týsdagur 25. juni 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Hetta er betonghugsan
og grønvasking. Tað held
ur Tráðin Peturson Nón
klett, sum hevði sæti á
býráðsfundinum í Havn
hóskvøldið fyri Marina
Katrinu Frýdal.
Býráðið
umrøddi
spurningin
um,
hvat
skal gerast við alt grót
ið, sum kemur úr Sand
oyartunlinum og Marin
Katrina Frýdal, sum er
býráðslimur fyri Tjóð
veldi, fór av fundi, tá ið
málið varð umrøtt, tí hon
er ógegnið við tað, at hon
er nær skyld við festaran,
har talan hevur verið um
at tyrva grótið.
Annars hevur talan
verið um at gera eitt
ídnaðarøki á Gomlurætt,
men varamaður hennara,
Tráðin Peturson Nón
klett, heldur ikki, at Tórs
havnar Kommuna skal
gera eitt vinnuøki afturat
í Tórshavnar Kommunu.
Hann heldur at før
oyingar dálka alt ov illa,
og vit lata alt ov nógv av
veðurlagsgassi út í loft
havið - og tað veksur ár
um ár.
Orsøkin
til
tað
er
einføld, og hon er, at vit
framleiða ov nógv, so
tað er skeivt at birta upp
undir meiri útlát, heldur
hann.
– Hetta er løtuvinning
ur og stuttskygd hugsan,
segði hann.
Hann heldur ikki, at
Tórshavnar
Kommuna
hevur ábyrgdina av at
bjarga tunlafelagnum og
Landsstýrismanninum í
samferðslumálum undan
einum trupulleiki.
Tí heldur hann, at
grótið skal brúkast til
onnur endamál, eitt nú
at verja fyri fornminnum
í Kirkjubø ella til at fylla
í nøkur av teimum grót
brotunum, sum eru gjørd,
og sum skemma náttúru
na.
– Vit banna einnýtis
íløtum av plasti, men tá ið
vit samstundis gera fleiri
ídnaðarøki, er hetta ikki
annað enn grønvasking,
sigur hann.
Grønvasking
merkir,
at vit látast av vera um
hvørvisvinarligari enn vit
í roynd og veru eru.
– Meina vit tað í álvara,
at útlátið skal minka,
eigur býráðið at binda
seg til at minka tað, og
tað samsvarar ikki við
eina ætlan um at gera
eitt ídnaðarøki afturat,
sigur Tráðin Petursson
Nónklett.
Hann sigur, at hetta
er ikki tað sama sum at
vinnulívið skal niður
lagast.
– Vit skulu sjálvandi
hava okkurt at liva av,
men í løtuni liva vit ikki
burðardygt. Og heldur
enn at skapa meiri vinni
lív, eiga vit at stytta ar
beiðsvikuna, so at vit fáa
fleiri fólk í arbeiði.
– Vit eiga ikki at halda
fram við 40 tíma arbeiðs
viku fyri at hava gongd
í einum búskapi, sum er
ósunnur, segði varamað
urin fyri Tjóðveldi á bý
ráðsfundinum hóskvøld
ið.
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein trupulleiki
hjá Landsstýrinum, men
nú verður roynt at geva
Tórshavnar
Kommunu
apuna.
Tað staðfesta býráðs
limir í Havn.
Hóast tað verður farið
undir at gera Sandoyar
tunnilin í summar, er
framvegis ikki greitt, hvat
skal gerast við alt grótið,
sum kemur úr Tunlinum
á Gomlurætt.
Og talan er um eina
øgiliga nógd av gróti,
sum
skal
herbergast.
Tað hevur verið upplýst,
at talan er um 500.000
kubikk og fyri at skera
tað út í papp, hvussu nógv
tað er, kann nevnast, at
verður øll rúgvan løgd á
Tórsvøll, hevði hon verið
70 metrar høg.
Býráðslimir
í
Havn
halda, at hetta er ein
trupulleiki, sum lands
myndugeikarnir
eiga
einsamallir.
–Tað eru teir, sum sita
við apuni, men nú verður
roynt at flyta hana yvir
til Tórshavnar kommunu,
halda býráðslimir í Havn.
Verður ov dýrt
Upprunaliga
ætlaði
tunlafelagið
at
tyrva
grótið í haganum, men
nógv hildu tað vera spell,
tí, tí tey halda, at hetta er
tað sama um at tað fer
fyri skeyti.
Síðani varð tosað um
brúka grót til at gera eitt
ídnaðarøki á Gomlurætt
og ein avtalað varð gjørd,
har tunlafelagið ger økið,
sum verður 30.000 til
50.000 fermetrar, men
at
kommunan
síðani
skal yvirtaka tað fyri 28
milliónir.
Bogi Andreasen, for
maður í Vinnunevndini
hjá Tórshavnar Býráð,
sigur,
at
upprunaliga
metti hann, at tað hevði
verið ein góð loysn, men
tað heldur hann ikki
longur.
Tá er økið bara grov
planerað, men so skal
kommunan brúka fleiri
milliónir upp á økið aftur
at til at leggja káplar og
leiðingar av ymsum slagi,
og so verður økið ov dýrt,
sigur hann.
Undir viðgerðini í bý
ráðnum hava býráðslimir
tískil kravt, at tunlafelag
ið eisini skal slætta og
planera øki. Men tað vil
tunlafelagið ikki, tí tey
vilja halda seg til upp
runaligu avtaluna og vilja
ikki spýta meiri pening í
økið.
Teitur
Samuelsen,
stjóri í tunlafelagnum,
hevur áður sagt, at fæst
eingin
onnur
avtala,
verður hildið fast um
upprunaligu
ætlanina
um at tyrva grótið oman
fyri Velbastað.
Fleiri snávingarsteinar
Annars eru tað fleiri
snávingaá vegnum fyri
eini slíkari ætlan. Byggi
samtytin má broytast,
friðingarmyndugleikar
nir skulu góðtaka tað og
Umhvørvisstovan
skal
geva loyvi til at koyra
grótið á sjógv.
Men av tí, at talan er
um
brimpláss,
verður
eisini neyðugt at gera eitt
19.000 fermetrar stórt
grótbrot beint við fyri at
fáa stórt grót at leggj ytst
at verja fyri brimi.
Samstundis er støðan
tann,
at
Gamlarætt
er ogn hjá Landinum,
so tað krevst eisini, at
Landsverk tekur undir
við tí, soleiðis at kom
munan fær økið til keyps
frá Landinum.
Umsitingin hjá Tórs
havnar býráð heldur, at
hetta er eitt gott mál fyri
Kommununa. Umsitingin
vísir á, at kommunan
misti
møguleikan
at
gagnnýta
Gomlurætt,
tá avgerðin um at gera
tunnilsmunnan til Sand
oyartunnilin heilt niðri á
sjálvum havnarøkinum.
Men við at víðka um
økið norðureftir, verður
aftur
møguleikin
hjá
kommunini at fáa nyttu
burtur úr Gomlurætt.
APAN SKAL
IKKI ENDA HJÁ
TÓRSHAVNAR
KOMMUNU
Hetta er betong-hugsan og grønvasking
SKEIVT Tað er skeivt at brúka meiri pengar upp á at gera eitt vinnuøkið aftur
Tað er ikki okkara uppgáva at bjarga
Heðini Mortensen undan einum
trupulleika, halda býráðslimir í Havn
Vit eiga ikki at gera eitt vinnuøki afturat,
heldur Tráin Petursson Nónklett, sum hevði
sæti í Tórshavnar Býráð hóskvøldið