týsdagur 25. juni 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ringin til Føroya
fatur
á
Steinfinni
Mittelstein, sum er á
tænastuliðnum.
Hann
fær eina adressu, men aftur
gongur galið. Eftir fleiri tímar
í regninum gerst greitt, at
júst sama adressa er at finna
í Flensburg. Har er bilurin hjá
tænastutoyminum og leitar,
meðan Erla Mikkelsen stendur
punkterað nakað burturi frá
Flensburg.
Eftir fleiri tímar í oysandi
regni í Týsklandi kemur tæn
astu bilurin vegin fram.
-Vit komu á gistirngarhúsið
beint áðrenn seinna liðið, har
systir mín Sigrun Mikkelsen
er við. Hon bleiv bilsin tá hon
sá eg spurdi hví eg longu var
komin á mál. Eg eri ikki ein,
sum fer lætt í panikk og tað
var gott hendan dagin, sigur
Erla Mikkelsen og flennur.
Hendingin situr rimmar føst
í minninum á henni, og er ein
góð lýsing av gongdini á fyrsta
túrinum til París.
Í posa og regni
Leiðin hjá Team Rynkeby
F ø r o y u m
h e l d u r
fram
í
Týsklandi.
Síðani
verður súkklað til París um
vegis Holland og Belgia. Í Hol
landi eru bilførarnir dekan ov
illfýsnir, meðan ferðin er so
høg í Belgia, at fleiri á liðnum
talað at.
Ein afturgangandi hending
er ein sokallaður “vestmenn
ingur”. Umtalaði gps’arin hjá
Finn Danberg fortelur bara
áleið hvønn veg liðið skal
súkkla.
-Tað kom ofta fyri, at vit
súkklaðu for langt áðrenn
gps’arin segði frá. Tí máttu
vit fleiri ferðir venda við. Tað
kallaðu vit fyri ein vestmenn
ing, sum eru tiltiknir fyri at
taka sær góða tíð, sigur Finn
Danberg brosandi.
Tað kom eisini fleiri ferðir
fyri, at tað ikki lat seg gera at
súkkla eftir ætlaðu rutuni.
Eitt nú endaði liðið á einum
grúsvegi,
meðan tað
aðrar
ferðir
var talan um
motorvegir.
-Tú skal minnast
til, at ein umvegur uppá
50 kilometrar er minst tveir
tímar á súkklu. Eg hevði eisini
gloymt eitt Sim-kort eftir, sum
gjørdi at eg ikki sá mun á hvat
var ein á, og hvat var ein vegur,
tí bæði vóru blá á skerminum,
fortelur
Finn
Danberg
og
leggur afturat:
-Tað regnaði so nógv, at eg
sá illa við súkklubrillunum, og
handskarnir vóru eisini renn
vátir. So eg bæði sá illa og hevði
ringt at trýsta rætt á gps’arin,
meðan vit súkkla.
Sjálvur
hevur
kontór
maðurin, sum í dag er út
lærdur maskinmeistari, bara
summarklæðir við. Tað endar
við, at hann súkklar í ruskpos
um, fyri at halda regninum úti
og hitanum inni.
-Eg fór í tveir ruskposar sum
“windbreakara”.
Regnjakkin,
sum eg bara skuldi hava við
til neyðstøðu, súkklaði eg í
allan túrin. Eg var oftani bæði
kaldur og moyrur, tá vit komu
á mál um kvøldi. Onkuntíð
fleiri tímar seinni enn ætlað. Eg
ivist um vit høvdu klárað túrin,
um vit ikki høvdu vant so nógv
í Føroyum, sigur Finn Danberg.
Kaj Leo Holm Johannesen
var løgmaður og fekk heiðurs
pláss á liðnum. Hann gav eisini
Finn Danberg motivatión.
-Hann segði, at vit skuldu
minnast til hvønn vit súkkla
fyri. Tey kunnu ikki steðga á
og taka ein steðg frá teirra av
bjóðingum. Tað fekk okkum og
serliga meg til at halda á, hóast
eg var ólukkusáliga kaldur,
vátur og illa fyri fleiri ferðir,
sigur Finn Danberg, sum í dag
er ábyrgdari av Team Rynkeby
Føroyum.
Tænastutoymið
bjargaði túrinum
Tað er ongin túrur uttan
tænastutoymið. Tey skipa fyri
øllum rundanum túrinum.
- Tænastutoymið veruliga
sleyt seg útum øll mørk, fyri at
hjálpa okkum súkklarum. Vit
høvdu doyð í kulda, um tey ikki
høvdu funnið okkum atgongd
til innivist í steðgunum, sigur
Finn Danberg.
Hann nevnir eisini Magna
Dybczak, ið var við sum súkklu
smiður.
- Meðan vit súkklaði sam
skifti vit loypandi fyri at vissa
okkum, at rutan var røtt. Tað
var strævið, men ongantíð eitt
gleps ella fýs, hóast báðir vóru
slitnir á botn, minnist Finn.
Fingu súkklararnir lítið av
svøvni, var verri hjá tænastu
toyminum. Tey stríddust eisini
um kvøldarnar og enntá um
náttina, so klæðini blivu túr.
Glaður fyri túrin
Finn Danberg er í dag glaður
fyri túrin, men ásannar eisini
at tað vóru løtur á veg til París,
har tað ikki var nógv eftir. Á
seinasta degnum er boðað
frá sól í París, men tað er ikki
fyrr enn hópurin kemur til
miðbýin, at troyttu rynkurnar
síggja sólina aftur.
-Vit sóu París, men vit sóu
ikki sólina. Bara køld og grá
skýggj. Vit vóru so køld, at
vit máttu dansa føroyskan
dans, innballaði í teppum frá
Skemmuni, meðan vit bíð
aðu eftir øllum hinum Team
Rynkeby liðunum undir ein
um mortorvegi. Hákun Stein
grímsson skipaði fyri, sigur
Finn Danberg brosandi.
Nógv er broytt – men
gps’arin er við
Síðani
jomfrútúrin
í
2014
er nógv broytt. Árið eftir er
Finn Danberg liðskipari og
fer avstað í bili saman við
Jan Brixen og Róa Egholm.
Teir koyra alla rutuna inn,
fyri at tryggja at alt er í lagið.
Á liðnum í ár hevur næstan
annarhvør súkklað túrin fyrr,
meðan
leiðslubólkurin
og
tænastutoymið kenna allar
treytirnar frammanundan.
Hesi fimm árini eru komar
beint yvir 5,5 milliónir krónur
inn. Finn Danberg siglir í dag
við Ebbe Mærsk og er ikki við
Team Rynkeby Føroyum, men
umtalaði gps’arin verður við á
ferðini. Dótturin, Marjun Falk
vard Danberg, er nevniliga við
á túrinum hesaferð.
trondur@sosialurin.fo
Her er liðið,
ið kom á
mál í 2014
Mynd: Einar Vang
Hetta er
umtalaði
GPS'arin
Mynd: Álvur
Haraldsen
TEAM RYNKEBY FØROYAR