Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 11 um Eingin hjálp at heinta fyri 20 árum síðan KRIS varð stovnað í ár 2000, og tað var núverandi dagligi leiðarin og ráðgevin, Gvøðbjørg West, ið legði lunnar undir felagsskapin A lt byrjaði við, at ein smágenta, sum stóð Gvøðbjørg West nær, var fyri kynsligum ágangi. Gvøðbjørg visti, hvussu gentan hevði tað, og tí leitaði hon eftir hjálp. Men hon leitaði til fánýtis. - Har var eingin hjálp at heinta. So eg mátti finna út av onkrum øðrum, sigur Gvøðbjørg West. Í einum bókhandli í Klaksvík kom Gvøðbjørg ein dagin á ein danskan faldara um kynsligan ágang. Faldarin fekk uppmerksemið hjá Gvøðbjørg. - Eg tók faldaran við mær, ringdi til danska felagsskapin og spurdi, um tað var nakrastaðni í Føroyum, mann kundi fáa hjálp, fortelur Gvøðbjørg West. Sendi hjálp úr Danmark Skrivarin hjá danska felagsskapinum meinti í fyrstu atløgu, at hjálp var at heinta í Føroyum, men fann seinni út av, at tað var tað ikki ordiliga kortini. - Danir plaga ikki at ringja aftur eftir arbeiðstíð, men hendan kvinnan ringdi til mín seint um kvøldið. Hon segði, at hjálp var at fáa í Danmark, Íslandi og Noregi, men eingin hjálp var í Føroyum. Tað vísti seg, at felagsskapurin hevði ein kvinnuligan lækna, sum arbeiddi við kynsligum ágangi burturav, og hon var til reiðar at koma til Føroya, greiðir Gvøðbjørg West frá. Læknin kom til Føroya beint áðrenn aldarskiftið og hevði undirvísing í Føroyum í trý samanhangandi ár, har hon legði lag á, hvussu mann arbeiðir við hjálp fyri kynsligum ágangi. Av teimum mongu, sum møttu upp til undirvísing, vóru eitt nú læknar, løgreglufólk, sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og sosialráðgevar. - Strævið men gevandi Fleiri hjálparfólk komu til, og í ár 2000 bleiv KRIS stovnað sum felagsskapur. Hóast tey ikki høvdu nakað hús, merktu tey væl og virðiliga tørvin á hesum felagsskapinum. Tað var ólønt arbeiði, so Gvøðbjørg West rindaði í roynd og veru sjálv fyri at koma til arbeiðis tey næstu 12 árini, inntil felagsskapurin KRIS kom á fíggjarlógina. - Eg skilji slett ikki, hvussu tað yvirhøvur bar til. Tað kundi vera sera strævið til tíðir, men allíkavæl var tað nakað so gevandi, tí eg sá, hvussu menniskju broyttust, tá tey lótu upp fyri sínum óhugnaliga loyndarmáli. VÆL FLEIRI GENTUR ENN DREINGIR Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu nógvar áheitanir KRIS fær frá fólki, sum leita sær hjálp. Í fjør fekk KRIS 109 áheitanir, sum er nakað minni enn í 2017, tá 139 áheitanir vóru. Í 2016 vendu 87 fólk sær til KRIS, og í 2015 var talið heilt uppi á 154. Gjøgnumgangandi fyri øll árini er, at tað hvørt ár eru umleið tvífalt so nógvar kvinnur sum menn, ið leita sær hjálp hjá KRIS. Higartil í ár hava 70 fólk vent sær til KRIS. - Størsti parturin av hesum vendu sær til okkara fyri fyrstu ferð, sigur Malan Kjærbo. - Tey, sum seta seg í samband við okkum, blíva yngri og yngri. At fólk bróta tøgnina fyrr merkir, at tað loysir seg at tosa og upplýsa um kynsligan ágang. - HER ER TRYGT AT VERA Í KRIS bjóða tey bæði persónliga ráðgeving og terapi, og alt fer fram í trúnaði. Gvøðbjørg West, sum hevur lisið psykoterapi og familjuterapi, plagar at taka sær av terapiini. - Tað verður tikið gott hond um tey, tí hetta evnið er so eymt. Hetta er ikki tað sama sum at fáa sær eina umbinding um hondina. Tí eru tað altíð tey, sum føra samrøðuna, sigur hon og greiðir nærri frá, hvussu ein terapi plagar at fara fram: - Ein persónur kann koma inn og siga millum lítið og einki tann fyrsta dagin. Næstu ferð sigur hann kanska líka lítið. Og tað er fulkomiliga í lagi, tí hví skal viðkomandi hava álit á okkum? Tað er nakað so skammfult at fortelja fremmandafólki um sínar upplivingar og tríva í tíðina, tá mann bleiv misbrúktur, sigur Gvøðbjørg West. - Men aftaná eina tíð kann persónurin læra, at her er trygt at vera, og so kann hann spakuliga opna seg upp og seta orð á sínar kenslur. Tilveran verður ein heilt onnur, tá persónurin lærir, at hetta er eitt stað, hann kann koma, og at hetta er eitt stað við fólki, sum tola at hoyra um tað, viðkomandi hevur verið fyri. Sjálvhjálparbólkar saman við øðrum Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvat slag og hvussu drúgva terapi teimum tørvar. Summi vilja hava ein persónligan hjásitara við til ráðgevingina, og tað er altíð í fínasta lagi. Møguleiki er eisini at fara í sjálvhjálparbólkar, og í løtuni hevur KRIS fýra av hesum. Sjálvhjálparbólkarnir eru til fyri, at fólkini kunnu vera saman við øðrum, sum kenna til støðuna á egna hond. Tá føla tey, at tey ikki eru einsamøll, og hetta er ein góður máti at koma víðari uppá fyri nógv. - Tey avvarðandi skulu skilja støðuna Kynsligur ágangur hevur verri enn so bara avleiðingar fyri tann persónin, sum er blivin misbrúktur. Tað ávirkar nevniliga eisini í stóran mun familjuna, og tí bjóðar KRIS eisini hjálp til avvarðandi. - Vit hava samrøður við avvarðandi, tí tað hevur stóran týdning at læra tey at skilja støðuna hjá tí, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi. Tey mugu vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg til viðkomandi, sigur Beinta M. Andreasen, sum er í starvsvenjing hjá KRIS. KRIS-starvsfólkini greiða víðari frá, hvussu sambandið millum offur og avvarðandi er. - Tað er tað sama sum við álvarsligum sjúkum. Tað er ein persónur, sum er raktur, men ringarnir breiða seg og ávirka alla familjuna. Fyri tað fyrsta er tað eitt sjokk, tá familjan fyrstu ferð hoyrir um ágangin, og í øðrum lagi fær hetta familjur í tvíningar, tá talan til dømis er um at melda ávísa krenkaran. Nógvar familjur eru farnar í sor orsakað av kynsligum ágangi. NGANTÍÐ AT SIGA FRÁ 109 fráboðanir í fjør: