki at fella hana. So verður hon for
sætisráðfrú og kann skipa stjórn
– saman við hinum trimum reyðu
flokkunum ella eina eittflokka Javn
aðarstjórn.
Men tað er sjálvandi ein møgu
leiki, at Morten Østergaard fer at
siga, at tey IKKI fara at stuðla eini
javnaðarstjórn, men vilja hava eina
aðra. So fær hann eina bogarliga
stjórn, sum helst fer at føra ein –
eftir radikalum tykki – nógv verri
útlendingapolitkk enn Mette Fred
eriksen.
Og hin stóri trumfurin hjá Mette
Frederiksen er, at hon nær tað skal
vera kann senda boð eftir Vinsta og
skipa eina S/R stjórn við Javnaðar
flokkinum og Vinstra. Tá skal hon
bara greiða veljarunum frá, at tað
bar ikki til at skipa eina reyða stjórn,
tí tey Radikalu vóru so strævin. So
verður tað ein oyðimarkagongd hjá
teimum Radikalu, Løkke verður
sendur til Brússel í onkran heitan
sess – og Mette Frederiksen kann
stjórna Danmark næstan á sama
hátt, sum um hon var einsamøll í
eini javnaðarstjórn. So einfaldur
kann politikkur vera, tá flokkar í
veruleikanum líkjast so nógv...
Treki Østergaard kann fáa tað
at renna saman millum S og V
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
REYÐ ELLA JAVNAÐAR-VINSTRA
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Johan
Mort
ensen
Matstovurnar
Heima Í Havn saman við KOKS
eru
Føroya
Gastronomiska
flaggskip! Seinastu árini hava
Áarstova og Barbara havt tema
kvøld sum hava yvirhøvur ver
ið sera væleydnaði og kveikj
andi.
Matstovurnar
hava
fyri
hetta árið lagt ein Gastromisk
an Kalendara, har matskráin
hevur samband við árstíðina.
Um ein føroyingur verður
spurdur, hvat honum dámar
best, er svarið næstan altíð
ræst kjøt! Um nakar verður
spurdur um onkran rætt sum
merkir føroyska summarið er
meira torført. Vit hava ongan
mat ella matsið í dag sum sipar
til føroyska summarið. Upplagt
skuldi verið at feskt lambakjøt
varð selt til ólavsøkuna – tað
var ikki ókent áður.
Tí verður kvøldið SUMM
AR Í FØROYUM 23. august á
Áarstovu sera áhugavert og
kanska íblástur kemur til ein
føroyskan signatur summar
rætt. Tað verður nógv grøn
meti av Sandi á skránni hetta
kvøldið.
Líka
spennandi
verður
kvøldið UPPSJÓVARKVØLD á
Barbaru 20. september. Hóast
vit veiða stórar nøgdir av
uppsjóvarfiski er lítið gjørt við
at gagnnýta hesa Guds gávu í
gastronomiskum høpi.
Í september er so eisini aft
ur Føroya Banki á skránni –
Bankin á Heysti er spennandi
heitið har dentur hesuferð
verður lagdur á at nýta hýsu,
høgguslokk, knurhana um
framt toskin sjálvandi og hvat
annað Magnus Heinason fer at
fáa á Bankanum.
Gastronomiski kalendarin
Heima í Havn 2019
Ikki
ferðafólk,
føroyingar
dálka
KJAK SÍÐA 26-27
Í kulda
og regni
til París
ÍTRÓTTUR 17-24
“Hjálp mær at hjálpa Autism
ufelagnum”
Elmar megnaði at gjøgn
umføra ein dupultan Iron
Man. Hetta sigur okkum
nógv um hansara likamligu
og sálarligu styrki. Elmar
valdi at brúka hetta megnar
avrikið til eitt stuðulstiltak
fyri Autismufelagið. Hetta
fortelur okkum, at aftan fyri
likamligu styrkina slær eitt
heitt hjarta, ið setir tørvin
hjá familjum, har autisma er
partur av gerandisdegnum, í
miðdepilin.
Tað var ein kensluborin
løta, tá Elmar Ósa rann síðstu
umførini á Tórsbreyt. Næst
síðsta umfar fingu øll høvið at
renna við. Síðsta umfar ynskti
hann at renna einsamallur,
fyri síðani at møta konuni og
soninum á mállinjuni.
Autismufelagið vil fegin
veita eina hjartans tøkk.
Fyrst takk til Elmar, at tú
valdi at stuðla felagnum við
tínum bragdi. Takk til familj
una fyri tann stuðul, tit hava
veitt honum. Og takk til tykk
um mongu, ið tóku undir við
ynskinum hjá Elmari at stuðla
Autismufelagnum.
Inn komu 546.618,16 krónur
frá umleið 50 fyritøkum og
stovnum og umleið 1.000 per
sónligum gávum. Vit í felag
num eru errin av stórfingna
stuðlinum, men samstundis
eyðmjúk. Vit fara nú at við
gera, hvussu hesin pening
ur á bestan hátt kann gagna
teimum familjum, har aut
isma er partur av gerandis
degnum, so sum Elmar eisini
ynskti tað. Hjartaliga takk
– øll somul, skrivar Autismu
felagið.
452 km fyri Autismu
felagið gav 546.618,16
Fríggja- og leygarkvøldið
22. & 23. februar
Ræst & sjerri í Ræst
Parlagið millum ræsaðu føroysku
matmentanina og sjerri úr Andalusiu
The relationship between traditional faroese culinary
art and sherry from Andalusia
Leygar- og sunnukvøldið 30. og 31. mars
Bankatoskur í Barbaru
Føroyabankatoskur í baskiska køkinum
við víni úr Galisiu
The Faroe bank cod in the Basque kitchen
and wine from Galisia
Fríggjakvøldið 26. apríl
Suðurfranski køkurin í Fútastovu
Vit fáa vitjan av vínbónda úr Languedoc, og
kokkarnir gera matskrá saman við bóndanum
A winemaker from Languedoc will be visiting and
creating a menu with the chefs
Fríggjakvøldið 23. august
Summar í Føroyum í Áarstovu
Vit fagna føroyska summarinum við grønmeti,
urtum, eplum og ymiskum feskum
Faroese summer celebration with vegetables, herbs,
potatoes and varius fresh
Fríggja- leygar- og sunnukvøldið
13. 14. og 15. septembur
Bankin á Heysti í Áarstovu
Feskur fongur av Føroyabanka
við víní úr Chablis
Fresh catch from Faroe bank and wine from Chablis
Fríggjakvøldið 20. septembur
Uppsjóvarkvøld í Barbaru
Kokkarnir gera matskrá úr uppsjóvar fiski,
makreli, brislingi og øðrum
The chefs are creating a menu from pelagic fish,
mackerel, sprat and more
Fríggjakvøldið 11. oktobur
Havsins fruktir í Barbaru
Úrval av skeljadjórum úr okkara firðum
við sponskum vínum
A selection of shellfish from our fiords
with spanish wine
Fríggjakvøldið 25. oktobur
Heystkvøld í Áarstovu
Fagnaður av heystinum við alskyns
feskum frá slaktinum
Autumn celebration with all sorts of fresh
from the sheep slaughter
Fríggjakvøldið 8. novembur
Ostakvøld í Fútastovu
Kvøld við ymiskum fronskum og norður
lendskum ostum við røttu vínunum
An evening with a selection of french and
scandinavian cheeses and paired wines
Gastronomiskur kalendari Heima í Havn 2019
Bílegg borð á heimaihavn.fo