Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 234 - 7. desember 2004 StÍF fekk sín triðja sigur, tá ið teir sunnu- dagin høvdu vitjan av kollfirðingum inni á Skála ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Strandingar fingu enn ein sigur til høldar, tá ið teir vunnu á kollfirðingum sunnudagin. Úrslitið av dystinum gjørdist ein tryggur 24-17 sigur til strandingar, sum harvið fóru upp um Neistan á stigatalvuni. Javnt fyri steðgin Tað gekk rættuliga javnt á í fyrra hálvleiki, men so hvørt sum hálvleikurin leið, fekk heimaliðið vunnið sær eina leiðslu, sum teir eisini hildu fram til hálvleiks, tá ið støðan var 10-7 til StÍF. Í seinna hálvleiki komu kollfirðingarnir inn aftur í dystin, og teir megnaðu at stríða seg upp á javnleik 13-13 um miðjan seinna hálvleik. Tað tóktist tó sum um, at stríðið fyri at koma upp á javnt, hevði kostað teimum nógva orku, tí sein- asta korterið av dystinum sat heimaliðið á so at siga øllum. Serliga Leivur Justinus- sen var væl upplagdur á heimaliðnum, og ungi mað- urin gjørdist eisini topp- skjútti við átta málum. Eis- ini Alexandur Johansen var væl fyri, og hann skeyt sjey av málunum hjá StÍF. Við at vinna seinasta korterið av dystnum 10-4 tryggjaði StÍF sær ein tryggan sigur í einum dysti, sum bert stutta løtu framm- anundan sá út til at kunna fara báðar vegir. Komandi vikuskifti fáa strandingar vitjan av botn- liðnum Neistanum, sum við einum sigri kann toga seg upp um StÍF aftur. Kollfirðingar skulu kom- andi vikuskifti á eina sera trupla uppgávu, tá ið teir skulu til Havnar at dystast við oddaliðið Kyndil. Í síðsta fótbóltsdyst- inum yvirhøvur í Danmark í ár var ikki pláss fyri Toda Jóns- son, sum hóskvøldið var á vøllinum fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir DANMARK Jóannes Hansen Í Danmark og í Norður- londum yvirhøvur er tað, sum tað er í Føroyum. Fót- bólturin hevur tað best frá apríl og inntil fyrst í okto- ber. So ber veðrið tað við sær, at umstøðurnar gerast minni góðar, og tað sást oftast aftur í avrikunum. Seinastu árini er tað tó vorðið alt meiri vanligt, at størstu feløgini og harvið bestu liðini hava fingið betri umstøður. Hitarør eru løgd undir grasið, og tískil eru meiri ella minni runu- dýkiskendir grasvallir broyttir til grønar máttir, har tað eisini í myrku og køldu tíðini ber væl til at spæla góðan fótbólt. Síðsta dømið um hetta var sunnudagin. Tá hittust størstu feløgini í Danmark, Brøndby og FCK, í Parkini í Royal Liguni. Knappliga 22 túsund áskoðarar nýttu seinnapartin annan sunnu- dag í atventini á størsta fót- bóltsstadion í kongaliga bý- num, og tey fingu fínt undir- hald fyri atgongugjaldið. Úrslitið var 1-1. Báðir venjararnir vóru væl nøgd- ir, men Brøndby venjarin, Michael Laudrup, helt eftir dystarlok, at úrslitið átti heldur at havt verið 3-3. Hann sipaði harvið til, at báðir partar høvdu havt fleiri góðar málmøguleikar. Brøndby var omaná í 1. hálvleiki, tá ið teir eisini komu á odda. Thomas Kahlenberg, sum verður roknaður at vera ein tann besti spælarin í Danmark í ár, skoraði úr so spískum, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at tað skuldi bera til at fáa mál úr tí støð- uni. Tá vóru tveir minuttir eftir at fyrra hálvleiki. Eftir steðgin var heimaliðið omaná. Áskoð- ararnir høvdu ikki stundir at hugsa um vetur og myrkur og kulda. Tað leikaði á frammanfyri bæði málini, og málverjarnir báðir høvdu fleiri góðar bjargingar. Tá ið FCK undan summ- arsteðginum tryggjaði sær meistaraskapin, var tað suð- urafrikanski eykaspælarin, Elrio