Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 10 TEMA: kynsligur ágangur Kynsligur ágangur móti børn Boðskapurin hjá hjálparfelagsskapinum KRIS er greiður: Tað ber altíð til at koma burtur úr seinárinum av kynsligum ágangi - og fyrsta stigið er at siga frá PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í gamla bankabygninginum á Toftum heldur felagsskapurin KRIS til. Tað er innbjóðandi at koma inn í fjálgu hølini, og nakrar av kvinnunum, ið starvast har, hava dekkað fínt upp við góðum morgunmati og drekka. Rundan um langa borðið skulu vit nú tosa um eitt evni, sum fyri nógv ikki er lætt at tosa um. Men tað er neyðugt at tosa um hetta, tí tað er nógv vanligari í Føroyum, enn flest fólk geva sær far um - vit skulu tosa um kynsligan ágang móti børnum og seinárin av hesum. Hetta vita tær fimm kvinnurnar í KRIS alt um, tí teirra arbeiði í felagsskapinum snýr seg um at hjálpa menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Hetta gera tær við at geva tí misnýtta ráðgeving og hjálp, samstundis sum tær áhaldandi upplýsa um kynsligan ágang og fyribyrging av tí. Fryntligu kvinnurnar í KRIS eita Beinta M. Pedersen, Gvøðbjørg West, Sigvør Gregersen, Malan Kjærbo og Beinta M. Andreasen, sum er í starvsvenjing. TAÐ ER O OV SEINT A KRIS: Uttan fyri KRIS - frá vinstru: Beinta M. Andreasen, Gvøðbjørg West, Malan Kjærbo, Sigvør Gregersen og Beinta M. Pedersen