Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2004 17 Tað var ongantíð nak- ar ivi um, hvagar sig- urin fór, tá ið Neistin fekk vitjan av VÍF í høllini á Hálsi sunnu- dagin í Atlantic Airways kappingini. HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Neistin legði seg á odda 1- 0, men tað var eisini einastu ferð í dystinum, at neista- menn vóru á odda. VÍF var snøgt sagt nógv tað betra liðið, og teir fáu áskoðarar- nir, ið høvdu leitað sær í høllina, sóu vestmenningar til tíðir borðreiða við frálík- um kontraspæli, serliga frá Agnari Joensen og Inga Olsen. Agnar og Dejan Sunnudagin var Sámal Joensen ikki við á liðnum hjá VÍF, og tað minkar beinan vegin um skóthótt- anirnar hjá teimum gulu. Sum skilst hevur Sámal fingið eitt hald í ryggin, og óvist er, nær hann verður klárur aftur. Eisini Daniel Rapa situr uttan fyri við skaða hjá VÍF. Hjá Neistanum er tað ein smeitur, at vongspælarin Blagoje Buha framvegis ikki er tøkur, og tá ið havt verður í huga, at Neistin ikki hevur tað stóru breidd- ina, so er fráveran hjá ein- um so mikið týðandi leik- ara sera avgerandi. Vestmenningar hava nógvar skjótar spælarar, ið eisini eru tekniskt góðir, og tað var eisini sjónligt, at hesir spælarar hava stóran týdning fyri spælið hjá vestmenningum. Sum áður- nevnt vóru Agnar Joensen og Ingi Olsen sera eyð- sýndir sunnudagin, og ser- liga Agnar hevði ein heilt góðan dag. Hvørja ferð, at neistamenn mistu bóltin í álopinum, var Agnar sum eitt fok avstað og bíðaði eftir, at onkur av liðfeløg- unum fekk sent eina langa avlevering til hansara. Hetta lukkaðist fleiri ferðir, og tað slepst ikki undan at nevna samanspælið millum Agnar og Dejan í VÍF- málinum. Fekk Dejan fatur á bóltinum, kundi hann verða vísur í, at Agnar var farin í álop, og málverjin gjørdi skjótt av og sendi langt fram til hansara, og hvørja ferð sat bólturin við millimeturneyvleika í hondunum á Agnari, sum síðani skoraði. Í dystinum sunnudagin fekk Dejan av álvara víst, hvussu stóran týdning tað kann hava, at eitt lið hevur ein málverja, sum er dugnaligur til at kasta út til viðleikararnar. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at Dejan var tann leikarin á liðnum hjá vestmenning- um, sum átti flestu mál- gevandi avleveringarnar. Breidd og royndir á muni Ein tann størsti munurin á liðunum báðum var breidd- in á hópunum, og so tær royndir, ið teir einstøku leik- ararnir hava. Gamaní hevur Neistin nakrar royndar leik- arar í eitt nú teimum út- lendsku leikarunum, Áka Mørk, hóast hann ikki er so gamal, og onkur einkultur afturat hevur eisini roynt seg í bestu deildini í nøkur ár. Hetta er tó einki at sam- anmeta við royndirnar á liðnum hjá VÍF. Ingi Olsen hevur spælt í bestu deildini í ein mansaldur, Áki Olsen, Harald Bjørgvin, Áki G. Olsen, Eli Müller, John Zachariassen og Agnar Joensen hava eisini allir drúgvar royndir, og hesir hava spælt saman í so nógv ár, at teir kenna hvønnann- an so sera væl. Eftir dystin sunnudagin má staðfestast, at Neistin av álvara er í eini kreppu. Tað hevur verið ein stór útskift- ing á liðnum undan hesum kappingarárinum, og teir nógvu profilarnir, ið eru farnir, eru fyri tað mesta avloystir av ungum leikar- um, ið eru uppvaksnir í fel- agnum. Hesir leikarar hava óivað tíðina framman fyri sær, men enn væntar teim- um royndir, og tað tykist sum um, at tað hvílir alt ov nógv á herðunum á nøkrum einstøkum spælarum so sum Áka Mørk og leikandi venjaranum Damir Oros. Lítið skipað spæl Hesin sami Oros var annars eitt satt vónbrot á liðnum hjá Neistanum sunnudagin. Hann tóktist als ikki upp- lagdur til at spæla, og hann sýndi als ikki tað ágrýtni, sum tú kanst vænta tær av einum leikandi venjara. Við farna kappingarári í huga, har Oros gjørdist ársins leikari og toppskjútti í bestu deildini, er eyðsæð, at stórskjúttin langt frá livdi upp til tað, sum vit vita at hann kann. Hinvegin tóktist hann tyngdur av, at tað gongst so mikið illa hjá Neistanum, og tað er stórt spell fyri álopsspælið hjá liðnum. Meðan VÍF hevði rættu- liga nógv skipað spæl við nógvum yvirgangum, har bæði vengur og bakkar ryktu í júst røttu løtu, kann ikki sigast tað sama um Neistan. Tað glógvaði tó viðhvørt, men sum heild tykist tað ikki sum um, at teir neistamenninir eru nóg væl samanspældir, og har- afturat hevur liðið alt ov fáar streingir at spæla uppá. Við ósigrinum fyri vest- menningum sunnudagin hava neistamenn framvegis einans fýra stig, og tá ið strandingar samstundis vunnu á kollfirðingum, fóru teir upp á seks, so at neistamenn nú liggjan einsamallir í botninum í At- lantic Airways kappingini. Komandi vikuskiftið skal Neistin á vitjan hjá júst strandingum, og spennandi verður at vita, hvussu tað fer at ganga. Vestmenning- ar skulu komandi sunnudag aftur til Havnar, tá ið teir skulu spæla móti H71 í Hoyvíkshøllini. Lættur sigur til vestmenningar Neistin-VÍF 26-37 (13-19) Neistin: Ólavur Brimnes 5, Jón Ludvig 5, Damir Oros 5, Dan Thorleifsson 4, Rani Slættanes 3, Áki Mørk 3 og Freddie Poulsen 1. VÍF: Agnar Joensen 10, Ingi Olsen 7(2), Harald Bjørgvin 5, John Zachariassen 5, Áki G. Olsen 4, Áki Olsen 4, Rúni Joensen 1 og Jákup S. Andreasen 1. Brotskøst: Neistin 2(0), VÍF 3(2) B Neistin 5, VÍF 6(Áki G. Olsen 3x2 min.) Dómarar: Hannis og Uni Wardum - dømdu ein fín- an dyst, har teir allatíðina vístu myndugleika og høvdu eina greiða linju. FAKTA UM DYSTIN Neistamenn runnu seg sum oftast fastar, tá ið teir royndu at bróta ígjøgnum verjuna hjá VÍF. Mynd: Álvur Haraldsen