týsdagur 25. juni 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skrivað hevur Eilen Anthoniussen
– Útgivið í Atlantic Review 24. apríl
2019.
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen
Tær eyðkendu gulu súkklurnar
hjá Team Rynkeby eru oftari
og oftari at síggja á føroysku
vegunum, nú tað er farið at
vára. Súkkluliðið, sum á hvørj
um ári sendir 50 føroyskar
súkklarar til París fyri at savna
inn pening til børn við álvars
ligum sjúkum.
Millum teir 50 súkklararnar,
ið eru valdir út til Team Rynke
by Føroyar, er eitt par. Tað er
í sjálvum sær ikki óvanligt, at
pør luttaka í Team Rynkeby.
Í hesum førinum er kortini
talan um ein innanhýsis mun.
Hann hevur nevniliga luttikið
tríggjar ferðir fyrr, men súkk
lingin er spildurnýggj fyri
hana.
-So tað er nógv nýtt at læra
hjá mær. Til dømis at súkkla í
klikkskóm, greiðir Eyð Matras
frá, og tey bæði flenna innfor
staðið.
-Klikkskógvarnir sita fastir á
pedalunum, og tú skalt nýta ein
serligan teknikk fyri at sleppa
leys. So ein kann rokna við at
detta nakrar ferðir í fyrstuni,
greiðir maðurin,Tummas Joen
sen, smílandi frá. Nakað, sum
Eyð hevur stríðst við tá ið hon
fór at venja.
Fyri ein óroyndan súkklara
á landsvegnum er nógv nýtt at
læra.
-At súkkla í rað, at brúka
gearini, at fara upp í ferð, at
lata fara, tá ið ein fer í undan
brekku. At flyta seg millum
bilar og at ansa eftir ferðsluni.
Ein má ikki líta á ein bilførara,
fyrr enn ein er vísur í at
hava eygnasamband, leggur
Tummas áherðslu á.
Hann tosar bókstavliga av
royndum. Í 2014 súkklaði hann
til Havnar, har hann skuldi í
gallaveitslu hjá Team Rynkeby.
Tá ið hann kom í Gundadal,
stóð ein bilur klárur at koyra út
á høvuðsvegin. Tummas helt,
at bilførarin sá seg, men tað
gjørdi hann ikki, og Tummas
rendi inn í síðuna á bilinum við
nógvari ferð. Hann varð syftur
av súkkluni og fór bóltandi
gjøgnum
luftina.
Tummas
slapp við einari brotnari hond,
einum
brotnum
splintri
í
mjødnini og varð blóðmeltaður
um allan kroppin.
-Her varð ongin veitsla hjá
mær hetta kvøldið. Eg eri ikki
vorðin bangin fyri at súkkla,
men eg havi lært at ansa betur
eftir.
Trygd á vegnum
Trygdin er umáðandi, og tí
verður nógv gjørt burturúr at
kunna súkklararnar um vandar
á vegnum. Súkkling er ein nýggj
ítrótt í Føroyum, og tí krevst
eisini, at bilførararnir venja seg
við gulu súkklararnar á lands
vegunum. Ein tilvenjing, sum er
í umbúna, heldur Tummas.
-Nú eru alsamt fleiri, ið
súkkla, og eg upplivi tað, ið
hvussu so er, sum at bilførarar
taka meir atlit í dag.
Eisini millum súkklararnar
er trygdin raðfest frammarlaga.
Av teimum 50, ið sleppa við
á liðið, er helvtin royndir
súkklarar. Undir venjingini
verða luttakararnir býttir upp
í tvær røðir, har ein royndur
súkklari hevur ein óroyndan
undir liðini, so hann kann veg
leiða og hjálpa.
-Tað krevur hugsavning at
sita á súkkluni gjøgnum ein so
langan tein. Tí um ein dettur,
kann hann taka fleiri aðrar
súkklarar við sær í fallinum.
Sjúka tætt inn at lívinum
Tað eru nógvir fyrimunir við
at melda seg til Team Rynke
by. At íðka, at koma í form,
merkja náttúruna í øllum veðri
og at hitta onnur, ið eisini vilja
gera ein mun fyri seg sjálvi ella
onnur. Og so er tað høvuðs
endamálið við súkklingini: At
savna inn pening til børn við
álvarsligum sjúkum. Og júst
hetta er serligt fyri Eyð og Tum
mas.
Tey hava nevniliga havt
álvarsliga sjúku tætt inn at lívi
num.
-Dóttir okkara Tóra livdi
við sjúkuni, frá hon var 1½ ár.
Tú kanst siga, at vit høvdu eitt
vanligt lív, til hon varð 14 ára
gomul. Tá kom vend í. Hon
misti spakuliga sínar førleikar,
til hon doyði einans 17
ára gomul,” sigur Eyð.
Tá ið Tóra var 1½
ára
gomul,
funnu
læknarnir ein svull
í heilanum á henni,
og hon varð skurð
viðgjørd. Trý ár seinni
var aftur galið, og Tóra
varð
aftur
løgd
undir
skurð. Tá ið tey hildu, at tað
nú endiliga fór at verða friður,
kom krabbin aftur, og hesa ferð
fingu tey at vita, at hon fór ikki
at gerast frísk.
-Eftir tvær krevjandi skurð
viðgerðir dag um dag misti hon
næstan allar førleikarnar og
mátti læra seg at tosa og ganga
av nýggjum. Hon var sterk, og
hon var alla tíðina í gongd. Hon
hevði bara eitt ynski, og tað var
at gerast frísk.
Tóra doyði 13. september í
2015.
Ræðast at tosa um deyðan
Eyð og Tummas lýsa Tóru sum
sterka og treiska, og hóast mót
gongd stríddist hon fyri lívi
num heilt til tað síðsta.
-Hon var altíð í gongd,
hóast hon var ógvuliga merkt
av sjúkuni. Hon var kreativ,
seymaði, teknaði og málaði.
Okkara heim er enn so merkt av
hennara nærveru. Sum familja
livdu vit í einari bobblu. Hóast
syrgiligu umstøðurnar høvdu
vit ein góðan gerandisdag
saman við okkara deyðasjúku
dóttur.
At missa eitt barn kann
illa lýsast við orðum. Tíðin
aftaná var merkt av tómrúmi
og einsemi. Tað eru ikki nógv
børn í Føroyum, sum gerast
álvarsliga sjúk, og enn færri,
sum doyggja. Tí kann hendan
støðan kennast sera einslig fyri
tey avvarðandi.
-Hetta var okkara stríð. Vit
vóru einsamøll um stríðið,
og einsemið merktu vit eisini
aftaná. Fólk tora illa at tosa um
deyðan og tey deyðu, serliga
tá ið talan er um børn. Rætt
skal vera rætt, vit høvdu eisini
fólk, sum traðkaðu til, men tey
flestu hildu seg burtur.
Eyð heldur, at kvinnur og
menn eru ymisk í sorgar
gongdini. Hon hevur størri
tørv á at tosa um sínar tankar
og kenslur. Hann hevur ikki
havt somu trongd til at práta,
Gulu súkklurnar, ið venja til París-túrin, eru so smátt farnar at síggjast aftur á
føroysku vegunum. Høvuðsendamálið er at savna inn pening til børn við álvarsligum
sjúkum, men verkætlanin fevnir eisini um familjur, sum hava verið í djúpari kreppu.
Tí hava Eyð Matras og Tummas Joensen meldað seg til Team Rynkeby 2019
GULU
SÚKKLURNAR
VIÐ TÍ GÓÐA
ENDAMÁLINUM
TEAM RYNKEBY FØROYAR