Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Lewis Capaldi, sum skuldi vera høvuðsnavnið á ársins G! festivali, hevur avlýst konsertina orsakað av grindadrápi Almannamálaráðið hevur nú sett Lív Patursson í starv sum samskipari í javnstøðumálum. Tvífalt so nógvir Airbnb útleigarar boða frá sínari leiguinntøku í 2018 samanborið við í 2017 Hósdagin varð nýggja stjórnin hjá Mette Frederiksen almannakunngjørt við 20 nyggjum ráðharrum Í vikuni hevur Posta yvirtikið shippingvirksemið hjá North West Chartering, sum Jógvan L. Rasmussen hevur átt og rikið í nógv ár Team Rynkeby MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Á Taks eru tey nú liðug at gera skattin fyri í fjør, og tey komu fram á 175 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar 175 Team Rynkeby er eitt norðurlendskt súkklulið, sum hvørt ár súkklar til París fyri at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Hósdagin fór føroyska súkkluliðið avstað úr Klaksvík og setti kósina móti París. Hetta er sættu ferð, at súkklað verður úr Føroyum til París. Føroyska Team Rynkeby stuðlar Krabbameinsfelagnum, og hesi fimm árini hevur tað eydnast at savna inn yvir 5,5 milliónir krónur. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Um Lewis Capaldi avloysir konsertir fyri at stuðla djórum, so kann hann ikki spæla nakrastaðni í verðini " Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, onkrastaðni stívt andøvsgul 10 m/s, út á dagin móti landsynningi og eystri. Yvirhøvur skýggjað og turt, út á kvøldið eitt sindur av regni. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.   Lot til andøvsgul frá ymsum ættum, undir 8 m/s, sum seinni veksur í andøvsgul upp í ein strúk úr norði, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella æl og toka. Hitin alt samdøgrið um 10 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum minkar í lot til andøvsgul frá ymsum ættum, undir 8 m/s. Skýggjað og stundum regn og toka. Hitin alt samdøgrið umleið 10 stig. 2-7 m/s 3-8 m/s So merkja vit tað aftur. Ein partur av heiminum heldur framvegis, at vit eiga ikki at drepa grind og tað fær nú avleiðingar fyri okkum. Seinasta nýggja er, at eitt av størstu nøvnunum á G! Festivalinum hevur sent avboð, tí vit drepa grind. Onkur útlendsk ferðaskip, sum sigla runt við ferðafólki, velja heldur ikki at leggja at í Føroyum av somu orsøk. Hetta kostar okkum sjálvandi nakað av inntøku, at hesi dálkandi ferðafólkini við risastóru skipunum, sum dálka heimin, ikki koma higar. Tað kostar sjálvandi eisini, at dupultmoralskir tónleikarar ikki koma higar við dálkandi flogførum. Størsta hóttanin ímóti veðurlagnum saman við cruiseskipunum. Men hóast støðan er soleiðis, so er spurningurin um grindadráp framvegis ein spurningur, sum vit eiga at taka í fullum álvara. Vit kunnu lættliga koma í ta støðu, at tey lond sum keypa føroyskar vørur fyri milljardir kunnu finna uppá at gera tað sama. Tí mugu vit gera okkum greitt, hvat tað er vit vilja. Tað ber ikki til at drepa grind í loyndum. Tað eru altíð útlendingar, sum síggja grindadráp og sum taka myndir, so tað má okkara máia at drepa grind uppá tola. Harafturat mugu vit framhaldandi greiða umheiminum frá, hví vit drepa grind og at stovnurin vit taka av tolir, at vit taka burturav. Hetta er alt burðardygt. Ája! Vit hava seinastu vikurnar havt gott veður, sjálvt um summarlýkkan ikki er komin. Tað er ljóst og vit eru farin um longsta dag. Kappróðurin hevur ferð á. Politikararnir hava meira ella minni verið friðarligir, síðani fólkatingsvalið. Tey hvíla seg til ólavsøku, tá ferð verður sett á aftur og eitt nýtt val stundar til. Hettta løgtingsvalið verður ómetaliga spennandi fyri so at siga allar flokkar. Vit hava seinastu fýra árini havt Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum sum løgmann eftir at Kaj Leo Holm Johannesen sat í sessinum sjey ár frammanundan. Fyri okkum sum borgarar er spurningurin, hvussu vit fara at merkja samansetingina av einum nýggjum Løgtingi og einari nýggjari samgongu. Vit avgera sjálvi, hvønn vit vilja hava at ganga odda og eg kann bert vísa til tær veljarakanningar, sum spáa at tað verður ógvuliga spennandi hvør fer at vinna. Spurningurin er so eisini um tað fer at bera til hjá sitandi samgongu at halda fram, sjálvt um valúrslitið lagar tað soleiðis. Sami spurningur er eisini um núverandi andstøða fær meirlutan. Fara teir flokkarnir so at finna saman um ein politikk, sum tey øll taka undir við. Spennandi verður at síggja úrslitið á kvøldið 31. august. Í Danmark hevur Mette Frederiksen sett sína stjórn. Stjórnin er ein einflokka stjórn við stuðli frá SF, Radikalu og Eindarlistanum. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? 1,2% vóru arbeiðsleys í apríl í ár. Fyri einum ári síðani var talið 2,2%.  5-10 m/s