týsdagur 25. juni 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Hanna Jensen
Á heysti 2015 skrivaðu Framsókn,
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi
samgonguskjal og gjørdu mangar
dýrabærar semjur, sum landsstýr
isfólk flokkana fingu til uppgávu
at útinna. Mangt er eydnast at fáa
á mál – sumt við serliga góðum
úrsliti, annað í kompromis, men tó
sum brúkilig loysn og stig á veg
num. Uppaftur annað fekst ikki
í mál, tí aðrar uttanfyri liggjandi
støður gjørdu tað ómøguligt.
Tað er hugaligt at skriva sam
gonguskjal og enn hugaligari at
síggja síni politisku børn fara til
gongu – sum flokkur og sum ein
staklingur. Nevnast kunnu Menn
ingarætlan fyri sjúkrahúsverkið,
Endurskoðan av fólkaskúlanum
viðvíkjandi lærugreinasamanset
ing, bygnaði og skipan av skúla
ári, Átøk innan kreativar vinnur
so sum filmshús og tónleikaút
flutningsstova, Ein nógv ment
uttanríkistænasta og sendistovu
vurksemi - og eg kundi hildið fram.
Eitt av politisku børnunum, sum
allir flokkarnir eiga sín virkna lut í,
gjøgnum landsstýrisfólk og gjøgn
um tingfólk, er trípartasemjan, sum
varð kunngjørd og undirskrivað í
gjár!
Semjan flokkana millum var - og
eg siteri úr samgonguskjalinum:
“konjukturjavnandi
politikkur”,
“Nýskipaða miðnámsøkið og yrk
isskeiðið, sum vórðu sett í verk í
2013, verða eftirmett”, “Útbúgving
arpolitikkurin byggir á hugsjónina
um lívslanga læru, og farið verður í
holt við at fyrireika at seta á stovn
vaksnamannaútbúgving”, “Útboðið
av kreativum og handaligum út
búgvingum verður økt, herundir
yrkisútbúgvingar...”, “Ætlan verður
løgd fyri lærlingaøkið.”, “Tríparta
samstarv skal á ávísum økjum
styrkja arbeiðsmarknaðin”...og ann
að kundi verið tikið fram.
Eitt drúgt arbeiði varð sett í
gongd á vári í 2016 at fyrireika hesa
ætlanina fyri lærlingaøkið. Hetta
varð handað landsstýriskvinnuni
í september 2018. Allir teir ymisku
partarnir á yrkisútbúgvingarøki
num gjørdu nakrar niðurstøður
og nøkur tilmæli – og tey eru høv
uðsgrundalagið
undir
semjuni,
sum landsstýrið hevur gjørt við
handverksmeistarar/Vinnuhúsið
og við handverkararfeløgini. Yrkis
útbúgvingarráðið
var
forumið
fyri hesum arbeiði, og formaðurin
hevur gjørt eitt stórt og munagott
arbeiði bæði tá og ikki minst nú í
samráðingartíðarskeiðnum
frá
mars til juni.
Tað áhugaverda er, at samstund
is sum álit og tilmæli vóru fyrireik
að vóru fleiri av okkum tingfólkum
sera aktiv at seta okkum inn í
avbjóðingarnar á yrkisútbúgving
arøkinum og m.a. vitja EUX tilboð
í Danmark fyri at bera okkara met
ingar av slíkari skipan við inn í
tvørpolitiska arbeiðið.
Tá eg tók við sum landsstýris
kvinna, hin 14. februar, var fremsta
avbjóðing mín, hvat eg hevði veru
ligan møguleika at fremja, stutta
skeiðið, eg fekk á hesum sinni
innan útbúgvingar- og gransking
armál. Eg valdi rættiliga skjótt at
taka álitið frá september 2018 fram
aftur, við tí í hyggju at seta gongd
á trípartasamráðingar. Nakað – fyri
ikki at siga nógv fyrireikingarar
beiði skuldi nú gerast, og ein hópur
av embætisfólki frá 4 ráðum hevur
seinastu fáu mánaðirnar framleitt
tilfar, hevur fyrireikað til samráð
ingar, hevur fundast saman við
landsstýrisfólkum og vinnupørt
um. Og alt landstýrið hevur gjørt
manngarð um arbeiðið.
Mentamálaráðið, og serliga Yrk
isdepilin, við sínum dugnaliga leið
ara, sum saman við ráðnum varðar
av yrkisútbúgvingunum, hava ver
uliga spent seg fyri at gera endaligar
semjur saman við mær sum lands
stýriskvinnu - væl stuðlað av løg
manni, landsstýrismanninum í
samferðslumálum,
sum
hevur
arbeiðsmarknaðarmál,
eins
og
landsstýriskvinnuni í fíggjarmál
um.
