Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hann ristur við høvdinum og flenn­ur, meðan hann fortelur ein søgu fyri og aðra eftir um, fyrsta túrin hjá Team Rynkeby Før­oyum. Finn Danberg er ein av høvðus­fólkunum aftanfyri før­oyska Team Rynkeby liðið, sum í 2014 súkklar til París á fyrsta sinni. Hann er á veg upp á Kili­man­jaro, tá hugskotið fyrstu ferð kemur. - Meðan vit gingu fall prátið inn á Team Rynkeby og at súkkla til París. Tá frætti eg, at aðr­ir føroyingar høvdu hug at súkkla til París og stuðla børn­um við krabbameini. Tað var har eg fekk hugskotið, at seta meg í samband við Alfred Humme­land, sum eg kendi frá fyrr. Hann hevði súkklað við ein­um donskum liðið til París, for­telur Finn Danberg. Tað er í einum króki í súkklu­handlinum hjá Gunnari Dahl-Olsen, at Finn Danberg saman við Alfredi Hummeland tekur fyrsta stigið til at stovna eitt føroyskt Team Rynkeby. Og tað legst skjótt afturat. Aksel Haraldsen fer í 2013 við sum eg­leiðari, meðan Elmar Ósá, Magnus Magnussen og Gunn­ar Mohr eru við upp á hugskotið. -Vit høvdu allir okkara orsøkir. Eg havi havt krabba­ mein tætt inni at lívium hjá mær og tað var mín motivatión, sig­ur Finn Danberg. Teir seta seg í samband við Poul Michelsen, sum hevur um­boð upp á Rynkeby djús í Føroyum. Hann er fúsur at at vera við og soleiðis byrjar Team Rynkeby Føroyar at taka skap. Síðani eru nógvir lutir, sum hava gjørt at Team Rynkeby Før­oyar í dag er ein partur av gerandisdegnum í Føroyum. TomTom spælir eitt puss Í 2014 fer eitt lið við yvir 30 før­ oysk­um súkklarum til París, men lítið gongur eftir ætlan. Tey flestu hava bara summar­klæðir við, tí verður­ for­søgn­irnar boða frá heitum veðrið suður gjøgnum Evropa, men tá súkklutúrurin byrjar í Sønder­borg er glopraregn. Allir tankar um summarklæðir og sól­krem kámast burtur í einki, meðan ein fyri og annar eftir punkterar á súkklubreytini, har nógvir smásteinar liggja. Tað blívur eisini kaldari og kaldari líka til rynkurnar koma til París á seinasta degnum. Rutan úr Sønderborg til franska høvðusstaðin er gjølla løgd, men stutt undan fráferð vísur tað seg, at gps’arnir ikki kunnu lesa rutua inn. Tí endar álitið hjá liðnum á lítla Garmin Edge 810 gps’aranum hjá Finn Danberg. Skermurin er bara 36.0 x 55.0 millimetrar og mynda­upploysingin er 160 x 240 pixel. -Vit fingu nakrar frálíkar Tom­Tom gps’arar, men Tom­ Tom hevði broytt politikk, so at tú ikki kundi lesa inn rutur frá øðrum skipanum. Tí mátti vit leggja rutuna inn á nýggjum, meðan vit sigldu til Danmark, greiði­r Finn Danberg frá. Hetta gevur stórar av­bjóð­ ing­ar, tí samanspælið millum gps’ar­nar á súkklunum og bilum vilja ikki altíð tað saman. Hartil er ymiskt hvar tú kanst súkkla, og teir taka ikki hædd fyri eitt nú vegarbeiði og øðrum forð­ingum. Eitt nú motorvegi og grúsvegi. Vælkomin til Danmark - aftur Føroyska liðið súkklar í tveim­ um bólkum, har Finn Dan­ berg súkklar fremst á aftara lið­num, meðan Guðmundur Guð­munds­s­on saman við Hilmari Augustinussen, ið er á motorsúkklu, leiða fyrra bólk­ in. Avbjóðingarnar við veðri­ num og punkteringunum ger, at tað blívur so langt millum lið­ini, at aftara liðið ikki sær fram til fremra liðið. -Ein tíma eftir fráferð, tá liðið er komið um markið til Týsklands koma teir til ein kross­veg. GPS’arnir hjá Guð­ mundi og Hilmari siga hvør sítt. Teir velja annan vegin, men stutt seinni koma teir til ein skelti, har tað stendur “Vel­ komm­en til Danmark”. Tað hava vit flent nógv eftir síðani, for­telur nú 54 ára gamli Finn Dan­berg. Og góðar søgur eru tað fleiri av. Erla stendur eftir í Týsklandi Nú eru liðini farin hvør sín veg. Av­talan er, at um tú punkterar fert tú út til síðina og bíðar eftir tænastubilinum, sum koyr­ir aftanfyri seinna liðið. Hesum boðunum fylgir Erla Mikkelsen, ið er ein av súkklar­ um. Hon er sum tey flestu av hinum ein óroyndur súkklari, og er tikið eitt sindur á bóli av øllum regnunum. Eitt nú liggur far­telefon og annað í einum av tænastubilunum, tí tað regnar so illa. -Eg minnist, at eg sá liðið hjá mær fara úr eygsjón, men eg sá ikki liðið aftanfyri okkum nakra­staðni. Eg síggi langt báð­ ar vegir, men ongar súkklur og ongin tænastu bilur, fortelur Erla Mikkelsen nú fimm ár sein­ni. Meðan hon stendur einsa­ møll í regninum í Týsklandi gongur upp fyri henni, at okkurt er galið. -Tá eg hevði staðið í ein tíma steðgar eitt eldri par í einum bili­num, og spyr hvat er hent. Tey tosa illa enskt og eg dugi ikki týskt, men eg sleppi at lána fartelefonina, sigur Erla Mikkel­sen, men hvønn skal hon ringja til? -Eg visti ikki hvar vit skuldu, og eg visti ikki nummarið hjá nøkrum á liðnum, so eg ringdi til mannin, børnini og beiggja mín, men ongin tók telefonina. Samstundis mátti eg royna at greiða týska parinum frá, at eg mátti líka ringja eina ferð afturat, fortelur Erla Mikkelsen við einum stórum smíli. Hon fær umvegis eina upp­ GPS’arin var álitið: Tað eru fimm ár síðani, at Team Rynkeby Føroyar á fyrsta sinni súkklaði til París. Í dag er alt væl skipað og øll kenna rutuna, men í 2014 sat ein kaldur og vátur Finn Danberg fremst, og mátti seta alt sítt álit á ein lítlan gps’ara. – Hann segði bara frá, tá vit súkklaðu skeivt, fortelur Finn Danberg Í KULDA OG REGNI TIL PARÍS Systraranar Sigrun og Erla Mikkelsen Mynd: Einar Vang TEAM RYNKEBY FØROYAR