Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 234 - 7. desember 2004 Eingin steðgar klaksvíkingum Tey sum høvdu vænt- að og vónað, at koll- firðingar fóru at geva oddaliðnum úr Klaksvík mótstøðu sunnudagin, gjørdist vónbrotin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Við styrktum liði í fjórða umfari, vundu klaksvíking- ar burturúr kollfirðingum, sum hinvegin vóru nakað viknaðir í mun til fyrstu trý umførini. Eyðun Nolsøe telvaði sítt fyrsta talv í vet- ur fyri barndómsfelagið og hjá kollfirðingum var eing- in Torbjørn Thomsen hesa- ferð at finna á 2. borði. Hetta var helst høvuðsor- søkin til, at úrslitið gjørdist 3,5-0.5 til klaksvíkingar. Einans Hans Kristian Sim- onsen gav kollfirðingum stig við sínum javnleiki móti Eyðuni. Hjá koll- firðingum kennist tað helst sum at fáa nevan framaná, tí nú kunnu teir gloyma alt um gullið. Møguliga kunnu teir hótta havnarmenn á øðrum plássi, men eisini mong stig eru upp til teir. Sorl í Havn Vestmenningar fingu lítið við heimaftur, tá teir vitj- aðu í Havnini. Martin Poul- sen og John Rødgaard leiktu ein drúgvan javnleik á 1. borði, har John trýsti við sínari meirfinnu. Men ólíkalittu bisparnir bjarg- aðu helst Martini. Hinir havnarmennirnir vunnu allir, men als ikki uttan stríð, sigst. 3,5-0,5 gjørdist tí úrslitið. Hetta merkir, at havnarmenn eru teir ein- astu, ið kunnu bjóða for- msterku klaksvíkingarnar av í kappingini um gull og heiður. Samstundis fullu vest- menningar niður á eitt fjórða pláss, yvirhálaðir av hvalvíkingum, sum vunnu 4-0 á toftamonnum. Rógvi W. Rasmussen styrkti væl um liðið hjá hvalvíkingum. Stríðið um triðja pláss stendur í løtuni millum hvalvíkingar, vestmenning- ar og kollfirðingar.Við nær- um vissu ber longu nú til at siga, at toftamenn ikki megna at halda sær uppi í 1. deild. Fimta umfar verður komandi vikuskiftið og tá verður millum annað odda- brak millum klaksvíkingar og havnarmenn. 2. deild og 3. deild Tað eru framvegis klaks- víkingar og sandavágs- menn sum serliga skara framúr í 2. deild. Klaksvík- ingar hava eitt sterkt 2. lið, nú 1. liði hjá teimum er styrkt við Eyðuni. Og tað sást eisini aftur sunnu- dagin, tá teir vunnu 4-0 á Havnini b. Gøtumenn hava tvey lið í 3. deild og A-liðið hjá teimum tykist at vinna deildina. Teir eru hálvtriðja stig framanfyri vestmenn- ingar á øðrum plássi. Føroyingar næstfremstir Útisetafelagið leikti topp- dyst um vikuskiftið í donsku skakliguni. Fram- anundan mett, varð dystur- in móti Helsingør ringur at spáa um, men tá Helsingør vantaðu tveir sterkar telvar- ar, vuksu vónirnar um eitt gott úrslit. Tað byrjaði annars sera illa, tí eftir einir tríggjar tímar var støðan 2,5-0,5 til Helsingør. Hóast verri støð- ur í miðspælinum á flest øllum hinum borðunum, brúktu føroyingarnir albog- ar sínar væl og vunnu loks- ins 4,5-3,5. Heini Olsen, Heini Danielsen og Pól Martin Hansen vunnu síni talv. Flóvin Tór Næs, Carl Eli N. Samuelsen og Terji Petersen leiktu javnt, með- an danin Nicolaj Borge og John Nilssen taptu. Góða úrslitið hevur við sær, at Talvfelagið Føroyar er á øðrum plássi eftir trý umfør í bestu donsku deild- ini. Danmarksmeistararnir úr Helsinge eru framvegis tryggir á odda við 18 stig- um móti 13,5 stigum hjá Talvfelagnum Føroyum. Helsingør hevur somuleiðis 13,5 stig, men hava verri dystarstig enn føroyingar. Ein sera góð - og óvænt- að - støða hjá útisetum at hava, tá farið verður í holtur við aðru helvt. Fjórða um- far verður 16. januar og tá hitta føroyingar Brønshøj. Støðan í Skakliguni Helsinge 18,0 TF Føroyar 13,5 Helsingør 13,5 Sk 1968 13,0 Brønshøj 11,0 Skolerne 11,0 Nordre 10,0 K41 5,0 Úrslit og støður 1. deild Kollafjørður - Klaksvík 0,5-3,5 Hans Kristian Simonsen Eyðun Nolsøe 0,5-0,5 Eyðálvur Johannesen Ólavur Simonsen 0-1 Bernhard Thomsen Finnbjørn Vang 0-1 Grettir Djurhuus Rani Nolsøe 0-1 Hvalvík - Toftir 4-0 Rógvi W. Rasmussen Wensil Højgaard 1-0 Finnbjørn Zachariassen Øssur Hansen 1-0 Martin Brekká Justinus Hansen 1-0 Gunnar Joensen Oddmar Andreasen 1-0 Havnin - Vestmanna 3,5-0,5 Martin Poulsen IM John Rødgaard 0,5-0,5 Olaf Berg Jákup á R. Andreasen 1-0 Bogi Ziska Samson Højgaard 1-0 Herluf Hansen John Jacobsen 1-0 Støðan 1. Klaksvík 13,0 2. Havnin 10,5 3. Hvalvík 8,0 4. Vestmanna 7,5 5. Kollafjørður 6,0 6. Toftir 2,0 Støðan í Skakliguni Helsinge 18,0 TF Føroyar 13,5 Helsingør 13,5 Sk 1968 13,0 Brønshøj 11,0 Skolerne 11,0 Nordre 10,0 K41 5,0 Nicholas R. Nielsen (Helsingør) - Flóvin Tór Næs Skakliga 2004/2005 (3. umfar) 05.12.05 Flóvin hevði eitt skiftið vinnandi fyrimun, men í tíðneyðini kom hvítur fyri seg. Vit eru nú djúpt inni í talvinum. Hvítur hevur júst tikið svørtu finnuna á c3 við konginum. Flóvin var skjótur og leikti: 77...Rc2+! 78.Kxc2 patt og harvið javnleikur. Patt úr Skakliguni Hans Kristian Simonsen var einasti maður hjá kollfirð- ingum, sum megnaði at fáa stig móti klaksvíkingum Savnsmynd Skakliga 3. umfar Helsingør 3,5 - 4,5 Talvfelagið Føroyar GM Sune Berg Hansen 2558 1-0 2404 IM Nikolaj Borge Ole Bøgh Larsen 2235 1-0 2403 John Arni Nilssen Michael B. Jørgensen 2192 0-1 2359 Heini Olsen Nicholas Roland Nielsen 2195 _-_ 2303 Flovin Tór Næs Kristian Vinther Juul 2084 _-_ 2195 Carl Eli Nolsøe Samuelsen Sandra de Blecourt 2066 0-1 2149 Heini Danielsen Ib Jensen 1961 _-_ 2022 Terji Petersen Aage Petersen 1940 0-1 1848 Poul Martin Hansen - Upplýst eru donsku ratingtølini