týsdagur 7. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • týsdagur • 7. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
MB og SÍF skulu spæla seinna dystin
Dómsnevndin hjá
Fótbóltssambandin-
um hevur gjørt av, at
seinni dysturin
millum MB og SÍF
um rættin til lið í 2.
deild komandi ár skal
spælast
FÓTBÓLTSÓSEMJA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógv rumbul hevur verið
um dystirnar millum MB
og SÍF, um hvør av teimum
skal eiga rættin til lið í 2.
deild komandi kappingarár.
Fyrri dysturin endaði við
einum 3-0 sigri til sanda-
vágsmenn. Av tí at MB,
sambært kappingarnevnd-
ini hjá FSF, nýtti fleiri ólóg-
ligar leikarar í tí dystinum,
bleiv eisini avgjørt, at fel-
øgini undan seinna dystin-
um skuldu senda dómara-
seðilin inn til fótbólts-
sambandið dagin fyri dyst-
in, so at FSF kundi kanna
eftir, at allir leikararnir á
dómaraseðlinum
høvdu
loyvi at spæla. Eisini varð
MB dømt at gjalda 5.000
krónur í bót.
Dómaraseðilin
avleverast hálvan tíma
undan dystinum
Miðvingar
noktaðu
at
spæla seinna dystin, og MB
kærdi avgerðina hjá kapp-
ingarnevndini til dóms-
nevndina, og dómsnevndin
hevði um vikuskiftið fund,
har málið bleiv viðgjørt.
Niðurstøðan hjá dóms-
nevndini er tann, at seinni
dysturin millum feløgini
skal spælast. Dysturin skal
spælast í Sandavági, og MB
skal gjalda dómarasamsýn-
iningarnar í sambandi við
dystin. MB fær tó eisini all-
ar inntøkurnar av atgongu-
merkjasøluni til dystin.
Bótin, sum MB varð dømt
at gjalda, stendur eisini við,
sigur dómsnevndin.
Sum áðurnevnt avgjørdi
kappingarnevndin hjá FSF
undan tí ætlaða seinna dyst-
inum, at feløgini skuldu
lata dómaraseðilin inn til
FSF dagin fyri sjálvan dyst-
ardagin.
Hesum
tekur
dómsnevndin hjá FSF tó
ikki undir við, og nevndin
hevur tí broytt avgerðina til,
at feløgini skulu avlevera
dómaraseðil bert hálvan
tíma áðrenn, at dysturin
verður settur í gongd.
Nær seinni dysturin mill-
um MB og SÍF verður leikt-
ur, er enn ikki ásett, men
fótbóltssambandið vil hava,
at dysturin verður av-
greiddur sum skjótast.
Anderson framvegis
átta daga leikbann
Bert eitt annað mál var á
fundarskránni hjá dóms-
nevndini, og tað var ein
kæra frá B68 um dómin hjá
kappingarnevndini,
har
brasilianski leikarin hjá fel-
agnum, Anderson, varð
dømdur átta daga leikbann í
sambandi við eina útvísing,
sum hann tiltuskaði sær í
dysti móti EB/Streymi seint
í farna kappingarári.
Høgni
til KÍ
19 ára gamli Høgni
Madsen
skal
næsta
kappingarár spæla við
KÍ. Tað gjørdist greitt,
eftir at partarnir samd-
ust um eina avtalu
fríggjadagin.
Hóast
hann er einans 19 ár, so
hevur Høgni Madsen
longu roynt seg á besta
liðnum hjá bæði ÍF, har
hann leikti farna kapp-
ingarár, og hann hevur
somuleiðis leikt við best
liðnum hjá GÍ, har hann
var næstseinasta kapp-
ingarár.
Ungi miðvallarin úr
Fuglafirði hevur gjørt
eina eitt ára avtalu við
klaksvíkingar.
Fríggjakvøldið bórust
tíðindini um, at
landsliðsleikarin
Julian Johnsson kom-
andi kappingarár skal
verða leikandi venjari
hjá B68 í 2. deild
VENJARASETAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kom sum ein bumba
fyri tey allarflestu, at 29 ára
gamli landsliðsleikarin eftir
at hava verið yrkisleikari
uttanlands í fleiri ár brádd-
liga valdi at venda heim
aftur á klettarnar og gerast
leikandi venjari hjá einum
2. deildarliði.
Toftamenn stíla høgt
Við setanini av Julian
Johnsson
sum
leikandi
venjara, hava toftamenn
týðuliga meldað út, at teir
ætla sær ikki einki komandi
ár. Frammanundan hevur
B68 tryggjað sær, at bæði
Arnbjørn Danielsen og Jann
Ingi Petersen kom heim aft-
ur til barndómsfelagið, og
lítið man verða at ivast í, at
B68 fer at hava helst sterk-
asta hópin í næstfremstu
deildini komandi ár.
Við
útvarpið
sunnu-
kvøldið segði Julian Johns-
son, at bæði hann og leiðsl-
an í felagnum hava sum
mál, at B68 skal beina kós
upp aftur í fremstu deild-
ina. Sjálvur hevur Julian
gjørt ein tvey-ára sáttmála
við B68, men bert fyrra
árið er hann settur sum
venjari, tí um B68 flytir
upp í 1. deild árið eftir, so
er neyðugt hjá felagnum at
hava ein venjara, sum hevur
tey neyðugu skeiðini, ið
FSF krevur, og hesi hevur
Julian ikki enn.
Heldur fram á
landsliðnum
Spurdur um hetta ikki var at
seta landsliðssessin hjá sær
upp á spæl, sigur Julian
Johnsson, at tað er upp til
venjaran at avgerða, um
hann er nóg góður til at
verða við á føroyska lands-
liðnum. Julian Johnsson er
ein tann royndasti leikarin í
føroyska landsliðshópinum.
– Eg havi tikið hesa av-
gerð út frá mínum persón-
ligum ynskjum. Eg vóni
bara, at landsliðsvenjarin
metur meg verða nóg góð-
an til landsliðið, hóast eg
spæli í 2. deild, sigur Julian
Johnsson.
Vit hava roynt at fingið
fatur á Henrik Larsen,
landsliðsvenjara um eina
viðmerking til avgerðina
hjá Julian, men tað eydn-
aðist okkum tíverri ikki.
Í síni tíð sum yrkisleikari
uttanlands hevur Julian
Johnsson leikt við Kongs-
vingar og Sogndal í Noreg,
Hull í Onglandi og ÍA
Akranesi í Íslandi.
Julian leikandi venjari á Toftum
Tíðindi um, at Julian Johnsson skal verða leikandi venjari hjá
toftamonnum, komu sum ein bumba fyri allan tann føroyska
fótbóltsheimin.
savnsmynd
Dómsnevndin hjá Fótbólts-
sambandinum hevur gjørt av,
at seinni dysturin millum MB
og SÍF skal spælast, og feløgini
noyðast ikki at lata dómara-
seðil inn fyrr enn hálvan tíma
fyri dystarbyrjan
savnsmynd