týsdagur 7. desember 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2004
23
Almannastovan
Tórshavn
1)– at stuðla og hjálpa eini 5 ára goml-
um fjølbrekaðum drongi á allan hátt,
við venjingum og spæli og fara við
honum til viðgerð.
Arbeiðið er í heiminum hjá barninum
og við tilknýti til dagstovn.
Tímatali er 30 tímar um vikuna,
skiftandi morgun og seinnapart.
Neyðugt er, at tann í settur verður
hevur koyrikort.
Eisini verður søkt til sama barn, eftir
avloysara fyri stuðulsfólk í barns-
burðarfarloyvið.
Arbeiði er náttarvakt 3 og 2 nætur um
vikuna.
2) – stuðulsfólk til 3 ára gamlan drong,
10 tímar um vikuna.
Arbeiðið hjá stuðlinum er at umlætta
familjuna.
Arbeiðstíðin er skiftandi, tó mest
seinnapartar og tíðliga kvøld.
Eysturoy
3) – at stuðla og stimbra einum 7 ára
gomlum drongi.
Arbeiðið verður gjørt heima hjá
barninum, í útibarnagarði og við
tilknýti til Rók í Saltnesi.
Tímatali er 35 tímar um vikuna, men
verður tímatalið væntandi broytt til
færri tímar frá 01.03.05
4) – lýst verður eftir avloysara fyri
stuðulsfólk í barnsburðarfarloyvið.
Arbeiðið er at stuðla og hjálpa eini 7
ára gamlari rørslutarnaðari gentu.
Arbeiði er fyri tað mesta fyrrapartar og
fer fram í heiminum hjá barninum.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna.
Sandoy
5) – at stuðla, stimbra og við miðvísari
venjing hjálpa einum 4 ára gomlum
fjølbrekaðum drongi.
Arbeiðið er 40 tímar aðru hvørja
viku og skal stuðulin m.a. fara við
barninum til Havnar til viðgerðir.
Neyðugt er at tann í settur verður
hevur koyrikort.
6) – at stuðla og hjálpa einum 7 ára
gomlum drongi.
Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá drong-
inum og er m.a. einaferð um vikuna at
fara við honum til viðgerð í Havn.
Tímatali er 12 tímar um vikuna
Setunarviðurskiftini eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarðandi yrkisfelag í mun til
uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Ragnhild Dahl á tlf.nr. 35 35 10,
gerandisdagar millum klokkan 09:00
og 15:.00.
Umsóknir saman við upplýsingum um
útbúgving, royndir og møguligum
viðmælum, skulu verða
Almannastovuni
J. Broncksgøta 27
Postboks 3096
110 Tórshavn
í hendi í seinasta lagi 21.12.04
Í umsóknini skal vera tilskilað upp-
gávunummar.
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur Stimbran Umlætting
Størvini eru hesi: