Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Óspiltar og ótrúligar. Marknaðarføringin av Føroyum sum fjar­skot­ nar, óspiltar og ótruliga vakrar oyggjar kann nú vænta sær mótspæl frá grindaaktivistum, sum í størri mun vilja dálka mark­naðarføringina við blóð­myndum av grinda­ drápi. Paul Watson, sum er leiðari í felagsskapinum Sea Shepherd, og sum hevur verið høvuðs­mót­ standari í móti grinda­ drápi, hevur nú boðað frá, at Sea Shepherd fram­eftir skal fara meira mið­víst eftir at skaða før­ oyska ferðavinnu fyri at kroysta føroyingar til at steðga grindadrápi. Paul Watson skrivar nú um dagarnar, at før­ oy­ingar royna at styrkja ferða­vinnuna sum alter­ nativa vinnu til fiski­ vinnu, og júst hetta kann verða ein lykil til at steðga grindadrápi. –  Vit mugu fara eftir før­oysku ferðavinnuni, og vit mugu fortelja fólki kring heimin, at Før­oya er eitt stað við harð­ligari niðurhøgging av verjuleysum grinda­ hval­um og delfinum í einari ráari mentan, sum tey kalla grindadráp, sigur Paul Watson. Tað er sum so einki nýtt í, at Sea Shepherd roynir at greiða umheiminum frá teirra fatan av grinda­ drápinum, og tey hava fleiri ferðir lagt upp til boykott av ymiskum slagi – eitt nú hava fleiri feløg við cruise-skipum tik­ið Føroyar av sínari ferða­ætlan. Tað nýggja er, at Paul Watson vil hava Sea Shepherd at gera eitt uppaftur meira sam­skipað átak ímóti før­ oyskari ferðavinnu. –  Sea Shepherd skal nú gera eina nýggja strategi, har vit gera sam­starv við eina góða lýsinga­fyritøku, sum kann hjálpa okkum at gera eitt átak, har vit greiða ferðafólki frá um b a r ­ bariska grindadrápið, sigur Paul Watson. Áhaldandi átøk Paul Watson og Sea Shep­ herd hava síðan mið­ skeið­is í áttati árunum stríðst áhaldandi í móti grindadrápi. Í fleiri um­ førum hevur Sea Shep­ herd verið í Før­oy­um og gjørt átøk. Onkur tíðarskeið hevur verið meira friðarligt, men seinnu árini hevur Sea Shep­herd aftur verið meira virkið í Føroyum. Í 2014 og 2015 gjørdi Sea Shepherd umfatandi átøk í Føroyum við nógv­um fólki á landi og fleiri skipum og bátum á sjógvi. Tá varð roynt at forða fyri grindadrápi við at leggja upp í drápini, men eftir at grindalógini varð herd, og løgreglan hand­tók fólk og legði hald á bátar, steðgaði tað slagið av herferð. Fyrr í ár segði, at lands­ stýr­i­s­mað­ur­in í fisk­i­vin­ nu­mál­um á aðal­fundi í Grinda­man­na­felag­num, at nú verða betur friður fyri um­hvørvis­felags­ skap­um, men at vandi sjálv­sagt var fyri, at tey fóru at gera meira um seg aft­ur. Og líkt er til, at føroy­ ing­ar sleppa ikki undan átøk­unum frá í øllum førum Sea Shepherd. Felags­skapurn hevur sagt, at tey fara at senda fólk til Føroya í summ­ ar at fylgja við grinda­ drápum, men ongar ábend­ingar hava enn verið um, at skip hjá f e l a g s ­ 15 hitastig í fleiri dagar Tiga um Nyhavn Hesa vikuna er veðr­ið munandi betri, enn tað hevur verið alt ár. Vit hava longu fing­ið nakrar góð­veðurs­dagar, og fleiri eru í væntu. Í dag roknar DMI við, at tað verða upp í 15 hitastig – turt og nakað av sól. Hósdagin verð­ ur aftur turt veður, men nakað skýggj­ að, og hitin verður 9-13 stig. Fríggja­ dag­in verður eisini turt og skýggjað og upp í 14 stig. Leyg­ ar­dagin og sunnu­ dagin rokn­ar DMI við nakað av regni, men hitin verður fram­vegis upp í 15 stig. Ferðavinnufelagið Wond­er­ful Copen­ hagen fer nú at gevast við at lýsa við Nyhavn sum áhugaverdum ferða­máli í Keyp­man­ na­havn. Orsøkin er heilt einføld hon, at stúrt verður fyri, at ov nógv fólk hava hug at vitja hugnaliga økið. Sera nógv fólk eru í Nyhavn, sum er, og nú vil Wonderful Copen­ hagen ikki skunda undir at fáa fleiri vitj­ andi. Tey, sum virka í økinum við Ny­havn, taka undir við av­gerð­ ini. Í staðin skulu onn­ ur støð í Keyp­man­na­ havn umrøðast meira. TÍÐINDI WATSON VIL SKAÐA FERÐA­ VINNUNA Sea Shepherd skal fara meira miðvíst eftir at skaða føroyska ferðavinnu fyri at kroysta føroyingar til gevast við grindadrápi. Á Visit Faroe Islands fylgja tey gongdini, men tey eru ikki ovfarin av útsagnum frá Paul Watson Paul Watson ætlar, at miðvís átøk ímóti føroyskari ferðavinnu skulu fáa føroyingar at gevast við at drepa grind