Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN CITAT Vit lova at virka fyri viðgerðartrygd og fylgjara til øll sjúk, ið verða send av landinum! (løgtingsvalevni Miðfloksins) SKAKANDI TØL ÚR FØROYSKA SJÚKRAHÚSVERKINUM! (Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. juni 2019) 24 prosent bíðaðu millum 91 og 180 dagar, og hjá 21 prosentum av sjúklingunum var bíðitíðin longri enn 180 dagar. fjórðingurin av sjúklingunum bíða upp til tríggjar mánaðir, annar fjórðingurin bíðar millum tríggjar og seks mánaðir, meðan helvtin av sjúklingunum bíða longri enn seks mánaðir, frá tí tey verða ávíst, til tey koma á sjúkrahúsið. Góður helmingurin bíðar styttri enn 60 dagar og hin helmingurin longri enn 60 dagar. Fjórðingurin av sjúklingunum bíða 91 dagar ella longri. Hjá góðum helmingi eru bíðitíðirnar styttri enn ein mánað, onnur 20 prosent bíða millum ein og tríggjar mánaðir, 4 prosent bíða millum tríggjar og seks mánaðir, meðan 25 prosent bíða í 180 dagar ella longri. 26 prosent bíða millum tríggjar og seks mánaðir, meðan 39 prosent bíða longri enn seks mánaðir. Í Danmark er ásett ein viðgerðartrygd í lóg, sum frá 1. oktober 2016 hevur verið 30 dagar. Í stuttum merkir hetta, at bíðtíðin í mesta lagi skal verða 30 dagar til útgreining og 30 dagar til viðgerð. Er talan um krabbamein ella ávísar hjartasjúkur, er bíðitíðin til útgreining í mesta lagi 14 dagar og 14 dagar til viðgerð” (Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. juni 2019) Vit hava 98 ymisk mál í Føroyum Bóklingur um námsfrøðiliga arbeiðið við fleirmæltum børnum í Føroyum L andsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jen­sen, hevur fingið ein spild­ur­ nýggjan bókling um námsfrøðiligt arbeiði við fleirmæltum børnum. Hesum boðaði Mentamálaráðið frá. Arbeiðsbólkurin, undir leiðslu av David Im, integratiónssamskipara á Út­lend­ ingastovuni, og Siri Tórgarð, inte­gra­tións­ samskipara í Tórshavnar Komm­unu, hevur verið á rannsóknarferð á einum inte­gra­ sjóns­sentri í Noregi - og hevur síðani arbeitt víð­ari við at umseta góðu hugskotini og ráðini til føroysk viðurskifti. – Vit kunnu ikki bara taka tað, sum onn­ ur lond gera, og flyta tað beinleiðis yvir í før­oysk viðurskifti, tí onnur lond hava í stór­an mun flóttafólk – og tey hava stórar bólk­ar av tilflytarum, sum tosa somu mál. Tað hava vit ikki í Føroyum. Vit hava 98 ymisk mál – og ofta eru tað sera fá, ið tosa ymsu málini. Tí má tilgongdin verða nakað øðrvísi, greiddu David Im og Johan Jacobsen frá Útlendingastovuni og Siri Tórgarð frá Tórs­havnar Kommunu frá, tá tey løgdu bókl­ingin fram í Mentamálaráðnum. Tað er Útlendingastovan, sum í sam­ starvi við sjey kommunur, hevur gjørt bók­ ling­in, ið er ætlaður sum ein hjálp og ein vegleiðing hjá føroyskum námsfrøðingum í ar­beiðinum við fleirmæltum børnum. Aðr­ar kommunur vóru eisini bodnar við í arbeiðið, og Mentamálaráðið stuðlaði ar­ beiðinum úr teirri puljuni, sum í fjør var ætlað málmennandi tilfari til børn. Í arbeiðsbólkinum hava í stóran mun verið námsfrøðingar, og kommunurnar hava sjálvar valt, hvør skuldi umboða tær í arbeiðinum. Seinastu árini er talið av tilflytarum í Føroyum støðugt hækkað - og harvið er eisini talið av tví- ella fleirmæltum børnum økt. Men okkum vantar bæði royndir og til­mæli á økinum. Í framløguni fyri lands­ stýris­kvinnuni varð dentur lagdur á, at hetta ikki er ein bóklingur, sum hevur øll svarini, men at hann er ætlaður sum íblást­ ur og góð hugskot, tá um sambandið við fleir­mæltar familjur ræður. - Vit vita, at fleiri dagstovnar sjálvir hava gjørt og útvegað sær tilfar. Men tað er heldur misjavnt, hvussu støðan er kring landið. Hetta er ein samlaður pakki, sum nú er tøkur til allar dagstovnar at nýta, tí tørv­urin á slíkum tilfari er sum heild stórur, greiddu umboðini fyri arbeiðsbólkin frá.  Fremsta endamálið er at seta hol á ítøki­ liga arbeiðið við fleirmæltum børnum og at byrja eitt orðaskifti um evnið. Hanna Jensen, landsstýriskvinna, ið varð­ar av dagstovnaøkinum, fegnast um bók­lingin. - Ein av størstu avbjóðingunum í føroyska samfelagnum er at geva tilflytarum før­ oyska málið. Og tað er sjálvandi ein sera góð íløga at byrja við børnunum alt fyri eitt, sum tey byrja á stovni. Nú havi eg ikki nær­ lisið bóklingin, tí eg havi júst fingið hann, men tað er avgjørt ein góð byrjan at gera nakað heldur enn einki, og hetta tykist sum eitt gott savn við arbeiðshættum og hug­ skot­um, segði Hanna Jensen. Bóklingurin verður lagdur fram fyri al­ menninginum í dag, hósdagin 27. juni, kl 13 í Reinsarínum í Havn. Johan Jacobsen – fulltrúi á Útlendingastovuni, David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, Hanna Jensen - landsstýriskvinna og Siri Tórgarð, integratiónssamskipari fyri Tórshavnar kommunu