Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2004 21 Meistaradeild, kvinnur: TB koppaði Mjølnir TB steðgaði sigurs- røðini hjá Mjølnir- kvinnum, tá ið topp- dystur var í Klaksvík sunnudagin. ÍF- kvinnur vunnu aftur, og SÍ hevur framvegis einki stig FLOGBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin var toppdystur millum tey bæði liðini, sum higartil í ár hava verið nógv best í meistaradeildini hjá kvinnum. Mjølnir hevði vunnið all- ars sínar sjey dystir áðrenn hendan dystin, og TB hevði bara tapt einaferð – tað var fyri Mjølni á heimavølli. Tað var tí eitt sindur óvæntað, at dysturn endaði við einum rímiliga tryggum sigri til gestirnar av Tvør- oyri. TB vann dystin 3-1, og í einum av settunum var tal- an um niðurspæling av Mjølni. Kvinnurnar úr Klaksvík løgdu tó best fyri og vunnu fyrsta settið. Næsta settið gekk javnt á, men TB hevði munin og vann 25-21. Í triðja settinum gekk flúgv- andi hjá TB, meðan alt steðgaði upp hjá Mjølni. TB vann heili 25-10, og eftir hetta var ongin vegur aftur, og TB vann dystin 3- 1, tá ið tær eisini vunnu fjórða settið 25-19. Spældu uttan trýst Tað mundi koma óvart á tey flestu, at TB kundi vinna toppdystin so sannførandi, og kanska var uppskriftin júst tann, at kvinnurnar av Tvøroyri høvdu einki at tapa. – Eingin væntaði, at vit fóru at vinna hendan dyst- in, og tí var heldur einki trýst á okkum. Vit kundu spæla púra frítt, og tað gav eitt gott úrslit, heldur Gudr- id Nolsøe. Hóast TB tapti tað fyrsta settið, so góvu tær ikki upp, og so hvørt sum dysturin leið, so vóru tað tær, sum vóru við yvirlutan. – Ein orsøk til, at vit vunnu hendan dystin, kann vera, at vit eru komnar í bet- ur venjing, enn vit hava ver- ið, heldur Gudrid Nolsøe. Tá ið tær spældu ímóti Mjølnir á heimavølli í farna mánaði, taptu tær heili 3-0, so her var sum vent í holuni. – Vit høvdu einki at tapa í hesum dystinum, vit fingu ein kjans, og vit tóku hann, sigur Gudrid Nolsøe. Nógv mistøk kostaðu Kvinnurnar á liðnum hjá Mjølni ásannaðu eftir dyst- in, at tær høvdu tapt ímóti einum betri liði hendan dagin. – Vit vóru uppsettar til dystin og løgdu harðliga fyri. Vit vunnu fyrsta settið, næsta settið var javnt, men í triðja settinum gekk tað heilt galið hjá okkum. Vit gjørdu nógv mistøk, bæði í móttøkuni og frammi við netið, og tað kostaði, sigur Marjun Kalsø, sum hevur flest royndir á liðnum hjá Mjølni. Eftir hetta kláraði Mjøln- ir ikki at fóta sær aftur, og TB vann tá ið samanum- kom ein tryggan sigur í toppdystinum. – TB hevði takið á okkum í hesum dystinum, tær løgdu press á okkum, og vit gjørdu alt ov nógv mistøk til at kunna vinna dystin, sigur Marjun Kalsø. Hon heldur, at Mjølnir ofta stendur seg illa júst um hesa tíðina. – Vit kunnu ikki venja sum vant, tí royndir eru í fimleikahøllini, og upp- møtingin upp undir jól er ikki, sum hon vanliga er. Tað sæst aftur í úrslitunum hjá okkum, og tað hevur tað gjørt næstan á hvørjum ári, sigur Marjun Kalsø. ÍF vann aftur Leygardagin høvdu