van Heerden, sum skoraði avgerandi málið. Bæði í málleysa javnleik- inum í Tromsø hóskvøldið og sunnudagin var hann millum teir fyrstu ellivu, og tólv minuttir undan leikloki skoraði hann útjavnandi málið. Í FCK verður roknað við, at lítli og evnaríki spælarin, sum sunnudagin leingi var á miðvøllinum í høgru, men var meiri sentralur miðvallari, tá ið hann skoraði málið, næsta ár fer at fáa nógv meiri spælitíð, enn hann higartil hevur fingið. Undir venjing hevur hann leingi víst, at tað er dugur í honum. Persónligur sigur Todi Jónsson var ikki á vøllinum sunnudagin. Peter Møller og Zuma vóru í fremstu røð. Teir høvdu báðir góðar møguleikar at gera mál, men eykamál- verjin hjá Brøndby, Zaza, bjargaði væl. Todi Jónsson var á vøllinum síðsta stóra korterið í Tromsø hós- kvøldið, tá ið hann loysti Zuma av. – Tá ið eg varð skaddur fyri trimum mánaðum síð- ani, hevði eg roknað við, at tað fóru at ganga seks vik- ur, áðrenn eg aftur var førur fyri at spæla. Tá ið tað vísti seg, at skaðin var álvarslig- ari enn so, setti eg mær fyri, at eg skuldi koma á vøllin aftur áðrenn vetrarsteðgin. Tí taki eg hetta sum per- sónligan sigur, og nú kann eg við fullari ferð fara undir fyrireikingarnar til seinnu helvt av hesum kappingar- árinum, sigur Todi Jónsson. Í FCK eru ikki allir so væl nøgdir. Vinstri vong- verjin, Peter Christiansen, er so harmur um, at hann sunnudagin misti sessin og ikki var millum teir fyrstu ellivu, at hann tosar um at skifta felag. Málverjarnir, Magnus Kihlsted og Balázs Rabóczki, vóru so mikið skaddir, at teir vóru ikki førir fyri at spæla. Tí var triði málverjin Benny Gall millum stólparnar. Tað hev- ur leingi verið ein trupul- leiki hjá FCK, at málverjar- nir ikki hava verið nóg støðugir. Í gjár varð í donsku miðlunum tann møguleikin nevndur, at FCK í vetrarsteðginum fer at keypa Viborg málverjan Jesper Christiansen, sum er ein av teimum bestu í Dan- mark. Hann er annars sátt- málabundin at Viborg inntil á sumri í 2006. Framvegis spennandi Í Royal bólkinum, sum Brøndby og FCK eru í, er einki avgjørt. IFK Gøte- borg er fremst við seks stig- um, FCK hevur fimm, Brøndby fýra, og Tromsø hevur bara fingið stigið í javnleikinum móti FCK. Esbjerg og OB eru eisini við í Royal kappingini. Tað hevur gingið striltið hjá Esbjerg, og teir høvdu givið skarvin yvir fyri at røkka nøkrum sum helst í kapp- ingini, tá ið teir sunnudagin fóru á Råsunda, svenska tjóðarvøllin, í Stokholm. Púra óvæntað eydnaðist tað Esbjerg fyrsta hálva tíman at skora trý mál og harvið at vinna 3-0 á Djurgården. Og nú hava teir aftur fingið blóð á tonna í Esbjerg. Í Odense tykist áhugin millum áskoðararnar ikki at vera eins stórur fyri hesi kappingini, sum hann er í Keypmannahavn. Bara trý túsund møttu fyri at síggja OB spæla móti Brann úr Bergen. Fáu áskoðararnir vóru í góðum hýri, tí heimaliðið vann 2-1. Hetta var fyrsta ferðin, at Brann ikki fekk fult í hesi kapp- ingini. StÍF-KÍF 24-17(10-7): Enn ein sigur til strandingar StÍF-KÍF 24-17(10-7) StÍF: Leivur Justinussen 8, Alexandur Johansen 7(2), Sveinur Justinussen 3, Borgar Danielsen 2, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Pauli G. Hansen 1 KÍF: Mirko Milenkovic 4(3), Gert Hansen 4, Eddie Joensen 4, Teitur Joensen 3, Rógvi Weihe 1, Jóan Pauli Olsen 1 Brotskøst: StÍF 2(2), KÍF 4(3) Útvísingar: StÍF 5, KÍF 5 Dómarar: Kristjan Johansen og Dánjal Samuelsen FAKTA UM DYSTIN Flott kongaligt punktum Eddie Joensen skeyt fýra av málunum hjá KÍF, sum noyddist at lúta fyri StÍF á Skála sunnudagin. savnsmynd