Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Talið av fólki, sum fáa hoy­fepur, hevur verið nógv veksandi seinastu árini. Hetta er serliga gald­andi fyri børn og ung. Hoy­fepur kann viðføra eina verri lívsgóðsku og økta sjúkrafráveru og fólk, sum fáa hoyfepur, kun­nu eisini dragast við trupul­leikar við astma og mat­ovur­viðkvæmi. Tað eru ikki øll, ið hava hoyfepur, sum vita tað, og viðhvørt verða sjúku­ eyðkennini av ávikavist hoyfepuri og krími bland­ að saman. Sjúkueyðkennini av hoyfepuri kunnu eisini vera ymisk frá persóni til persón, og tað kann eisini vera ymiskt, hvussu nógv hoyfepur órógvar hin einstaka ­ og í hvussu langa tíð eyðkennini plága. Hjá nógvum hevur hoy­fepur eina keðiliga ávirk­an á tað sosiala, skúla og arbeiðslív. Men, sleppast kann und­an hesum. Flestu, ið hava hoy­ fepur, hava nevniliga møgu­leikan at liva eitt van­ligt lív uttan stórvegis trupulleikar. Hetta letur seg gera við røttu viðgerðini og vitan­ ini. Hoyfepur er, tá tú ert ovurviðkvæm/­ur fyri eitt nú pollen (blómusáði) og kann tí vera treytaður av árstíðini. Tað eru nógv ymisk sløg av pollen, men í Føroyum er tað gras­ pollen, sum serliga er or­ søk til hoyfepur hjá fólki. Hoyfepur kann eisini standast av innandura andelvi sum eitt nú djóra­ hárum, dustmottum ella blámusoppi og kann tí geva sjúkueyðkenni alt árið. Nøkur góð ráð Heimasíðan www.apotek. fo hevur nøkur góð ráð um, hvat tú kanst gera, um tú ert ein, sum er fongdur við hesum ­ alt eftir, hvørjum tú er ovurviðkvom ella ovur­ viðkvæmur fyri: * Finn røttu heili­vágs­við­ gerðina júst til tín * Lat onkran annan sláa gras­vøllin * Sov ikki við opnum vind­eyga * Lat vindeygu aftur, tá nógv grassáð er í luftini * Brúka sólbrillur, tá tú er úti * Vaska ella skola hárið, áðrenn tú fert í song fyri at fáa pollen úr hárinum * Hav vindeygu aftur, tá tú koyrir í bili * Ikki heingja vaskiklæði út á snór, tá nógv grassáð er í luftini * Innrætta bústaðin væl – uttan teppir ella annað, ið elvir til dust * Dustsúgv ofta og ger javn­an reint * Eingi pelsdjór * Skola eyguni og nøsina við isotoniskum saltvatni, um tú hevur verið, har pollen er Roykur ger verri Lagt verður aftrat, at sjúku­eyðkennini kunnu gerast verri, um tú eitt nú ert, har tubbaksroykur er, osi frá stearinljósi, par­fu­ ma ella roykur frá báli. Tí er skilagott ikki at útseta seg fyri slíkum. Á apotekunum í Før­oy­ um eru útbúgvin starvs­ fólk til reiðar at kunna og hjálpa tær, um tú skuldi havt fyrispurningar um hoyfepur og viðgerð. Hyggja vit eftir, hvat danska apoteksverkið sigur, verður víst á, at talið av fólki, sum sein­ astu 20 árini eru rakt av hoy­fepuri, er vorðið tví- ella trífaldað. Mett verður, at millum 10 og 25 prosent av døn­ um í tíðarskeiðum eru raktir av hoyfepuri. Tað er eitt sindur meira vanligt, at menn verða raktir enn kvinnur, og tað er ofta í familjum, at hoyfepur ger um seg. Líða bæði foreldrini av hoy­fepuri, er kjansurin fyri, at børnini eisini fáa fortreð av hesum, eini 50 prosent ­ og eini 20­30 prosent, um annað av foreldrunum líða av hoy­ fepuri. Hevur tú astma, er kjans­urin fyri, at tú í tíðarskeiðum fært hoy­ fepur, eini 60­80 prosent. Øll kunnu fáa hoy­ fepur, men tað eru ser­ liga yngru fólk, sum vera plágað av hesum, og gjarna gongur fepurin burt­ur, tá fólk eldast. Hvør er munurin? Tað kann vera torført at kenna mun á, nær talan er um hoyfepur ella krím. Sjúkueyðkennini fyri hoyfepuri eru - * Reyð eygu, og tú fært skriða. Tað rennur úr eyg­un­um, sum eru við­ kvæmari fyri ljósi, og eygna­lok og slímhinna í eygun­um hovna. * Nøsin verður tipt, og tú kanst fáa klárt nasa­út­ flot. Tað skríðir í nøsini, og tú nýsir ofta. Er talan um krím og ikki hoyfepur, verður nasa­út­flotið tjúkt, óklárt og gult, og onkurtíð fylgir fep­ur við kríminum. Hev­ ur tú krím, nýsir tú bert av og á, og eyðkennini vara sjáldan meira enn eina viku. Kelda: www.apotek.fo/ www.apotek.dk Tað eru nógv ymisk sløg av pollen, men í Føroyum er tað graspollen, sum serliga er orsøk til hoyfepur hjá fólki. Men flestu, sum fáa hoyfepur, kunnu liva eitt vanligt lív uttan stórvegis trupulleikar Hoyfepur plágar tey ungu Øll kunnu fáa hoyfepur, men tað eru serliga yngru fólk, sum vera plágað av hesum, og gjarna gongur fepurin burtur, tá fólk eldast