týsdagur 25. juni 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
TÍÐINDI
- Fólk eru ótrúliga røsk at taka upp eftir sær
Trupulleikin við plasti, ruski og øðrum
óruddi er sera avmarkaður í Saksun
Saksun er eitt av mest vitjaðu
støðunum hjá ferðafólki, ið
koma til Føroya. Har er ikki
nakar nevniverdur trupulleiki
við óruddi á bøi og vegi, sigur
Jóhan Jógvansson, bóndi.
- Tað er sjálvsagt, at okkurt
órudd onkuntíð er at finna.
Men tað er minimalt í mun til
talið av fólki, sum kemur her.
So har vil eg siga, at fólk eru
ótrúliga røsk at taka upp eftir
sær. Tað er sjáldan, mann sær
okkurt, sigur Jóhan Jógvans
son.
Ferðafólkini blaka einki
Hann sigur - líka sum bóndin í
Kirkjubø - at tá okkurt er at
finna, so er tað rusk frá før
oyingum.
- Tær hendingaferðir er tal
an typiskt um ung fólk, sum
hava verið úti eitt leygarkvøld
og til dømis hava brent bál,
men ikki tikið alt upp eftir
sær, sigur Jóhan Jógvansson
og tekur í egnan barm:
- Ein stórur partur av
óruddinum, sum sløðist, eigi
eg sjálvur. Størsti syndarin er
jú balluplast, sum er ringt at
umganga.
Hann leggur aftrat, at tað
kundi verið betri viðurskifti
við ruskskipanini.
- Ruskspannirnar eru ov fá
ar í tali, og tí vera tær onk
untíð ov fullar. Tá er vandi
fyri, at ruskið kann fúka úr
við vindinum. Men tað er
sjáldan, hetta kemur fyri, og
hetta er lætt at fyribyrgja.
- Ferðafólkini tveita ikki
rusk frá sær - tað gera
føroyingarnir
- Eg skilji ikki, hví mann skal taka ein pitsabakka
við inn í bilin fyri so blaka hann út í náttúruna,
sigur Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø
Pætur Hjalmar Evensson
Seinastu vikurnar hevur ein
av stóru diskursunum í Føroy
um
verið
plastdálking
og
órudd í náttúruni. Men hvussu
er støðan á teimum økjum, har
nógv ferðafólk vitja?
Í Kirkjubø er rusk og annað
órudd ikki ofta at síggja úti á
bøi og vegi. Men tað kemur
hóast alt fyri, og tá tað er, eru
fólk røsk at rudda upp. Tað sig
ur Jóannes Patursson, bóndi í
Kirkjubø, sum eisini sjálvur
plagar at taka tað óruddið upp,
sum hann finnur.
- Ferðafólkini kundu
ikki funnið uppá tað
Hann ger púra greitt, at nógvu
útlendsku
ferðafólkini
eru
sera tilvitað um ikki at órudda.
- Eg tori at leggja høvdið á
blokkin og siga, at tað ikki eru
útlendingar, sum tveita rusk
frá sær í Kirkjubø, sigur Jóann
es Patursson, sum hevur tætt
samband við tey ferðafólk,
sum vitja í Kirkjubø.
- Tað kemur ikki fyri, at eg
síggi ferðafólk leggja nakað
eftir sær. Eg trúgvi heldur ikki,
at tey yvirhøvur kundu funnið
uppá slíkt, sigur hann.
Ungir føroyingar blaka
pitsabakkar og dósir
Syndararnir eru nevniliga før
oyingar sjálvir, hevur bóndin
lagt merki til.
- Tá okkurt burturkast sløð
ist her, so eru tað føroyingar,
sum hava tveitt tað frá sær.
Talan er serliga um ung fólk,
sum koyra biltúrar hendan
vegin, sigur Jóannes Patursson
og tekur dømi um, hvat hann
hevur sæð ligið og sløðst á kai
ini, á bønum og við vegkantin.
- Sodavatnsfløskur, øldósir,
sigarettstubbar og tómir pitsa
bakkar. Eg dugi ikki at skilja,
hví man skal taka ein pitsa
bakka við einari heitari pitsa í
við inn í bilin fyri so blaka
bakkan út úr bilinum aftur og
í náttúruna.
Hann kemur til, at trupul
leikin liggur í uppalingini.
- Har má vera okkurt heilt
galið við uppalingini av fólkin
um í hesum landinum.
Djórini kunnu doyggja
At órudd liggur og sløðist er
ikki bara ljótt og óinnbjóðandi;
tað kann eisini hava oyðileggj
andi avleiðingar fyri djóralív
og harvið á virksemið hjá
bóndum.
- Plast og glas er vandamikið,
tí tað kann standa á lív hjá
kríatúrunum. Um slíkt liggur á
bønum og verður sligið við
sláimaskinu, verður tað flensað
upp í smábitar og endar í ein
ari ballu. Tað kemur so á fóð
urbrettið, og tá kúgvin etur
hetta, verður hon kryvd upp
innanífrá. Tað sama, er gald
andi, tá tað endar í hoynum,
sigur Jóannes Patursson stúr
andi og samanber við støðuna
í Noregi:
- Hetta er ein stór avbjóðing
í Noregi, har nógvar kýr doyggja
av flensaðum óruddi í fóðrin
um. Eg veit ikki, hvussu tað er í
Føroyum, men tað kemur iva
leyst eisini fyri her, uttan vit
vita so nógv um tað.
Órudd í náttúruni:
Bóndi í Saksun: