hósdagur 27. juni 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
6
HALLUR AV RANA
J
uni mánaðin er tann tíðin
á árinum tá gøturnar í
býum og bygdum kring
Føroya land eru fyltar av
fegnum pisum við hvítum húgv
um á høvdinum, ið bera boð um,
at eitt fleiri ára langt stríð við
bókum, próvtøkum og stílum
er komi at enda og lokið prógv
vunnið.
Samstundis floyma sosialu
miðlar yvir við myndum frá
familjum og foreldrum, ið ynskja
at deila gleðina við vinum og
kenningum nú teirra børn eru
liðug við fólkaskúlan, miðnám
ella hægri útbúgving.
Ein serlig løta
Í so máta var einki nýtt und
ir sólini, tá prógvhandan var í
Skúlanum á Fløtum mikukvøld
ið, har hundraðtals av foreldrum
og familjulimum vóru til staðar
fyri at gleðast við teimum, ið
vóru liðug við fólkaskúlan.
Kortini var nakað heilt serligt
við hesi løtuni, tí tá næmingarnir
í 9.ð fingu handað prógv, var
ein genta, ið fekk prógv, ið for
eldrini aldrin høvdu sæð til ein
føðingardag, á floksmyndum
ella til nøkur av tiltøkunum í
skúlanum. Heldur ikki høvdu
tey møtt foreldrunum hjá við
komandi næmingi til nakran
foreldrafund í skúlanum.
Gentan var Ragnhild Kunoy
Sharp, ið hóast hon seinastu
tvey árini hevur gingið í 9.ð í
Skúlanum á Fløtum, fyri fyrstu
ferð møtti sínum floksfeløgum
andlit til andlit fyri tveimum
vikum síðan til fyrstu munnligu
próvtøkuna.
Úr Filipinunum til Føroyar
Tí meðan hennara floksfelagar
hava gingið til undirvísing í
gamla skúlanum á Argjum, hev
ur Ragnhild Kunoy Sharp fylgt
undirvísingini gjøgnum eina
teldu á Filipinunum. Skúlin
hevur nevniliga gjørt íløgu í
útgerð, ið hevur loyvt henni at
fylgt allari undirvísing, luttikið
í tímum og bólkaarbeiði og eyg
leitt ymiskar royndir í lívfrøði og
alisfrøði gjøgnum netið.
Higartil hevur hon eisini tikið
allar próvtøkur gjøgnum netið
í samstarv við Próvstovuna,
Skúlanum á Fløtum og donsku
sendistovuna í Filipinunum,
men kom til Føroyar í samband
við tær endaligu munnligu
royndirnar. Og tað var fyrstu
ferð, at hon stóð andlit til and
lit við teir floksfelagar, ið hon
higartil bara hevur sæð gjøgnum
ein telduskíggja.
- Tað var eitt sindur løgið, men
eisini stuttligt og deiligt at síggja
øll fyri fyrstu ferð. Tá eg møtti
teimum kendi eg ikki øll so væl,
og kendi heldur ikki nøvnini hjá
øllum. Slíkt kann vera ringt at
læra, tá man bara hyggur gjøgn
um ein telduskíggja, men tað
var gott at møta teimum, sigur
Ragnhild Kunoy Sharp um ser
ligu støðuna.
Hon er tann fyrsti næming
urin í Skúlanum á Fløtum, ið
hevur lokið fólkaskúlaprógv við
hjálp av einari fjarlestrarstovu,
og metir hon sjálv, at tað bara
hevur riggað væl.
- Onkuntíð var tað eittt sindur
strævið, tí eg fekk ikki verið við,
tá tey fóru út onkrastaðni ella
gjørdu ymiskar royndir. Til tíðir
hevur internetið eisini verið ov
vánaligt. Men sum heild hevur
tað verið ein góð uppliving, sigur
hon.
Rørandi løta
Ragnhild Kunoy Sharp var ikki
einsamøll um at halda, at tað
var ein serlig løta, tá hon brád
liga stóð yvirav teimum, ið hon
higartil bara hevur sæð gjøgn
um ein telduskíggja. Fríðhildur
Didriksen hevur verið floks
lærari hjá 9.ð og Ragnhild og helt
hon tað vera nakað serligt, tá hon
møtti Ragnhild og mammuni í
samband við próvtøkurnar.
- Hon hevur verið ein partur
av klassanum í tvey ár, men
higartil havi eg bara sæð hennara
andlit og armar. So tað var ein
rørandi løta at møta mammuni
og henni. Hon var tann sami
persónurin, ið eg havi fingið
fatan av frá okkara samskifti,
sigur Fríðhildur Didriksen.
Hóast talan hevur verið um
eina óvanliga og krevjandi upp
gávu at undirvísa einum heil
um flokki og samstundis hava
ein næming, ið sat og fylgdi við
hinumegin jørðina, hevur Fríð
hildur Didriksen verið glað fyri
hesi árini.
- Tað hevur verið fantastiskt,
at tað hevur borið til at undir
víst einum næmingi, ið hevur
verið so langt burtur. Og at hon
sjálv hevur luttikið í undirvís
ingini. Hon skal eiga tað, at hon
hevur verið ótrúliga ágrýtin.
Meðan vit hava sitið út á seinna
partin, hevur hon sitið langt út á
kvøldið har. Faktiskt hevur hon
luttikið á jøvnum føti við hinar
PERSÓNSSØGA
Ragnhild Kunoy Sharp
- Tað var eitt sindur løgið, men eisini stuttligt og deiligt at síggja øll fyri fyrstu
ferð. Tá eg møtti teimum kendi eg ikki øll so væl og kendi heldur ikki nøvnini hjá
øllum. Slíkt kann vera ringt at læra, tá man bara hyggur gjøgnum ein telduskíggja,
men tað var gott at møta teimum. Tað sigur Ragnhild Kunoy Sharp, ið seinastu
tvey árini hevur gingið í skúla í Skúlanum á Fløtum hóast hon býr í Filipinunum.
Seinastu vikurnar hevur hon verið í Føroyum í samband við endaligu próvtøkurnar
- Hon hevur verið
ein partur av
klassanum í tvey
ár, men higartil
havi eg bara sæð
hennara andlit og
armar. So tað var
ein rørandi løta at
møta mammuni
og henni. Hon
var tann sami
persónurin, ið eg
havi fingið fatan
av frá okkara
samskifti
TÓK FØROYSKT
FÓLKASKÚLA
PRÓGV Í
FILIPINUNUM