Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um tú hevur hug til at verða ein partur av Team Rynkeby í 2020, skalt tú skriva eina væl grund­aða umsókn á heima­ síðuni hjá Team Rynke­by Før­ oy­um. Tú kanst antin søkja um luttøku sum súkklari ella sum tænastufólk. Lið­ini verða vald út eftir 10 fyri­treyt­unum. Gevi gætur, at súkklarar og tænastu­fólk sjálvi gjalda fyri egna luttøku. Í 2019 er prísurin fyri at luttaka um­leið 21.700 krónir fyri súkklar­ar. Í hesum er íroknað nýggja súkklu, súkklu­klæðir, súkklu­hjálm, ferð­ina til Danmarkar, gisting og fult vistar­hald. Um tú ikki hevur súkkla áður, krevst grundleggjandi út­gerð so sum vetrarklæði, hjálm­ur, súkkluskógvar, puls­ mát­ari og súkklupumpa. Fyri tænastutoymið er lut­tøku­ gjaldið umleið 6.600 krónur fyri ferðina til Dan­mark­ar, gisting og fult vistar­hald. Ferða­útreiðslurnar til heim­ Søk um at sleppa við í 2020 Luttøkutreytir: Á hvørjum ári søkja túsundtals fólk um at sleppa við á Team Rynkeby – so stór kapping er um plássini. Tú kanst tó økja um tín møguleika at sleppa á liðið, um tú hevur tær 10 luttøkutreytirnar í huga, tá tú søkir, sum liðskiparin og lokala stýrið velja eftir. 1: Luttakararnir skulu vera hugaðir at gera sítt til at savna inn pening til frama fyri børn við lívshættisligum sjúkum. 2: Luttakararnir skulu helst búgva tætt við tað lið, teir verða knýttir at. Í Føroyum merkir tað, at vit í mestan mun bert taka luttakarar við, sum búgva í Føroyum. 3: Luttakararnir skulu kunna seta tíð av til at venja við liðnum uml. tvær ferðir um vikuna alt várið (minst 2.500 km áðrenn túrin til París). Umframt tað skal væntast at venja innandura ígjøgnum veturin. 4: Býtið millum kvinnur og menn á liðnum skal vera so javnt sum møguligt. 5: Á liðnum kunnu vera bæði nýbyrjarar og vandir rørslusúkklarar. 6: Í minsta lagi helvtin av luttakarunum á hvørjum liði skulu skiftast út hvørt ár (at talið ikki er hægri, kemst av, at vit vilja at tryggja framhaldið av verkætlanini). 7: Luttakararnir skulu vera úr ymsum aldursbólkum (tó minst 18 ár). 8: Ymiskar útbúgvingar og yrki skulu vera umboðað, tó skal minst ein lækni og ein súkklusmiður vera á hvørjum liði. 9: Dentur verður lagdur á, at luttakararnir hava møguleika at útvega stuðlar. 10: Hvørt lið hevur møguleika at seta av pláss til eitt ella fleiri kend fólk, sum kunnu vera við til at geva verkætlanini umrøðu. Hesi plássini verða ofta tillutað seinni enn hini. Virðisgrundarlagið hjá Team Rynkeby Tá tú meldar til Team Rynkeby, so bindir tú teg eisini til at fylgja nøkrum reglum. Tað eru seks høvðusreglugerðir við undirpunktum. Tær eru: 1: Vit hjúkla um verkætlanina Vit binda okkum til at fylgja leiðreglum Vit síggja okkara lið sum ein part av eini stórari, savnaðari heild Vit stremba eftir "besta arbeiðshátti" og royna altíð at gera alt betri 2. Vit hava virðing fyri hvørjum øðrum Vit eru við til at fyrireika ferðina Vit eru við í venjingum og innsavningararbeiði Vit tosa hampiliga hvør við annan – eisini tá ið vit eru sperd Vit halda avtalur og stuðla felagsavgerðum Vit taka fegin ímóti afturmeldingum 3. Vit taka ábyrgd Vit gera okkara til tað sosiala lívið á liðinum 4. Vit eru við Vit hava áhuga í uppgávum hjá okkara liðfeløgum Vit brúka okkara netverk og taka fegin við góðum ráðum Vit leita sjálv fram kunning - eisini hjá øðrum liðum á netinum 5. Vit menna okkum Vit læra hvør av øðrum Vit taka tøk og ræðast ikki at ganga nýggjar leiðir Vit taka feilir til eftirtektar 6. Vit vilja verða væleydnaði Vit hjálpa liðfeløgunum at náa málini Vit vóna, at vit og onnur verða væleydnaði Vit samstarva tvørtur um lið og mørk TEAM RYNKEBY FØROYAR Tú situr nú við einum serblaðið hjá Sosialinum, sum er gjørt í sam­starvi við Team Rynkeby Før­oyar. Hetta blaðið er gjørt fyri at kunna um arbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyum. Hvør fær ágóðan, hvar fara peng­ar­ nir og hvussu byrjaði alt. Føroyska liðið súkklaði fyri fyrstu ferð í 2014. Tvey tey fyrstu árini var undirritaði við, og tí hevur Sosialurin havt innligt í arbeiðinum og gongd­ ini hjá Team Rynkeby Før­oy­ um. Nú eru eisini fimm ár síðani fyrsta liðið fór avstað. Túrurin var heilt serligur, tí ongin visti heilt hvussu hetta skuldi gerast. Finn Danberg er í dag ábyrgdari av Team Rynkeby Føroyum og átti ein serliga leik­ lut í fyrsta túrinum, sum hevði nógvar avbjóðingar. Hann greiðir í blaðnum frá tiltikna túri­num í 2014, tá liðið súkklaði í kulda, regni, vindi og at byrja við eisini í ring. Eisini ber til at lesa um Eyð Matras og Tummas Joensen, ið hava sína heilt serligu orsøk at súkkla við Team Rynkeby Før­oyum. Tað er ein grein, sum Atlantic Review, ið Atlantic Air­ ways útgevur, hevur latið gjørt. Eilen Anthoniussen hevur skriv­að greinina og Eyðbjørn Jacob­sen hevur tikið myndina. Team Rynkeby blaðið hjá Sosiali­num gevur ongan vinnu­ ligan vinning fyri Sosialin. 5,5 milliónir krónur Hósdagin fara føroysku Rynke­ by-súkklurnar aftur til París. Hetta er sættu ferð, at Føroyar hevur eitt Team Rynke­by lið. Endamálið er at savna inn pening. Í Føroyum stuðlar Team Rynkeby Krabba­meins­ felagnum. Krabbameinsfelagið um­situr peningin og letur hann til børn við krabbameini, lív­ hættisligum hjarta- og lungna­ sjúkum og teirra familjur. Higartil hevur Team Rynke­ by Føroyar savnað inn 5,56 millión­ir kórnur síðani 2014. Av hesum 5,56 milliónir krónunum fara 80 prosent til gransking, meðan 20 prosent fara til stuðul hjá børnum við sjúkum og av­varandi. Tróndur Arge ferð­ina úr París er ikki írok­ nað­ar. Tín umsókn skal verða skrá­sett í seinasta lagi 25. august 2019, og tú fært svar 4. sep­tem­ber 2019. TEAM RYNKEBY FØROYAR FYRI SÆTTU FERÐ