Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 234 - 7. desember 2004 Klaksvíkingar tóku dik á seg, tá teir sein- asta vikuskifti spældu í Havn móti Kaggan- um 2. Teir vunnu 16-2 og hava harvið lagt Kaggan 1 aftur um seg og liggja nú á odda í FM kappingini fyri lið, tó bert tvey stig framman fyri Kagga- liðið, sum spældi í Havnar Klubba og vann tepurt 10-8 TÍÐINDASKRIV Enn er alt ov tíðliga at gera sær nakrar metingar av komandi støðuni í billard- kappingini, nú bert tvey umfør eru spæld. Liðini eru ójøvn, men eiga Klaksvíkar Billardfelag og Havnar Klubbi oddaspælarar, sum við sínum evnum kunnu koma at gera av, hvør vinn- ur kappingina í ár. Her verður serstakliga hugsað um Henrik Petersen og Krisjan Suna Høgnesen, sum longu hava lagt seg væl á odda í kappingini, hyggja vit eftir teimum einstøku úrslitunum. Men hetta er liðkapping, og tí telja øll stigini. Og tí er so mikið meira týdning- armikið hjá øllum hinum spælarunum at draga so nógv stig í hús sum til ber. Og her kann tað vera sera torført at meta og gita, tí flestu av spælarunum eru ójavnir frá einum dysti til annan. Hyggja vit so eftir dyst- inum millum Kaggan 2 og Klaksvíkar Billardfelag, so vóru klaksvíkingar suver- enir. Mistu bara tvey stig. Nýggi maðurin á liðnum, Njál Petersen megnaði at vinna tveir dystir, tó at meðaltalið ikki varð nakað at reypa av., Men tað eru stigini, sum telja. Krisjan Sune hevði ikki ein av sínum allarbestu døgum, tó at hansara meðaltal var om- anfyri 25 og hann hevð i eitt umfar uppá 170 eygu. Kaggin 1 vitjaði í Havnar Klubba. Kappingin gjørdist rættiliga spennandi, tá gest- irnir eitt skifti vóru á odda við 8-2. Steinbjørn í Dali á Kaggaliðnum gjørdi ein øgiligan vørr og vann heilt yvirraskandi at billard- kempuni úr Havnar Klubba og verandi FM-meistara, Henrik Petersen. Steinbjørn fekk 660 eygu, sum man vera eitt av hansara bestu spølum nakrantíð. Henrik var ikki í stoyt- inum henda dystin og fekk góð 400 eygu. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at Henrik vildi ikki hava hetta sitandi á sær og tók hann bart út og avbukaði Jan Müller, sum ikki fekk ein fót fyri seg í tí dystinum. Jan megnaði so dánt at toga seg upp um tey 200 eyguni, sum má sigast at vera nakað av tí vánaligasta hann hevur spælt, meðan Henrik bara dróg longur og longur frá honum sum dysturin leið. Henrik endaði á 760 eyg- um og fekk samanlagt meira enn 32 eygu í meðal fyri sínar dystir. Hann vann so eisini á Bjarna Skaalum við 786 eygum. So hóast hann tapti ein dyst, so vísti hann enn einaferð, at hann avgjørt er besti billard- spælarin í landinum. Niels Nielsen, sonur gamla billardveteranin, Eirik Nielsen, hevur verið ójavnur í kappingini higar- til, men hóast hann hevði okkurt vánligt spæl í hesi kappingini, so megnaði hann tó at hála seg up á tey 20 eyguni í meðal. Í sein- asta dystinum fekk hann 500 eygu móti Steinbjørn og vann. Bjarni á Kagganum, sum kann fella nógvar keylur, tá góða lagið er á honum, var ikki í stødinum henda dag- in. Hann tapti tveir av trim- um dystum. Kortini megn- aði Mimir at vinna við 10- 8. Jan, sum hevði eitt sítt vánaligasta meðaltal nakr- antíð í eini kapping, megn- aði eitt nú at vinna tveir av sínum dystum, tepurt móti Niels og Carsten Hansen. Í hesi kappingini var hann tað heilt stóra vónbrotið, tí hann tapti allar sínar dystir. Skal Havnar Klubbi gera sær nakra vón um at vinna kappingina í ár, so má Carsten royna at finna gamla stevið aftur, tí hann kann vísar framúr gott bill- ardspæl. So enn eru ikki allar súðir syftar. Carsten er eisini tann, sum bráddliga kann taka annars góðar spælarar á bóli. Hyggja vit so eftir teim- um individuellu úrslitunum í liðkappingini, so síggja vit, at Henrik og Kristian Sune skara heilt framúr. Henrik hevur fingið góð 32 eygu og góða 31 eygu í meðal, meðan Krisjan Sune hevur fingið nærum 34 eygu og 25 eygu í meðal fyri sínar seks dystir. Nevnast kann, at Krisjan Suni í kappingini í Klaksvík móti Havnar Klubba herfyri fekk ein dyst uppá 900 eygu, sum er av tí mesta, sum er spæl á bill- ardborði her heima. Støðan í 1. deild er nú tann, at Klaksvíkar Billard- felag er nr. 1 við 26 stigum, Kaggin 1 er nr. 2 við 24 stigum, Havnar Klubbi er nr. 3 við 16 stigum og aftast er Kaggin 2 við 6 stigum. Ein dystur hevur verið í 2. Deild. Har vann Klaks- víkar Billardfelag 1 18-0 móti Klaksvíkar Billard- felag 2. Ein gamal kenning- ur var við á tí betra liðnum. Niclas Heri Jákupsson, sum áður hevur spælt á 1. deildarliðnum men hevur havt eina langa pausu, er nú við aftur. Hann fekk góð 13 eygu í meðal. So við nakað av dystarvenjing kann hann gerast stjørnan, sum fer at lýsa í næstubestu deildini. Allan Larsen og Óli Biskupstøð vóru hinir á liðnum og komu teir eisini væl frá dystinum við umleið 9 eygum í meðal, sum má sigast at vera gott. Billard-FM: Klaksvíkingar løgdu Kagga afturum seg