Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 8 næmingarnar, hevur latið upp­ gávur inn og lisið upp á, sigur flokslærarin. Móðurmálið Ein av beinleiðis orsøkunum til, at foreldrini hjá Ragnhild Kunoy Sharp ynsktu, at hon bleiv partur av føroyska fólkaskúlanum, var ynski um at veita henni undir­ vísing í føroyskum. - Samstarvið við Skúlan á Fløtum hevur givið henni møgu­ leik­an at læra føroyskt og tað eri sera takksom fyri. Tað hevur verið eitt baks at veri einsamøll um at læra hana føroyskt. Tí tað er so lætt at gloyma málið, tá man er einsamallur føroyingur í eini aðrari mentan, sigur Monika Kunoy Sharp. Tí var tað eisini nakað heilt ser­ligt fyri mammu og dóttir, tá hon til munnligu próvtøkuna í før­oyskum kundi koma út, og for­telja mammuni, at hon hevði fingið eitt 12 tal. - Eg eri bara so errin og takk­ som fyri, at hon dugir so væl før­ oyskt nú, at hon fær góð próv­tøl, sigur mamman. Eingin rættindi Prógvið hjá Ragnhild Kunoy Sharp er ítøkiliga úrslitið av einari royndarverkætlan, ið Skúl­in á Fløtum byrjaði upp á í fjør, tá foreldrini hjá Ragnhild, Monika og Tim Sharp, vendu sær til skúlan. Monika er úr Klaksvík, meðan Tim er amerikanari. Sein­astu gott 25 árini hava tey bæði virk­ að sum trúboðarar í Filipin­un­ um, har tey búgva við sínum trimum døtrum. Heima við hús tosa tey fyrst og fremst før­oyskt og ynskir familjan, at børnini fáa eina føroyska fólka­skúla­út­ búgv­ing. - Arbeiðið hjá okkum kann líknast við hermenn ella sendi­ fólk. Vit eru send úr Før­oyum. Vit eru ikki stats­borgar­ar har ella eru flutt fyri arbeiði. Tí hava hvørki vit ella okkara børn nøkur rættindi í Filipinunum. Tað liggur eisini í tí, at hon ein dag skal aftur til Føroyar. So á ein hátt er hon heimleys í Filipin­unum, tí hon hevur eingin rætt­indi, greiðir Monika Kunoy Sharp. Tá tað sostatt er sannlíkt, at dótt­irin vendir aftur til Føroyar, tá hon skal nema sær útbúgving, var tað eisini neyðugt, at hon bæði lærdi málið, men eisini fekk eina útbúgving, ið gevur atgongd til føroyskar miðnámsskúlar. Skúlaleiðslan vísti vælvild Fyrst royndi familjan at kanna møgu­leikan hjá dóttrini at taka fólka­skúlaprógv í Klaksvík, men tá skúlin har noktaði vendu tey sær til Skúlan á Fløtum. Og har fingu tey játtandi svar. Og nú dóttirin hevur fingið prógv, fegn­ast foreldrini enn einaferð um ta hjálp, ið skúlin hevur verið. - Vit eru takksom fyri Tórs­ havn­ar kommunu, men ser­liga fyri skúlastjóran Regin Marn­ er­s­son og 1. vara­skúla­stjór­ an Martin Karl Olsen. Tá vit vendu okkum til teirra sóu teir bara møguleikar, vóru við upp á tað og hildu hetta vera eina spenn­andi verkætlan, ið kundi mennast so at aðrir næmingar fingu ágóðan av hesum, sigur Monika Kunoy Sharp og leggur aftur­at. - Um hon nú velur at flyta til Før­oyar, hevur hon fría atgongd til allar miðnámsútbúgvingar, tí hon hevur eitt gott fólka­skúla­ prógv. Hon hevði ikki havt hendan møguleikan uttan til­ boðið frá Skúlanum á Fløtum, greið­ir mamman frá. Hava eina skyldu Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúla­num á Fløtum, minnist væl dag­in tá hann fekk fyri­spurn­ ing­in frá Sharp familjuni, um hetta lat seg gera. - Tað fyrsta vit hugsaðu var, at hetta var ein rættiliga ser­ ligur tørvur, men hann var ikki so serligur, at hann ikki átti at kunna lýsast, og var heldur ikki so serligur, at eingin átti at kunna dekka hann. So eg og Martin Karl Olsen tóku ein heilan dag úr kalendaranum og tosaðu um hvat vit kundu gera, minn­ist hann aftur á. Aftaná at hava tosað við onn­ ur starvsfólk í skúlanum komu teir báðir til ta niðurstøðu, at tað var ein ávísur tørvur fyri eini slíkari skipan í Føroyum. - Tað er ein málbólkur av før­ oyskum næmingum, ið áhald­ andi detta niðurímillum. Tað eru børn hjá trúboðum, hjá sendi­ fólkum og teirra starvs­fólk­um uttanlands og børn, sum hava foreldur, ið hava so mikið serlig størv, at foreldrini mugu flyta av landinum í styttri ella longri tíðar­skeið, sigur skúlastjórin og leggur afturat. - Tað typiska mynstrið, ið vit síggja hjá hesum børnum, er at tá tey eru liðug við 9. flokk, flyta tey heim til Føroyar og halda tey kunnu byrja á miðnámsskúla. Men tað kunnu