týsdagur 25. juni 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdagin 27. juni byrjar ferðin
hjá Team Rynkeby Føroyum
2019 til París. Føroyska liðið
súkklar ein prolog í Føroyum,
áðrenn
siglt
verður
til
Danmarkar. Ferðin byrjar við
almennum tiltaki fyrrpartin
hósdagin
í
Helnabrekku
í
Klaksvík.
Síðani
verður
súkklað
til
Toftir,
Saltangará
og
Oyrabakka,
áðrenn
Team
Rynkeby Føroyar kemur til
Havnar, har móttøka verður í
Reinsarínum frá klokka 17.45.
Tað eru 54 súkklarar við
á liðnum hjá Team Rynkeby
Føroyum í ár. Steðgað verður
eisini á Toftum, Saltangará
og Oyrabakka, har øll eru
vælkomin at heilsa uppá.
Seinni um kvøldið fer alt
Team Rynkeby Føroyar liðið
umboð á Norrøna til Hirtshals.
Team Rynkeby Føroyar kemur
eftir ætlan á mál í franska
høvðusstaðnum
leygardagin
6. juli.
Team Rynkeby Føroyar fer nú
fyri sættu ferð at súkkla til
París. Rutan líkist rutunum
hini árini Team Rynkeby
Føroyar hevur súkklað til
franska høvðusstað. Teinurin
er til saman 1.341 kilometrar.
Her er rutan hjá Team
Rynkeby Føroyum 2019.
Hósdagin 27. juni:
Team Rynkeby Føroyar súkklar úr
Klaksvík til Havnar við steðgum á
Toftum, Saltangará og Oyrabakka.
Teinurin er 100 kilometrar.
Fríggjadagin 28. juni:
Team Rynkeby Føroyar er umborð
á Norrønu, sum siglir til Hirtshals í
Norðurdanmark.
Leygardagin 29. juni:
Súkkla úr Hirtshals til Ålborg. Teinurin
er 72 kilometrar.
Sunnudagin 30 juni:
Súkkla verður 130 kilometrar úr Vejen
til Gross Wittensee í Týsklandi.
Mánadagin 1. juli:
Súkkla úr Gross Wittensee til
Ganderkesee-Stenum. Teinurin er 210
kilometrar.
Týsdagin 2. juli:
Súkkla úr Ganderkesee-Stenum í
Týsklandi til Hengelo í Hollandi.
Teinurin er 192 kilometrar.
Mikudagin 3. juli:
Súkkla úr Hengelo til Genk í Belgia.
Teinurin er 213 kilometrar, sum er tann
longsti á túrinum.
Hósdagin 4. juli:
Súkkla úr Genk til Gosselies, sum
somuleiðis er í Belgia. Tað er á hesum
degnum, at liðið skal súkkla tiltiknu
Mur de Huy brekkuna. Samlaði teinurin
er 142 kilometrar.
Fríggjadagin 5. juli:
Nú gongur leiðin til Fraklands. Súkklað
verður til Noyon, sum er stutt uttanfyri
París. Teinurin er 160 kilometrar.
Leygardagin 6. juli:
Team Rynkeby Føroyar kemur til
París saman við hinum Team Rynkeby
liðunum. Teinurin seinasta dagin er 122
kilometrar.
Samanlagt verður súkklað 1.341
kilometrar
FERÐIN BYRJAR
Í KLAKSVÍK
Rutan til París:
Skráin hjá Team Rynkeby Føroyum hósdagin:
10.30 til 11.15: (Klaksvík) Klaksvíkar kommuna bjóðar ábit inni í
Helnabrekku. Rani Nolsøe spælir tónleik, umboð fyri Hjartabarn og
Klaksvíkar kommunu halda røðu. Barnagarður handar gávu og Eyð Matras
heldur røðu vegna Team Rynkeby Føroyar, áðrenn ferðin byrjar. Súkklað
verður til Toftir umvegis Klaksvíkar Sjúkrahús.
13.05 til 13.35: (Toftir) Team Rynkeby Føroyar steðgar eina løtu í túnium
hjá Bátafelagnum. Umboð fyri Nes Kommunu og lokalt umboð fyri Team
Rynkeby Føroyar halda røðu.
13.50 til 14.20: (Saltangará) Betri bjóðar vælkomin og umboð fyri
samtakið heldur røðu. Eisini verður ein kekkur handaður.
15.20 til 15.50: (Oyrabakki) Team Rynkeby Føroyar kemur til Eydnuna á
Oyrabakka. Fyrst heldur umboð fyri Sunda Kommunu røðu, og síðani lokala
umboðið fyri Team Rynkeby Føroyar, Alfred Johannesen.
17.45: (Tórshavn) Team Rynkeby Føroyar ferðaliðið kemur til Reinsaríið
har borgarstjórin, Annika Olsen, tekur ímóti. Team Rynkeby Føroyar
súkkarin, Marjun Danberg, heldur røðu vegna Beran, meðan liðskiparin á
liðnum, Rúni Juul, eigur seinasta orðið.
Magnus Fredrik Magnusson
Tórstein Christiansen
Rigmor H. Kølleskov
Jórunn Gudmundsen
Sólva Eystberg
Marjun Poulsen
Marjun F. Danberg
Joan Katrinardóttir
Ken Bærentsen
Eirikur Joensen
Kim Petersen
Janus Gunnarsson
Niels Mortensen
Simon Høffner
Thordis Dahl Hansne
Anna Kristina Joensen
Anna Reinert Mohr
Poula Michelsen
Margith Lamhauge
Elin Maria Joensen
Ragnar Petur Joensen
Trygvi Joensen
Hildur Jensdóttir
Marjun Joensen
Elmar Ósá
Jan Gardar
Tróndur Arge
Tony Rasmussen
Kim Morgan Eidesgaard
Robert Vilhelmsen
Jóhanna við Streym
Frida Solbjerg Augustinussen
Dávur Reinert Petersen
Jón Hansen
Jan Brixen Sørensen
Rúni Juul
Beinta Henriksen
Beinta Dímun Mohr
Joen Peter Petersen
Jacob Peter Johannesen
Kathrina L. Holm
Leivur Holm
Linda Kølleskov
Henrik Kølleskov
Ann Petersen
Regin R. Petersen
Sigrun Danielsen
Regin I. Jacobsen
Malan Patursson
Rasmus Olsen
Eyð Matras
Tummas Joensen
Einar Vang
Tórvør Østerø Vang
Herborg Joan í Homrum
Katrin Petersen
Peter Mouritsen
Jón Holm
Suni Johansen
Einar Tróndargjógv
Sundar Matras
Poul Jan Niclassen
Jan Nielsen
Petur Kári Funding
Alfred Johannesen
Rasmus S. Jacobsen
TEAM RYNKEBY FØROYAR
Team Rynkeby 2019 luttakarar: