Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 TÍÐINDI Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Heðini Mort­ en­sen, landsstýrismanni í sam­ ferðslumálum, til blaðið í dag. Men fyrr í hesum mánað­in­ um segði hann við www.in.fo, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at grót­ ið verður tyrvt. Hann vísti á, at Landsverk hevur roknað seg fram til, at grótið er vert einar 70 milliónir krónur, og tað er eitt stórt virði at tyrva undir mold. Hann segði, at arbeitt varð við eini ætlan um at brúka ein part av grótinum til verjugarð í Kirkjubø fyri at forða fyri, at forn­minnini har, fara í havið í eini ódn. Somuleiðis verður eisini hugsað um at brúka ein part av grótinum til at breiðka vegin til Kirkjubøar. Hann segði eisini, at ætlanin um eitt ídnaðarøki vsar ikki slept, men hugsað verður eisini um at seta ein skervknúsara upp á Gomlurætt og at knúsa grót­ið at hava at selja til verk­ ætlanir kring landið. Áki Bertholdsen Tað er burtur í vón og viti at føra alt grótið úr Sandoyartunlinum nið­ an í hagan oman fyri Vel­ba­stað, og at tyrva tað har. Tað heldur Annfinn Brekk­stein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Hann heldur, at tað er umhvørvisdálking so tað munar at koyra 500.000 kubikk av gróti niðan í hagan og tyrva tað. Hann heldur, at tað er ein sorgarleikur, sum hann er um at gráta yvir og hann skilur ikki, hvussu tunlafelagið hev­ ur fingið loyvi til tað. Hann sigur, at um­ framt at leggja grót­ið í hagan, skulu 70 senti­ metrar av mold oman yvir, og tær rúgvurnar skulu eisini koyrast til plássið við lastbilum. Og moldin skal eisini takast onkra aðrastaðni frá og tað fer at elva til greflig sár í náttúruni. Eiga at nokta Tí harmast Annfinn Brekk­stein um, at stígur er komið í ætlanina um at gera eitt ídnaðarøki á Gomlu­rætt. Hann heldur, at lands­ myndug­leikarnir hava givið hesum máli alt ov lítlan ans, soleiðis at vit, heldur enn at skulu fleiri kilometrar fyri tyrva grótið í haganum, kunnu koyra 200 metrar og gera eitt ídnaðarøki norðan fyri Gomlurætt. Hann staðfestir, at tað er Tórshavnar Kom­ mu­na, sum hevur ræðis­ rætt­in innan fyri kom­ munu­mark, og hann held­ur, at kommunan eigur rætt og slætt at nokta fyri, at grótið verð­ur tyrvt, tí tað er náttúru­dálking við lít. Og tí heldur hann eisini, at ein avtala fáast við tunla­felagið um at gera ídnað­ar­økið. Á einum borgarafundi á Velbastað í fjør, varð upp­lýst, at talan er um 500.000 kubikk. Verður alt grótið lagt á Tórsvøll, hevði rúgvan verið 70 metrar høg. Tá varð eisini upplýst, at skal grótið koyrast úr tunlinum, niðan í hagan oman fyri Velbastað at verða tyrvt, verður talan um 108.000 last­bil­ar av gróti, sum skulu koyr­ ast, og teir fara at brúka 410.000 litrar av olju og slíta 350 dekk upp í sambandi við koyr­ing­ ina. Bogi Andreasen sigur, at tað eru heilt fáar milliónir, sum skilja part­ar­nar og hann vil lands­stýris­mannin upp í fyri at fáa glið á. Í sambandi við at gagn­ nýta Gomlurætt, hevur tað serliga verið tosað um at gera hana til eitt serligt ferðavinnuøki burturav, kanska ein frítíðardepil. Og møguleikin at gera Gomlurætt størri, kemur ikki aftur, so skal tað vera, skal tað vera nú, held­ur umsitingin hjá Tórs­havnr Býráði. Samstundis verð­ur upp­lýst, at frið­ingar­ myndug­leik­ar­nir eru longu komnir væl ávegis at viðgera mál­ið og samstundis skal Lands­ verk viðgera má­lið í