Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 234 - 7. desember 2004 Fyri fyrstu ferð í langa tíð eydnaðist tað leyg- ardagin føroyameist- arunum úr Kyndli at basa hoyvíkingum, tá ið liðini bæði hittust í høllini á Hálsi ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir at tað ikki hevur eydn- ast Kyndil í nærum tvey ár at vinna á hoyvíkingum, bragdaði tað endiliga aftur hjá teimum grønu leygar- dagin. Í einum jøvnum og intensum dysti vann Kyndil við trimum málum, hóast H71 var á odda í hálv- leikinum. Gerster skaddur Fyrstu løtuna av dystinum gekk rættuliga javnt á, men Kyndil tók líðandi yvir. Hoyvíkingar vóru fyri tí óhepni, at leikandi venjari teirra, danin Henrik Gerst- er, tíðliga í fyrra hálvleiki var fyri tí óheppi at bekla illa, og í H71 vænta teir ikki at síggja danan aftur á vøllinum fyribils. Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri hoyvíkingar, tí Gerster hev- ur nógv at siga fyri liðið, bæði í álopi og í verju. Dysturin var eitt sindur óvanligur, skilt á tann, at liðini skiftust um at hava góðar periodir. Um miðjan fyrra hálvleik fór Kyndil frá H71, og upp á átta minuttir fóru teir frá javnleiki 4-4 upp á eina 12-6 leiðslu. Fleiri væntaðu kanska, at hetta fór at gera tað av við gestirnar, men so var ikki. Hoyvíkingar funnu tann tiltikna stríðsandan fram, sum teir annars hava saknað í fleiri av teimum seinastu dystunum, og bert tíggju minuttir seinni stóð á jøvn- um 14-14. Hesa løtuna var tað serliga rumenski leik- arin hjá H71, Piti Negru, ið gjørdi vart við seg, og ferð aftaná ferð langaði hann bóltin í meskarnar aftan fyri Johan Danielsen í Kyndlamálinum. Tá ið so Esbern Paturs- son í seinastu løtu av fyrra hálvleiki fekk skorað fyri H71, vóru tað hoyvíkingar, sum kundu fara til hálv- leiks við einari teprari 15- 14 leiðslu. Flúgvandi kyndilsmenn Hvat teir báðir venjararnir hjá Kyndli, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava sagt við sínar menn í hálvleiks- steðginum, er ilt at vita, men undir øllum umstøðum løgdu føroyameistararnir bragdliga fyri eftir steðgin. Kyndil var snøgt sagt flúgvandi fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og eftir at hava verið aftan fyri við ein- um máli í steðginum, fingu teir vent støðuna til, at teir vóru á odda við seks málum, tá ið seinni hálv- leikur var hálvrunnin. Hesa løtuna kostaði tað hoyvík- ingum dýrt, at teir fingu ikki færri enn tríggjar útvísingar innan fyri stuttari løtu. Hetta mundi gera enda á sigursvónunum hjá hoyvík- ingum, men teir eiga tó framvegis heiður uppiborn- an fyri, at teir ikki góvu skarvin yvir. Teir stríddust manniliga, og teir fingu eis- ini bøtt munandi um støð- una. Enn einaferð var tað Piti Negru, ið gekk á odda hjá H71, og við fleiri av sínum eyðkendu dundurskotum var hann ein av høvuðsor- søkunum til, at H71 upp á einans 10 minuttir fekk minkað um munin, soleiðis at støðan einans fimm min- uttir fyri leiklok var ein tep- ur 26-24 leiðsla til Kyndil. Men Kyndil vildi ikki lata seg lumpa enn einaferð av hoyvíkingunum, og teir fingu tí svara aftur og fingu økt um leiðsluna upp í fýra mál, og so var tíðin um at verða farin, og hóast Halgir Dahl-Olesen fekk pyntað um úrslitið fyri gestirnar, so høvdu kyndilsmenn endi- liga tryggjað sær ein kær- komnan sigur á H71. Sær gott út hjá oddaliðnum Við sigrinum á H71 heldur Kyndil fast í oddasessinum við betri málurtøku enn vestmenningar. Harafturat man lítið verða at ivast í, at sigurin leygardagin er ein sálarlig innspræning hjá teimum grønu, sum leingi hava havt eitt slag av einari sálarligari forðing í hoyvík- ingum, sum teir hava havt so ómetaliga torført við at vinna á. Hetta fer óivað at geva Kyndli enn meiri sjálvsálit, og tað er ein sann- roynd, at eitt lið, sum hevur undanvind og sjálvsálit, er ógvuliga trupult at basa. Hoyvíkingar eru hinvegin fullkomiliga steðgaðir upp eftir eina sera góða byrjan upp á kappingarárið. Nú hava teir tapt fleiri dystir á rað, og hóast teir leygardag- in aftur funnu tann eyð- kenda stríðsandan fram aft- ur, so rakk hetta ikki til ein sigur á Kyndli. Harafturat fekk Henrik Gerster skaða, ið kanska ger, at vit ikki fara at síggja so nógv aftur til hann á vøllinum í ár, og tað er uttan iva ein dyggur smeitur hjá H71. Hinvegin kunnu teir í Hoyvík nú fegn- ast um, at Heini Bendtsen aftur var at síggja á liðnum, eftir at hann ikki hevur spælt í eina tíð vegna skaða. Komandi vikuskifti hava hoyvíkingar aftur eina trupla uppgávu, tá ið teir fáa vitjan av vestmenning- um í Hoyvíkshøllini. Kynd- il fær eina á pappírinum heldur lættari uppgávu, tí teir fáa á Hálsi vitjan av KÍF, sum tó hevur spælt teimum eitt puss fyri í ár. Kyndil-H71 29-26 (14-15): So fekk Kyndil bast H71 Kyndil-H71 29-26(14-15) Kyndil: Høgni Klein 6(1), Jakob Jónsson 5, Rókur Akralíð 4, Josef Abrahamsen 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 3, Ragnar Stakksund 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hans A. Thomsen 1 H71: Piti Negru 9(2), Halgir Dahl-Olesen 5, Johnny Durhuus 4, Olaf Vesturgarð 2, Esbern Patursson 2, Niels V. Niclassen 2(2), Høgni Joensen 1, Henrik Gerster 1 Brotskøst: Kyndil 4(2), H71 6(4) Útvísingar: Kyndil 6, H71 4 Dómarar: Kári Hansen og Jotic Zeljko - komu væl frá eini truplari uppgávu. Áskoðarar: 235 FAKTA UM DYSTIN Nógvir harðir og kontantir nærdystir vóru í dystinum, soleiðis sum tað altíð er, tá ið Kyndil og H71 dystast. Í hesum førinum sær tað tó eitt sindur ógvusligari út, enn tað í veruleikanum var. Mynd: Álvur Haraldsen