Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 9 HALLUR AV RANA T að var ein nýggj og av­bjóð­andi upp­ gáva, ið leiðslan og starvsfólkini í Skúla­ num á Fløtum stóðu yvirfyri, tá tey fingu ein fyrispurning frá familjuni Sharp um møguleikan hjá dóttrini Ragnhild at fáa undir­vísing gjøgnum netið. Sum tað ber til at lesa aðra­ staðni í blaðnum var talan kortini um eina uppgávu, ið leiðslan og starvsfólkini í skúlanum sóu sum eina skyldu at loysa. Á odda fyri arbeiðinum í skúlanum vóru Regin Marnersson, skúla­ stjóri, Karl Martin Olsen, 1. vara­skúlastjóri, Fríðhildur Didrik­sen, flokslærari, og Ester Poul­sen, KT-vørður. Og fyri at loysa tann tøkniliga partin av upp­gávuni vendi skúlin sær til KT-fyritøkuna Framskák, ið hevur hjálpt at ment fjar­lestrar­ stovuna. - Vit byrjaðu við at taka alt tað, ið hendir í einum skúladegi, og kann­aðu hvussu vit kundu fáa tað inn í hesa fjarlestrarstovuna, greið­ir Regin Marnersson á. Fjarlestrarstova Loysnin var at skipa um­støður­ nar í einari skúlastovu soleiðis, at øll stovan og alt tað, ið hendi í henni, bleiv tøkt fyri næm­ingi­ num, ið fylgdi við á fjar­lestr­ar­ stovuni á netinum. - Kamera og mikrofonir blivu sett upp, so at næmingurin fekk alt við, ið hendi í rúminum. Og við at brúka iPads í skúlastovuni fekk hon møguleikan at gerast ein partur av bólkum, tá bólka­ arbeiði var á skránni, greið­ir skúla­stjórin frá. Aftast í stovuni varð ein skerm­ur settur upp, har lærarin sær viðkomandi, ið fylgir við á neti­num. Á tann hátt hevur lærarin samband við næmingin gjøgnum dagin. Næmingurin á netinum fær fylgt við undir­ vísingini gjøgnum eitt kamera aftast í hølinum, ið tekur mynd av stovuni, og mikrofonir ymsa­ staðni í hølinum, ið gera at viðkomandi hoyrir læraran og næmingarnar. Fyri næmingin í hinum enda­ num krevst einans, at við­kom­ andi hevur eina teldu við einum kamera. Uttanhýsis fígging Nógv arbeiði hevur verið lagt í at menna hesa loysnina og hev­ ur verið samstarva við fleiri aktør­ar fyri at fáa alt í lag, vísir skúla­stjórin á. - Vit fingu millum annað eitt samstarv í lag við Próvstovuna, so at próvtøkur kundu takast uttan­lands, vit settu okkum í sam­band við sendistovur, so hon kundi taka próvtøkurnar undir eftir­liti, fingu til vega e-bøkur og lærdu lærarar at samskifta við nýggju tólunum, greiðir stjórin frá, og vísir á, at fíggingin eisini er fingið í lag aðrastaðni frá. - Tað kostar omanfyri 100.000 krón­ur at rigga eina stovu til. Tað er ikki pengar, ið skúlin eigur, men eru tað privat persónar uttan­fyri skúlan, ið hava givið peng­ar til verkætlanina, tí tey eru áhugað í, at hetta skal eydnast. Verkætlanin heldur fram Hálvt ár eftir at skúlaleiðslan fekk fyrispurningin frá familju­ ni, var skipanin ment so mikið nógv, at Ragnhild Skarp kundi luttaka á jøvnum føti við hinar næm­ing­ar­nar. Men hóast skipan­in nú er klár og skúlin hevur tvær fjarlestrarstovur, er talan enn bara um eina royndar­ verk­ætlan. - Mentamálaráðið hevur játt­að okkum at framhaldandi royna skipanina við systrunum hjá Ragnhild, ið fara í 8. og 5. flokk nú. Hetta royna vit í eitt ár aftrat, og um tað vísir seg at eydnast, og kann dekka ein veru­ligan tørv, so er tað nakað, ið vit fara at bjóða øðrum, greiðir Regin Marnersson frá. Um so er, at skúlin fær loyvi at halda fram við hesum, so er ætlanin at ein flokkur frá 5. til 9. flokk skal vera ein fjar­lestr­ ar­stovu. Sostatt kunnu føroysk børn, ið ikki fáa verið til staðar í skúla­num, taka hesi ár gjøgnum inter­netið. - Tað kann vera, at vit fáa tveir, tríggjar ella fýra næmingar til hvønn flokk ella at tørvurin er so stórur, at man kann stovna ein fjarlestrarflokk burturav. Óan­sæð hvat tað verður, eru vit opin fyri tí, tí vit halda tað er ein grundleggjandi skylda hjá okkum, sum tann størsti fólka­ skúlin í Føroyum, at kunna vísa á loysnir til serligar tørvir. Tað ábyrgd­ina vilja vit gjarna bera, sigur skúla­stjórin. - Ein ábyrgd vit vilja bera - Tað kann vera, at vit fáa tveir, tríggjar ella fýra næmingar til hvønn flokk ella at tørvurin er so stórur, at man kann stovna ein fjarlestrarflokk burturav. Óansæð hvat tað verður, eru vit opin fyri tí, tí vit halda tað er ein grundleggjandi skylda hjá okkum, sum tann størsti fólkaskúlin í Føroyum, at kunna vísa á loysnir til serligar tørvir. Tað ábyrgdina vilja vit gjarna bera, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum -Tað kostar omanfyri 100.000 krónur at rigga eina stovu til. Tað er ikki pengar, ið skúlin eigur, men eru tað privat persónar uttanfyri skúlan, ið hava givið pengar til verkætlanina, tí tey eru áhugað í, at hetta skal eydnast.