Og hinir báðir partarnir, Hand
verksmeistarar
og
Vinnuhúsið
øðrumegin, og so Føroya Handverk
arafelag og Havnar Handverkara
felag hava hvør í sínum lagi gjørt
sama arbeiði innan síni øki. Og
tað hevur verið ein gleði at síggja,
hvussu álitið millum partarnar
vaks, so hvørt sum vit nærkaðust
í semjum – hóast klokkan politiskt
var fimm minuttir í tólv. Og slíkt
gevur áræði og hug at halda fram
við hesum arbeiðshátti, sum eg nú
veruliga havi fingið meg roynda
við, við stuðli frá øllum teimum
omanfyri nevndu pørtunum.
Samstarv, nógv samskifti og
vilji frá øllum pørtum førdu okkum
á mál. Og semjan er ikki bert allar
tær neyvu broytingarnar í yrk
isútbúgvingarskipanini, sum eg
við mínum hollu starvsfólkum í
skrivandi stund fremji í kunngerð
og øðrum fyrireikingum, men eisini
eitt lyfti millum partarnar um at
samvirka nærri um innihaldið í
nýggja støðishálvárinum, um at
viðgera vaksnamannaútbúgvingar,
eitt av mínum hjartabørnum í sam
gonguskjalinum, um kunning, veg
leiðing og marknaðarføring av
yrkisútbúgvingum – eitt annað av
mínum hjartabørnum í samgongu
skjalinum, eins og ein hóp av øðrum
arbeiði, sum vit MUGU gera í felag!
Hurrá! fyri øllum teimum nógvu
fetunum fram móti støðuni, vit
hava í dag: eina trípartasemju,
hvørs snúningspunkt er yrkisút
búgvingar, og hurrá! fyri tí týdn
ingarmikla endaspurtinum, sum
gjørdi mun, tí allir partar vildu tað!
Tríggir flokkar, tríggir partar gav
úrslitið: Trygg semja!
Tríggir flokkar, tríggir partar, trygg semja
Áheitan á Heðin
Mortensen, lands
stýrismann í arbeiðs
marknaðarmálum
Heðin
Mortensen,
landsstýris
maður í arbeiðsmarknaðarmálum,
legði hin 7. mars 2019 fyri løgtingið
løgtingslógaruppskot nr. 153/2018,
ið snýr seg um at banna mismuni
og tryggja javnviðgerð á arbeiðs
marknaðinum.
Í Degi og Viku hin 11. apríl 2019
boðaði Heðin Mortensen, lands
stýrismaður í arbeiðs-marknaðar
málum, frá, at landsstýrið vil ikki
framhaldandi fremja mismun og
tí fór at taka av rundskrivið um 70
ára fráfaringaraldur.
Sagt varð, rundskrivið skuldi
strikast, tá løgtingslógaruppskot
nr. 153/2018 at banna mismuni og
tryggja javnviðgerð á arbeiðsmark
naðinum varð samtykt av løgting
inum.
Hin
24.
apríl
2019
boðaðu
landsstýrisfólkini
Heðin
Mort
ensen og Kristina Háfoss í tíð
indaskrivi frá, at rundskrivið um
70 ára fráfaringaraldur hjá land
inum skuldi strikast, soleiðis at
aldursmismunur ikki kann verða
gjørdur á almenna arbeiðsmarkn
aðinum.
Fríggjadagin 3. mai 2019 fór
løgtingið í summarfrí. Løgtings
lógaruppskotið at banna mismuni
og tryggja javnviðgerð á arbeiðs
marknaðinum var ikki viðgjørt í
løgtinginum, tá farið varð í summ
arfrí.
Vit, sum hin 2. apríl 2019 lótu
Rættarnevnd løgtingsins áheitan
við áleið 130 undir-skriftum at taka
av almenna fráfaringaraldurin, eru
púra samd við Heðini Mortensen og
Kristinu Háfoss í, at alneyðugt er, at
okkara landsmyndugleikar tryggja,
at tey eldru ikki framhaldandi
verða fyri mismuni á almenna ar
beiðsmarknaðinum.
Nú góðar tveir mánaðir seinni,
er rundskrivið um 70 ára fráfaring
araldur ikki strikað.
Vil landsstýrið ikki fremja mis
mun, er einki er til hindurs fyri, at
rundskrivið um 70 ára fráfaringar
aldur verður strikað!
Vit heita tí staðiliga á Heðin
Mortensen,
landsstýrismann
í
arbeiðsmarknaðarmálum,
um
beinanvegin at strika rundskrivið
um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí al
menna, soleiðis at hesin mismunur
verður strikaður uttan meira drál.
Tórshavn, hin 24. juni 2019
Ingrid S. Henriksen
Bozena Rasmussen
Thordis Skaalum
Takið av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna
Bozena Rasmussen og Ingrid Henriksen handaður Heðini Mortensen,
landsstýrismanni, áheitanina um at taka av 70 ára fráfaringaraldurin