tey ikki, tí tey hava einans fingið undirvísing heima ella úr onkrum amerikanskum brævskúla og lúka tí ikki treytirnar at sleppa inn á føroyskt miðnám. Í staðin mugu tey tí taka 9. floks prógv á kvøldskúla. Hóast hetta er ein trupulleiki hjá nøkrum børnum, so er tað sum so einki, ið talar fyri, at tað er ábyrgdin hjá júst Skúlanum á Fløtum at lofta hesum børnum. Men tá man kortini hevur valt at fara undir hesa verkætlan, er tað tí man sum størsti fólkaskúli í landinum kennir eina ávísa ábyrgd. - Um nakar skal klára at loysa hesa uppgávuna í Føroyum, so má tað vera ein av teimum størri skúlunum. Og tá vit eru tann størsti fólkaskúlin, hava vit eisini eina serliga ábyrgd at vísa á loysnir fyri slíkar ser­lig­ar avbjóðingar. So sjálvt um upp­ gávan tyktist at vera ómøgu­lig, so settu vit okkum fyri, at vit skuldu loysa hana. Tí vendu vit okkum aftur til foreldrini bein­ an­vegin og søgdu, at vit ynsktu at loysa uppgávuna. Vit vistu ikki hvussu, men hon skuldi loysast, sigur Regin Marnersson. Øðrvísi skúladagur Í fyrstu atløgu fór skúlin und­ir eina royndarskipan við før­oysk­ um og donskum, men skjótt bleiv tað víðkað, so at Ragnhild Kunoy Sharp tók lut í allari undirvísing uttan ítrótti. - Í 9. flokki fekk hon fult skema. Tað gekk ordiliga gott. Ein­asta avmarking var, at hon fekk ikki veri við til ítrótt og til tær praktisku royndirnar í lívfrøði og evnafrøði. Til tær mátti hon bara fylgja við á skermi­num. Og tá tey fóru út at gera ymiskt høvdu tey ein iPad við, so at hon fekk fylgt tí, ið gekk fyri seg. Hon var eisini part­ ur av bólkaarbeiði við øðrum og koyrdi fingurin upp í tímanum, um hon hevði ein spurning ella visti svarið, sigur mamman. At búgva í Filipinunum og ganga í skúla yvir netið hevur tó nakrar øðrvísi avbjóðingar við sær, ið føroyskir næmingar van­liga ikki stríðast við. - Vit búgva í 3. heiminum og tað merkist, at interneti er ikki eins gott her. Streymslit og jarðskjálvtar eru millum ann­að beinleiðis orsøk til, at vit missa internetsambandið í hvørt fall eina ferð um vikuna, sigur Monika Kunoy Sharp og vísir eisini á, at tíðarmunurin er rætti­liga stórur. - Um veturin eru tað 8 tímar á muni og um summarið eru tað 7 tímar á muni. So tá hon fer í skúla klokkan 15 ella 16 um dag­ in, situr hon til undirvísing til á mid­nátt. Vit máttu bara venja okkum við, at tá vit fóru í song, so sat hon til undirvísing í Havn. Ein sólskinssøga Nú Ragnhild Kunoy Sharp hev­ ur lokið prógv í Skúlanum á Fløt­ um er fyrsti persónurin farin gjøgnum verkætlanini. Og tey sum varða av verkætlanini eru bara stak væl nøgd við úrslitið. - Hetta er ein sólskinssøga alla vegin ígjøgnum. Sjálvandi er tað eitt eyka trýst á okkum sum skúli og sum lærarar, men hetta hevur nakað við at vera opin, rúm­ligur og jaligur. Tey tingini mugu til fyri at fáa slíkt at virka. Eg má eisini siga, at flokslærarin hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, sigur Martin Karl Olsen, 1. varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Monika Kunoy Sharp er eisini skjót at vísa á, at flokslærarin, Fríð­hildur Didriksen, eigur sín stóran lut í, at verkætlanin hevur eydnast so væl. - Hon hevur verið serstakliga dugna­lig. Hon hevur megnað at fing­ið dóttrina við í undir­vís­ ing­ina, og tá onkur bók hevur manglað, hevur hon skannað hvørja einstaka síðu inn og sent tað gjøgnum netið, tí tað tek­ur fleiri mánaðir at senda slíkt við posti. Hon hevur gjørt eitt framúr stórt arbeiði, sigur Monika Kunoy Sharp. Við einum 9. floks prógvi frá Skúlanum á Fløtum eru tank­ar­ nir hjá Ragnhild Kunoy Sharp eisini farnir at snúgva seg um hvat næsta stig verður. - Eg veit ikki heilt hvat ætlan­ in er nú. Vit fara aftur til Filipin­ ur­nar og verið eg har í eitt ella tvey ár aftrat. Síðan hugsi eg at koma aftur til Føroyar fyri at ganga á student ella eini aðrari mið­náms­út­búgving, sigur Ragn­ hild. HALLUR@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA - Hetta er ein sólskinssøga alla vegin ígjøgnum. Sjálvandi er tað eitt eyka trýst á okkum sum skúli og sum lærarar, men hetta hevur nakað við at vera opin, rúmligur og jaligur. Tey tingini mugu til fyri at fáa slíkt at virka.