týsdagur 25. juni 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
men kortini hevur hann havt
lættari við at tosa um tað, sum
teirra familja fór ígjøgnum. Og
at halda seg í gongd. Eitt nú við
at súkkla.
-Eg føldi, at vit líkasum
gingu í hvør sínari verð. Team
Rynkeby fylti so nógv hjá
Tummasi, og hann virkaði
glaður, men eg gekk her heima
og var kedd.
Tóra tapti ikki
Fyri at gera okkurt við støðuna
valdi Eyð at søkja um at sleppa
við á føroyska Team Rynkeby
liðið – uttan at Tummas visti
tað. Hann varð tí ikki sørt
bilsin, tá ið hann glaður kunn
gjørdi, at hann aftur var slopp
in við hesa ferð, og hon svaraði:
Eisini eg.
-Tað var ein avbjóðing at
koma út aftur millum fólk.
At verða sjónlig aftur. Men eg
gleðist samstundis um, at eg eri
komin so langt. Tí tað væntaði
eg ikki fór at henda, tá ið eg
stóð mitt í tí. Eg eri komin so
langt, at ein skal loyva sær at
vera glað aftur. Eg vil varðveita
sorgina. Eg vil minnast Tóru í
øllum, sum er. Men hon traðkar
í bakgrundina viðhvørt, og so
leiðis skal tað nokk vera. Fyri
Flóvinsa (lítlibeiggin í húsi
num, red.) skuld mugu vit eisini
royna at verða glað aftur.
Fyri Eyð hevur tað verið
trupult at sameina hugburðin
at vinna, tá ið talan er um so
álvarsliga sjúku. Vit hoyra jú
fólk siga, at tey hava vunnið
á krabbanum. Hevur onkur
vunnið, má ein annar tapa.
Bardist taparin tá ikki nóg mik
ið? spyr hon.
-Í ítrótti vita vit, at jú
meira tú venur, og jú meira tú
stríðist, longur fram kemur
tú. Tað sama er ikki
galdandi
viðvíkjandi
sjúku. Jú, tú kanst gera nakað
sjálv. Liva sunt og fylgja góðum
heilsuráðum.
Og
viðhvørt
er tað nóg mikið til at verða
frísk aftur. Men ikki altíð. Við
hvørt er sjúkan so meinsk, at
persónurin doyr, hvussu nógv
hann so stríðist. Og Tóra tapti
ikki. Hon doyði.
-Og eg haldi, at vit missa
nøkur týdningarmikil ting á
gólvið við bert at tosa um at
blíva frísk. Og tað má Team
Rynkeby eisini vera við til at
varpa ljós á.
Tað ger mær væl
Tíðin eftir Tóru hevur verið
hørð og slítandi fyri familjuna.
Tey hava verið noydd at spyrja
seg sjálvi, hvat tað er, sum
hendir við parlagnum, tá ið ein
familja missir eitt barn.
-Vit hava roynt at livað eitt
vanligt lív, men einsemið eftir
Tóru hevur fylt nógv og ger tað
enn. Hvat skulu vit nú gera, og
hvat skulu vit tosa um? Nei, tað
er ikki lætt at vera par, sum fer
ígjøgnum slíkan mótgang. Vit
vita jú, at nógv pør halda ikki
til tað og enda við at fara hvør
til sítt.
Tað er nógv positivt við
sosiala felagsskapinum kring
Team Rynkeby, so tað hevur
avgjørt givið nakað at melda
seg inn í liðið, heldur Eyð.
-Mín avbjóðing er at vera
nærverandi í tí, eg geri. Tað
er eitt stríð at halda fokus og
traðka á pedalarnar á hasari
súkkluni. Fari eg at flákra í
huganum, missi eg intensitetin.
Tá ið eg siti á súkkluni, hugsi
eg um stríðið hjá Tóru, har tað
mangan tóktist meiningsleyst.
Og eg spyrji meg sjálva: Til
hvørja nyttu? Og tað er tað
sama, eg hugsi um, tá ið eg
súkkli: Til hvørja nyttu? Men
eftir ein langan súkklutúr
merki eg, at tað ger mær væl,
og eg eri glað.
Um Team
Rynkeby
Team Rynkeby er eitt
norðurlendskt súkklulið,
sum á hvørjum ári súkkl
ar til París fyri at savna
inn pening til børn við
lívshættisligum sjúkum
og familjur teirra.
Team Rynkeby fevnir
um 2.100 súkklarar og
500 hjálparfólk á 54 lið
um úr Føroyum, Dan
mark, Svøríki, Finnlandi,
Noregi, Íslandi og Týsk
landi.
Í 2018 læt Team Rynke
by tilsamans 70,4 mió.
kr til norðurlendskar
felagsskapir, ið hjálpa
børnum við lívshættis
ligum sjúkum. Av hesum
fóru 1,3 mió. kr. til
Krabbameinsfelagið.
TEAM RYNKEBY FØROYAR