Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Martin Olsen, sum sein­ astu 20 árini hevur staðið á odda fyri framleiðsluni á Sandoy Seafood, fegn­ ast eins og mong onnur um, at virksemið á flaka­ virki­num í Skopun nú er tikið upp aftur, eftir at gomlu eigararnir herfyri góvu skarvin yvir og søgdu tey 50-60 fólkini, sum hava verið knýtt at virki­num, úr starvi. Mánamorgunin í hesi vikuni kundi virkið í Skop­un aftur bjóða seg fram á uppboðssøluni hjá Fiska­marknaði Føroya, har tey keyptu umleið 29 tons av ráfiski til framleiðslu á virkinum, nú undir nýggju eigar­ un­um, Óla Nattestad og konu hansara, Ann Dorith Nattestad. Hjúnini hava nevniliga keypt partapeningin í Sand­oy Seafood og so­ leiðis bæði flakavirkini í Skop­un og á Sandi, og tey hava eisini syrgt fyri, at virkið hevur likviditet at keypa fisk og byrja virk­ semið aftur í Skopun. Sandoyggin fegnast Hjúnini, sum bæði hava røtur í Sandoynni, men búgva í Hirtshals, hava valt at gera hesa íløgu – í fyrsta lagi fyri, at tað arbeiði, sum Sandoy Sea­ food skapti í oynni, kann halda fram. - Vit fara at senda boð eftir fólkinum at arbeiða fisk­in longu í morgin, segði Martin Olsen við Sosial­in mánadagin. Tað eru fólk úr at kalla allari Sandoynni, sum hava arbeitt á virkinum, og tað er eisini onkur, sum um morgnarnar er kom­in um Skopunarfjørð til ar­beiðis í Skopun. Fyri øll hesi 50-60 fólk­ini er tað sjálvsagt gleði­ligt, at virksemið í Skopun nú er tikið upp­ aftur. Ráfiskurin avbjóðingin Martin Olsen sigur, at hann hevur havt nógv samskifti við Óla Nattestad hesa sein­ astu tíðina, og báðir eru teir samdir um, at fram­ leiðslan á virkinum í Skopun kann fáast at hanga saman, um tað fer at eydnast at fáa fatur á nóg mikið av fiski til virk­ ingar. - Men, eins og áður, er tað rávøran, sum verður av­bjóðingin, tí tá vit fram­leiða, er úrslitið á einari leið, sigur Martin Olsen. Hann sigur, at skal fram­leiðslan á virkinum í Skopun fáast í eina góða og støðuga legu, skulu samlaðu nøgdirnar – av feskum og frystum fiski – helst koma upp á eini 4.500 til 5.000 tons um árið. Men, so frægar hava nøgdir­nar ikki verið undan­farin ár. Martin Olsen vísir á, at tá virkið í Skopun læt aftur herfyri, høvdu tey higartil í ár arbeitt um­leið 1900 tons av ráfiski, harav 615 tons var frystur fiskur, sum virkið keypir og tiðnar upp til fram­leiðslu. - Í 2018 var samlaða rá­ fiskanøgdin 3.700 tons, har­av 790 var frystur fiskur, og í 2017 vóru samlaðu nøgdirnar 4.300 tons, harav 743 tons var frystur fiskur. Frysta fiskin hevur Sandoy Seafood keypt frá Akrabergi, sum fisk­ ar í Barentshavinum og frá føroysku frysti­línu­ skip­unum, sum fiska og frysta bæði á fjar-og nær­ leiðum. - Eg trúgvi, at saman­ um­tikið hava vit hesi árini keypt størstu ein­ støku nøgdirnar frá Akra­ bergi. Frysti fiskurin er toskur, sum verður skor­ in og lættsaltaður á virki­ num, sigur Martin Olsen. Lættsalta og portiónir Á fiskavirkinum í Skopun verður toskurin skorin til flak og lættsaltaður, og upsi og hýsa fara fyri til portiónir, og nakað verð­ ur eisini virkað og selt av frystum hýsufløkum. Tað, sum sermerkir fiska­virkið í Skopun, er, at her verður allur fiskurin virk­aður, og eingin fisk­ur fer óvirkaður av landi­ num. - Vit eru nokso av­ skorin frá rávøru, og tað er eingin sjálvfylgja, at eitt fiskavirki liggur í Skop­un. Men, vit fara at gera okkara allar besta, og vit fara at gera alt fyri, at raksturin av virkinum í Skop­un kann fáast í eina trygga legu, sigur Martin Olsen. Av framleiðsluni í Skop­un telja lættsaltaði fløk umleið 40 prosent av umsetninginum, með­an framleiðslan av por­tión­ um stendur fyri hinum størra helm­ing­inum. Ikki vinningurin Áðrenn vit sleppa virk­ seminum, sum nú er endurreist í Skopun, kun­nu vit leggja aftrat, at Óli Nattestad stóð eftir við nógvum pengum, tá hann seldi sín ognarpart í reiðarínum Ruth, og sum skilst var talan um nakr­ ar hundrað milliónir. – Vit gera hetta ikki fyri vinnings skuld. Tað vita øll, og tað vísa eisini roknskapirnir hjá felag­ num, sum vit nú hava keypt. Tað er hjarta fyri oynni, sum hevur týdn­ ing hjá okkum, segði Óli Nattestad við KvF her­fyri. RÁFISKUR VERÐUR FRAMVEGIS AVBJÓÐINGIN Á VIRKINUM - Vit eru samd um, at framleiðslan á virkinum í Skopun kann fáast at hanga saman, um tað fer at eydnast okkum at fáa fatur á nóg mikið av fiski til virkingar, sigur Martin Olsen