Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TEAM RYNKEBY FØROYAR Tað hevur eydnast Team Rynke­by Føroyum at savna inn beint yvir 5,5 milliónir krónur hesi fimm árini, ið Føroyar hava havt sítt egna lið. Tað byrjaði í 2014, tá fyrsta liðið megnaði at savna inn 970 túsund krónur. Í 2016 fer upphæddin á fyrsta sinni um milliónina, tá 1,12 milliónir krónur verða savn­aðar inn. Síðani er upp­ hæddin eisini voksin upp til 1,33 milliónir krónur í 2018. Tað gevur 5,56 milliónir krónur upp á fimm ár. Í Føroyum stuðlar Team Rynkeby Krabba­meins­felag­ num. Krabbameinsfelagið um­ sit­ur peningin og letur hann til børn við krabbameini, lív­ hættis­ligum hjarta- og lungna­ sjúk­um og teirra familjur. Av hesum 5,56 milliónir krónunum fara 80 prosent til gransking, meðan 20 prosent fara til stuðul hjá børnum við sjúkum og avvarandi. Samanlagt hevur Team Rynke­by, ið hevur lið í Dan­ mark, Svøríki, Norra, Finnlandi, Íslandi og Føroyum, savnað inn 345 milliónir krónur, síðani Team Rynkeby sá dagsins ljós í 2002. Afturgangandi fyri flestu londini er, at stuðulin og talið av liðnum, ið súkkla, veksur. Rynkeby Food A/S, God Mor­gon og hohes C taka sær av øllum kostnaðinum av mið­ savn­aðu samskipanini. Hetta merk­ir, at allur peningurin, ið Team Rynkeby savnar inn í hvørjum einstøkum landi, verður latin óskerdur til teir felags­skapir, ið hjálpa børnum við lívs­hættisligum sjúkum. Í 2018 læt Team Rynkeby til­ samans 70,4 mió. kr til norður­ lenskar felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum – av hesum fóru 1,3 til Krabbameinsfelagið. trondur@sosialurin.fo Ein stórur partur av peng­un­ um, sum Team Rynkeby savn­ ar inn fer til gransking. Ein av søgunum, sum hevur verið frammi í tíðarskeiðinum hjá Team Rynkeby Føroyum 2019, er søgan um tvey ára gomlu Filuca. Jacoba Heinesen av Viðar­ eiði og Gunnar Jørgensen úr Klaksvík løgdu brádliga merki til, at alt var ikki sum tað skuldi hjá tvey ára gomlu dóttr­ini. Eftir skurðviðgerð verður greitt, at hon hevur krabba­mein í heilanum. Í dag hevur hon tað betri, eftir at hava verið í viðgerð í granskingaraavdeiling í Dan­ mark, sum Team Rynkeby stuðl­ar. Í sjónbandabroti, sum Team Rynkeby hevur gjørt, greiðir yvir­læknin, Karsten Nysom, hvussu tey kunnu hjálpa børn­um, ið fáa álvarsamar sjúk­ur. Hetta er eitt ítøkiligt úrs­lit av arbeiðinum hjá Team Rynke­by, sum Team Rynkeby Før­oyar er partur av. Frida hevur upplivað stuðulin Í Vikuskiftis-Sosialinum 21. juni 2019 var ein samrøða við Fridu Solberg Augustinussen, ið er partur av súkkluhópinum hjá Team Rynkeby Føroyum í ár. Hon hevur upplivað, at trý ára gamli sonurin, Jonhard, fekk ein svull í heilan. Í dag er hann frískur, men tað er ikki uttan stríð og góða hjálp. Her greiddi Frida millum annað frá, hvussu hon merkti stuðul­ in frá fleiri grunnum. Har í mill­um Team Rynkeby. -Vit hava á egnan kropp merkt tað fantastiska arbeið­ ið, ið Team Rynkeby og onnur gera. Vit hava merkt hvussu tann peningurin, ið fer til gransk­ing, ger at viðgerðirnar verða betri. Vit hava merkt hitan frá teimum sjálvbodnu hjá Cancerfonden og Team Rynke­by, ið vit hava møtt í heilsuverkinum. Tey eru so ómetaliga nógv og hava so nógv at siga fyri børnini, familjur­nar og systkini, sigur hon í samrøðu við Sosialin og leggur afturat: -Jonhard hevur fingið eitt hav av gávum frá ymiskum grunnum, ið geva bamsur, hoppi­bóltar og onnur leiku­ toy. Hesar lítlu gávurnar og klovnarnir, sum koma á vitjan geva teimum eina lítla løtu í degnum, har tey kun­ nu gleðast um okkurt. Hann fekk jólagávur og gáv­ur frá Team Rynkeby og Krabba­ meins­felagnum. Eg hevði ikki droymt um at hann fór at fáa tað, sigur Frida Solberg Augustinussen millum annað í samrøðuni við Sosialin. trondur@sosialurin.fo Pengar til gransking og stuðul 5,5 MILLIÓNIR UPP Á FIMM ÁR Team Rynkeby Føroyar: 2014: 970.000,- 2015: 945.000,- 2016: 1.120.000,- 2017: 1.200.000,- 2018: 1.330.000,- Samanlagt: 5.569.573,- Stuðul frá Team Rynkeby: Mynd: Thomas Nørremark Danmark Svøríki Finnland Norra Føroyar Ísland Australia Stuðul tils. Súkklarar