sam­ bandi við ognar­við­ur­ skifti. Um hv ø r v i ss t ova n hevur gjørt eina árins­ met­ing av ætlanunum og niður­støðan er, at tað fer ikki at hava munandi ávirk­an á náttúru og umhvørvið. Stórt spell Hetta var eitt mál, Trónd­ ur Sigurðsson, bý­ráðs­ limur fyri Javnað­ar­ flokk­in, ikki hevur verið heilt tryggur við og tí vildi hann hava málið til umrøðu í býráðnum fyri at vita akkurát, hvør ætlan­in við grótinum er. Og tað fekk hann hós­ kvøldið, tá ið býráðið um­ røddi málið. Sjálvur helt Tróndur Sigurðsson, at tað er sjálvsagt, at ein partur av gróti­num verður brúkt til at tryggja, at fornminni í Kirkjubø ikki fara fyri skeyti. – Tað er stórt spell, at býráðslimir bara yppa øksl, og geva upp, tá ið ein ikki semja fekst í lag við tunlafelagi,, heldur enn at gera eina roynd afturat, heldur hann. Tí vil hann hava bý­ ráðið at gera eina roynd afturat at fáa semju og at leggja eina niðurstøðu fyri býráðið beint eftir summarferiuna. Vit eiga ikki apuna Annika Olsen, borgar­ stjóri, helt, at tann ring­ asta loysnin av øllum er at tyrva tað. – Grót er eitt tilfeingi og tað er spell at tað skal fara fyri skeyti, segði hon. Hon sigur, at sam­ráð­ ingarnar við tunla­felag­ ið gingu væl - líka til spurningurin um planer­ ing­ina varð reistur. –  Vildi tunlafelagið víst ein góðan vilja, hevði tað esini goldið fyri asfaltering og fyri at gjørt økið klárt at brúka, held­ur borgarstjórin. Hon vísir á, at Landið eigur Gomlurætt, og tað stendur teimum frítt fyri at brúka grótið til tað, ella hvat Landið annars vil brúka tað til. –  Men nú roynir lands­myndugleikin at trýsta avgerðina yvir á kommuna, og tað hóvar mær ikki, segði hon. –  Tað er Landið, sum eigur tunnilin, og tað er Land­ið, sum eigur grótið, men nú verður roynt at geva kommununi apuna og gera tað til ein trupul­ leika hjá kom­mununi at sleppa av við grótið. – Kommunan hevur játtað at brúka 28 milliónir til endamálið, men kortini ber tað ikki til at finna semju, tí felag­ ið ikki vil brúka eitt sind­ ur av pengum afturat fyri at finna eina loysn, staðfesti borgarstjórin. Men hon endurtók, at tað er ikki trupulleikin hjá kommununi og tí held­ur hon, at nú má Heð­in Mortensen vísa ein vilja og taka ábyrgdina á seg, heldur hon. –  Vit skulu gera tað púra greitt, at tað er Land­ ið, sum hevur ábyrgdina, og tað er eisini Landið, sum hevur skyldina, skul­ di tað hent, at grótið fer fyri skeyti. Býráðslimir halda at í roynd og veru er tað skeivt at brúka skatta­ pengar hjá havnar­borgar­ um upp á at hjálpa landi­ num burtur úr einum trupul­leika. Av tí sama staðfestu bý­ráðslimir, at teir eru ikki sinnaðir at brúka meiri enn tær 28 millión­ ir­nar upp á at fáa eitt ídanað­arøki á Gomlurætt - og sostatt er framvegis eingin semja um grótið, hóast tað nú eru nakrir heilt fáir mánaðir til borin verður settur á. Ætlan­in er nevniliga at seta á at borga á Gomlu­ rætt beint eftir summar­ feriuna. EIN SORGARLEIKUR Ætlanin, sum fyriliggur, er ein sorgarleikur, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin Hetta er at gráta yvir NÁTTÚRUOYÐING Hetta er náttúruoyðing so tað munar, og skuldi ikki verið loyvt, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin Kortanei til at tyrva grótið EINGIN AVGERÐ Hóast farið verður at bora á Gomlurætt beint eftir summarferiuna, er enn eingin avgerð tikin um, hvat alt grótið skal brúkast til - uttan at tyrva tað í haganum