týsdagur 25. juni 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
TÓRSHAVNAR KOMMUNA · POSTSMOGA 32 · 110 TÓRSHAVN · TEL 30 20 10 · TORSHAVN.FO
BÝARVERKFRØÐINGUR TIL
TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Føroya størsta
arbeiðs pláss
leitar eftir
tær
HER KANST TÚ GERA MUN
Ein býarverkfrøðingur situr við størri verkætlanum,
fremur kommunuætlanir og ger politikkir innan tekniska
økið. Um hetta hevur tín áhuga, so er hetta dreyma-
starvið. Tú gerst leiðari hjá tíggju starvsfólkum og
tveimum stovnsleiðarum. Annars vísir tú til teknis-
ka stjóra og ert partur av leiðslutoyminum í teknisku
fyrisiting.
EITT FJØLTÁTTAÐ ARBEIÐI
Umframt at vera deildarleiðari fert tú at:
•
arbeiða við ætlanum fyri innkomuveg
og nýggjum útstykkingarætlanum
•
umboða kommununa og veita serkøna vitan
í samstarvi við aðrar myndugleikar, eitt nú í
samferðslumálum
•
arbeiða við politikkum fyri ymisk øki
•
leggja fíggjarætlanir og fylgja upp
•
arbeiða fyri at tryggja, at øll viðgerð er á høgum
støði: nýhugsandi, umhvørvisvinarlig og burðardygg
•
(saman við nýggja rakstrarleiðaranum) skipa fyri,
at støðulýsingar verða gjørdar, og at tær verða
grundarlag undir framtíðarvirkseminum
•
taka stig til, at deildin verður ein sjónligur partur
av kommunalu fyrisitingini við at veita góða
tænastu til politikarar, borgarar og vinnulív
TANN GÓÐI VERKFRØÐINGURIN
Vit sóknast eftir einum verkfrøðingi, sum dugir at halda
høvdið kalt, tá ið á stendur. Einum verkfrøðingi, sum
skipar arbeiðið væl og hevur yvirlit, tá ið arbeitt verður
við fl eiri tættum samstundis. Vit sóknast eftir einum
verkfrøðingi, sum veit, at nýhugsni og strategi eru
grundsúlurnar í eini menningarætlan. Minnir hetta um
teg? So er einki at bíða við... Ert tú so eisini fyrikomandi,
úrslitasøkin og ein góður leiðari – so er tað tú, sum fært
starvið.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi
sáttmála.
VILT TÚ VITA MEIRA?
So kanst tú seta teg í samband við tekniska stjóra,
Marius Müller, á marius@torshavn.fo ella á 215309.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum, viðmælum og upplýsingum
um útbúgving/ar og royndir skulu sendast til
torshavn@torshavn.fo við heitinum
“Býarverkfrøðingur”.
Freistin at søkja er 2. juli 2019.
EIN KARRIERA Í KOMMUNUNI
Í starvi hjá Tórshavnar kommunu ert
tú hvønn dag við til at ávirka, menna
og mynda ein nýmótans og fram-
komnan norðurlendskan høvuðsstað.
Tað er her, tíni evni verða nýtt til fulnar,
og tínir førleikar virðismettir og mentir.
Tí vit eru Tórshavn.
Vit eru virkin og vakin.