Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2004 19 Stjørnan-Neistin II 32-19(13-5) Stjørnan spákaði í hálvfinaluna Greipuvinnararnir úr Stjørnuni høvdu lætt- an dyst í fjórðingsfin- aluni í Coca-Cola Cup kappingini, tá ið tær leygardagin høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá Neistanum COCA-COLA CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ongantíð nakar ivi um, at verandi steypavinnar- arnir úr Stjørnuni fóru at spæla seg í hálvfinaluna, tá ið tær í fjórðingsfinaluni leiktu móti næstbesta liðn- um hjá Neistanum. Og tað var serliga ein spælari, sum gjørdi av, at neistakvinnur- nar skuldu vita, at tær einki høvdu at koma eftir. Unga Maria við Neyst gjørdi ikki mætari enn at skjóta fimm mál á rað teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum, og tá ið Neistin ikki megnaði at svara aftur ein tí einastu ferð hesa løtuna, hevði heima- liðið lagt seg á odda 5-0, og so stóð skriftin á vegginum. Tóku sær av løttum Stjørnan legði sum áður- nevnt beinan vegin sjógv millum seg og gestirnar úr Havn, og munurin bara økt- ist, so hvørt sum dysturin leið. Tað sást á øllum brøgdum at munurin á toppinum í bestu deildini og næstbestu deildini er stórur, og hóast neista- kvinnurnar stríddust óført, so var ikki nógv hjá teim- um at gera. Heimaliðið var snøgt sagt einar tveir klassar betri, og høvdu tær ikki tikið sær av løttum til tíðir, hevði hálvleiksleiðslan verið væl meiri enn 13-5. Eftir steðgin kom eitt sindur meiri av ferð í dyst- in, og bæði liðini fingu meiri gongd á málskjóting- ina. Stjørnan var allatíðina greitt á odda, hóast Neistin fekk minkað um munin niður í seks mál, so gjørdi heimaliðið bara enn ein vørr og økti, og seinastu løtuna av dystinum gekk orkan undan hjá gestunum úr Havn, og so var tað lætt hjá Stjørnuni at økja mun- andi um sigurin. Hondbóltsstøður v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 8 6 - 0 - 2 251 174 77 12 2 VB 7 6 - 0 - 1 214 142 72 12 3 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 163 123 40 12 4 Søljan 8 4 - 0 - 4 223 198 25 8 5 VÍF 8 4 - 0 - 4 187 186 1 8 6 StÍF 7 1 - 1 - 5 150 186 -36 3 7 Kyndil 7 1 - 1 - 5 131 192 -61 3 8 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 135 253 -118 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 9 7 - 0 - 2 281 220 61 14 2 VÍF 9 5 - 0 - 2 265 229 36 14 3 H71 9 4 - 0 - 5 267 263 4 8 4 KÍF 9 4 - 0 - 5 223 244 -21 8 5 StÍF 9 3 - 0 - 6 239 272 -33 6 6 Neistin 9 2 - 0 - 7 237 284 -47 4 Tað eydnaðist leygar- dagin Søljuni at spæla seg í hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini við at vinna á VÍF á Giljanesi COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í einum spennandi dysti á Giljanesi leygardagin eydn- aðist tað Søljuni at basa vestmannakvinnum og harvið tryggja sær sess millum fýra tey seinastu liðini í Coca-Cola kapping- ini hjá kvinnum. Málfátækt Dysturin var rættuliga javn- ur millum liðini bæði, og serliga í fyrra hálvleiki gekk javnt á, og liðini skift- ust um at hava leiðsluna. Tað gekk rættuliga striltið hjá liðunum báðum at fáa mál, og besta prógvið um hetta er, at eitt skifti í fyrra hálvleiki var eitt tíðarbil upp á átta minuttir, har hvørki liðið fekk skorað. Stutt áðrenn farið var til hálvleiks, legði VÍF seg á odda 7-6, men við bert tveimum minuttum eftir at leika í fyri steðgin, fekk Søljan skorað tvey mál, og tískil vóru tað tær, ið vóru á odda, tá ið steðgur var. Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið eisini betru byrjanina, og tær komu á odda 11-7, áðrenn tað aftur eydnaðist VÍF at koma á máltalvuna. Eftir hetta tókt- ist tað lítið sannlíkt, at gestirnir fóru at koma inn aftur í dystin, og so var eisini. Søljan helt seg alla- tíðina minst trý mál framm- an fyri gestirnar, og tí eru tað tær, sum eru við í hatt- inum, tá ið lutur skal kast- ast um, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum. StÍF og Neistin í kvøld Í kvøld verður ein dystur í Sunset kappingini leiktur á Skála. Har fær heimaliðið StÍF vitjan av Neistanum. Dysturin verður klokkan átta, og dómarar verða Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen. tn Neistin vann trygt Fjórðingsfinalan millum Neistan og StÍF bleiv leikt longu farna mikukvøld. Her var ongantíð nakar ivi um, hvagar sigurin fór, og Neistin vann ein tryggan stórsigur 28-16 á StÍF. Harvið eru neistakvinnur klárar til hálvfinaluna. Vit hava tíverri ikki fingið nakran dómaraseðil sendandi og hava tískil einki dystarhagtøl. tn Tjaldur møtti ikki í Vági Fjórðingsfinalan í Vági millum VB og Tjaldur bleiv av ong- um, tí at Tjaldur møtti ikki COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Vágskvinnnur fingu onga dystarvenjing farna viku- skifti. Fjórðingsfinalan, ið tær skuldu leika á heimavølli móti Tjaldur, bleiv av ongum, tí at gest- irnir møttu ikki. Bogi Mortensen frá VB sigur, at Tjaldur boðaði frá undan dystinum, at tær ikki komu suður, so tað var ikki soleiðis, at VB- leikararnir stóðu íhøllini og bíðaðu eftir mótstøðu- liðnum. Hinvegin kenna tey seg í Vági ikki sum vinnarar, tí felagið hevur mist fitt av peningi, tí at dysturin ikki bleiv leiktur. Vanliga er fitt av fólki til heima- dystirnar hjá VB, og Bogi Mortensen metir, at inntøkurmissurin hjá VB liggur um einar 5-6000 krónur, og tað er nógvir pengar hjá Vágs Bólt- felag, sigur hann. Søljan-VÍF 16-13 (8-7) Søljan í hálvfinaluni