kvinn- urnar hjá ÍF vitjan av KÍF, syum hevur fingið góð úr- slit í ár, og aftur hesaferð vann ÍF. Úrslitið var 3-0 til ÍF. Dysturin var kanska eitt sindur javnari, enn úrslitið í settum kundi bent á, tí øll settini vóru jøvn. ÍF vann settini 25-22, 25-23 og 25- 22. SÍ, sum einki stig hevur fingið í hesum kappingar- árinum, hevði leygardagin vitjan av Drátti, og kvinn- urnar úr Sørvági høvdu heldur ikki hesaferð eydn- una við sær. Tær vunnu eitt sett (tað er triðja settið, tær hava vunnið í ár), men taptu dystin 3-1. ÍF vann botndystin ímóti Fram í høllini á Kambsdali leygardag- in, og SÍ styrkti sína støðu í oddinum, tá ið liðið vann á Fleyr FLOGBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sørvingar hava seinastu vikurnar tikið eitt ordans fet fram í toppin í meistara- deildini hjá monnum. Fyrst vunnu teir á Mjølni, sum byrjaði kappingina nógv best, og tá ið dystur var ímóti Fleyr sunnudagin, vann SÍ aftur. Fleyr byrjaði dystin betur og vann fyrsta settið 25-21. Men so tók SÍ sær um reiggj, og restina av dystin- um vóru tað teir, sum vóru greitt við yvirlutan. Teir vunnu næstu trý sett- ini, og hvørja ferð var væl á muni millum teir og Fleyr. Settini endaðu 25-18, 25- 14 og 25-19. Harvið styrkti SÍ sína støðu í oddinum hjá monn- unum, og nú sjey umfør eru spæld, er SÍ á odda við 12 stigum. Næstu liðini hava átta stig, men Mjølnir kann koma upp á 10 stig, um teir vinna dystin, sum teir eiga til góðar. Fyrstu stigini til Fuglafjørð Menninir hjá ÍF, sum seinnu árini hava fingið góð úrslit í flogbóltinum, hava verið mest sum fyri ongum higartil í ár. Liðið hevur ikki somu styrkina, sum tað hevur havt undanfarin ár, og í teimum fyrstu fimm dystunum var einki stig komið í posan hjá teinum. Teir høvdu vunnið tvey sett, men tað røkkur ikki langt, tá ið talan er um fimm dystir. Leygardagin bar umsíðir til hjá ÍF. Fram, sum heldur ikki hevur staðið seg ser- liga væl í ár, var á vitjan, og ÍF vann dystin 3-1. Fyrri dysturin millum liðini endaði við 3-1 sigri til Fram, men hesaferð vóru tað teir úr Fuglafirði, sum høvdu munin. Hvørki av liðunum kann í løtuni gera sær vónir um at fylgja við hinum trimum liðunum í deildini, sum vísa seg at vera væl sterkari. Fuglfirðingar fingu fyrstu stigini Flogbóltsúrslit Meistaradeild menn ÍF-Fram 3-1 SÍ-Fleyr 3-1 Støðan 1. SÍ 7 19-7 +12 12 2. Mjølnir 6 14-9 +5 8 3. Fleyr 7 15-11 +4 8 4. Fram 6 6-16 -10 2 5. ÍF 6 5-16 -11 2 Meistaradeild kvinnur ÍF-KÍF 3-0 SÍ-Dráttur 1-3 Mjølnir-TB 1-3 Støðan 1. Mjølnir 8 22-7 +15 14 2. TB 8 21-8 +13 14 3. KÍF 8 13-15 -2 8 4. ÍF 8 11-15 -4 6 5. Dráttur 8 16-17 -1 6 6. SÍ 8 3-24 -21 0 SÍ vann toppdystin ímóti Fleyr við greiðum muni, og ÍF kláraði at hála fyrstu stigini heim, tá ið dystirnir í meistaradeildini hjá monnum vóru spældir um vikuskiftið Savnsmynd Mjølnir var ósigrað í sjey dystum áðrenn toppdystin ímóti TB sunnudagin. Men hesaferð noyddust kvinnur- nar úr Klaksvík at lúta fyri TB, sum gjørdist alt betri sum dysturin leið Mynd: SáH