Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hóast lesull er til stóran ampa fyri heiðafuglin, so er har er ikki so nógv, mann kann gera við tann trupulleikan. Tað siga bøndurnir báðir Jóannes Patursson og Jóhan Jógvansson, sum samstundis ásanna, at lesull er ein avbjóðing fyri tjøldur í Føroyum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Í Sosialinum 14. juni skrivaðu vit um avleiðingarnar av, at so nógv lesull liggur og sløðist í føroysku høgunum. Lesullin kost­ar lív hjá nógvum tjøldr­ um, og annar heiðafuglur kem­ ur eisini í trupulleikar av at fáa lesull fløkta um beinini, segði Sjúrður Hammer, lívfrøð­ ingur og limur í Fuglafrøðifelag Føroya. Felagið meinar, at onkur má taka ábyrgd fyri hesum, sum tey kalla eina stóra náttúru­ vernd­aravbjóðing - og her eiga bøndurnir eiga eina stóra ábyrgd, heldur Føroya Fugla­ frøði­felag. - Tað er okkara ábyrgd - Vit avgera ikki, nær seyðurin kastar ullina. Men fuglafrøðingarnir kunnu hjálpa til, og so royta vit seyðin í felag, sigur Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun - Vit mugu standa við, at ábyrgdin er okkara. Hesum kunnu vit ikki snúgva okk­ um undan. Tað sigur Jóhan Jógv­ans­ son, bóndi í Saksun, um at­ finn­ingarnar og avbjóð­ing­ arnar við lesull í hag­an­um. - Men vit kunnu ikki smoyggja okkum undan teim­um óhepnu fyribrigdn­ un­um, sum eru í land­bún­að­ in­um. Tey eru hóast alt nógv, og eitt av teimum er lesull, sig­ur hann. Tað er ikki av leti - Men tað er ikki av leti. Vit lata ikki bara standa til, sum onkur ofta vil vera við, sigur Jóhan Jógvansson. Hann tekur aktuella dømi um Fuglafrøðifelag Føroya, sum sigur, at bøndurnir hava ábyrgdina. - Teir leggja nærmast upp til, at lesull kemur, tí tað lættasta er at lata vera við at royta. Tað er nakað fjas. Tað skal jú eisini lata seg gera at royta, og vit avgera ikki, nær seyðurin kastar ullina. Tað er heldur ikki ókeypis at fáa ullina av, og harumframt er besta tíðin at geva seyðinum heilivág um summarið. Hann hevur eitt spískt boð uppá eina loysn: - Fuglafrøðingarnir kunnu koma og hjálpa til, og so royta vit seyðin í felag. Nøkur orka ikki fyri bóndum Generelt saknar Jóhan Jógv­ ansson virðing fyri sínum faki og sigur, at bøndur í Før­ oyum ofta eru fyri atfinn­ ing­um frá øðrum, sum ikki eru í landbúnaðinum. - Sum bóndi er mann sperd­ur í allar endar og kant­ ar. Tað er ein avbjóðing at fáa fólk á fjall og avgreiða royt­ingina til tíðina, og tí verð­ur tað ofta seinni enn ætlað, sigur hann. - Vit, sum eru í vinnuni, føla okkum øgiliga niður­ sædd­ar og útskeldaðar. Har má liva okkurt gamalt agg, tí nøk­ur fólk orka ikki fyri bónd­um uttan at vita hví. Jóhan Jógvansson er um nak­ar ein náttúruvinur, og hann skilir ikki atfinn­ingar­n­ar. - Mítt uppáhald er, at bønd­ur í Føroyum eru størri nátturuvinir enn restin av fólkinum. Tað er jú kærleikin til náttúruna, sum dregur í okkara faki. Eingi fer at dríva virk­semi í landbúnaði fyri popul­aritet og vinning. Bóndi í Saksun: Bøndur um lesull: - Tað er ringt at taka hædd fyri øllum - Tað er ræðuligt at síggja, tá tjøldur fáa lesull um beinini. Men tað einasta ítøkiliga, mann kann gera, er at rudda, sigur Jóannes Patursson Jóannes Patursson, bóndi í Kirkju­bø, er greiður yvir, at trupulleikin við lesull er til staðar, og hann hevur sæð nógv tjøldur komið illa fyri av tí gjøgnum árini. - Tað er sjálvandi keðiligt, at tað kemur fyri, og tað er ræðuligt at síggja, tá tjøldur fáa tað um beinini. Líka ringt er tað at síggja seyð vavdan í les­ull, tí tað hendir seg eisini, at ær missa eitt bein av tí, sigur hann. - Øll hava áhuga, í at lesull ikki liggur og sløðist, men mann kann illa varða seg fyri tí, sigur Jóanns Patursson. Seyðurin er ikki klárur Hann greiðir frá, at tað er øgi­ liga ymiskt, nær seyðurin kast­ ar ullina, og tí ber ikki til at royta seyðin, áðrenn lesull byrj­ar at síggjast í haganum. - Mann fær ikki roytt seyðin so tíðliga, tí seyðaslagið í Før­ oy­um má byrja at kasta av sær, fyri at vit kunnu royta, sigur hann. - Onkuntíð kastar fyrsti seyð­urin í mai, meðan restin ikki er klárur at royta fyrr enn í juli. Um allur seyðurin skal roytast í einum, má mann bíða, til tað er klárt. Tað er bara at rudda Sjúrður Hammer frá Fugla­ frøði­felagnum visti í síðstu viku at siga, at alsamt fleiri hag­ar velja at sloyfa roytingina millum annað tí, at tað er so ringt at manna fjallgongu. - Tað er sjálvandi ikki til at við­mæla, at mann loypir royt­ ing­ina yvir. Vit royta jú bara fyri seyðins skyld, tí fyri seyðin sjálvan er tað ikki gott at ganga við pesju, sigur Jóannes Patursson. Sjálvur roynir Jóannes Pat­ urs­son altíð at royta so tíðliga sum gjørligt. Men um hann púr­asta skal umganga, at seyð­ ur­in skal kasta, so má hann á reka og royta fleiri ferðir, sum ikki loysir seg. - Tað er ringt at taka hædd fyri øllum. Tað einasta ítøki­ liga, mann kann gera fyri at minka um lesullina, er at rudda. Men so má mann eisini ganga allatíð, tí tað er eitt langt tíð­arskeið, at seyðurin kastar. Ikki talan um so nógv tjøldur Jóannes Patursson hevur ikki sæð annan fugl enn tjøldur koma í trupulleikar av lesull, og í hansara haga eru tað nøk­ ur fá tjøldur, sum koma í trupul­leikar við lesull, metir hann. - Her hjá okkum snýr tað seg kanska um eini trý tjøldur um árið. Um fólk vilja bjarga teimum trimum frá lesull, kundi mann roynt at bjarga teimum uppá aðrar mátar í staðin. Um tað eru fleiri tjøldur, sum doyggja av lesull enn tjøldur, sum blíva yvirkoyrd, tað er so ein heilt annar spurningur. Bóndi í Kirkjubø: Ein keðiligur trupulleiki sum er ringur at loysa Her sæst eitt tjaldur, sum er fløkt upp í lesull (Mynd: Maria Gulklett)