hósdagur 27. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
12
Beinta vendi sær til KRIS:
- KRIS hevur havt alt
at siga fyri meg
- Eg føli tað sum eina frígering, hvørja ferð eg hoyri dømi um
fólk, sum hava fingið tað gott aftur, aftan á at hava verið fyri
tí sama sum eg, sigur Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
ann í dag 56 ára gamla Beinta M.
Pedersen bleiv sum smágenta
kynsliga misbrúkt av einum
konufólki. Ágangurin gekk fyri
seg í fleiri ár, og lagnan vildi tað, at ein
maður eisini gjørdi seg inn á hana, soleiðis
at hon hevði tveir skemmarar.
Beinta M. Pedersen var sera ávirkað av
áganginum, og hetta kom millum annað til
sjóndar í barna- og ungdómsárunum, har
hon lýsir seg sjálva sum villa og droyða.
Tá hon bleiv vaksin, flýggjaði hon
frá veruleikanum til rúsin, hon fekk úr
fløskuni.
Beinta fortaldi ikki nøkrum um kynsliga
ágangin, men tá hon fekk kenning, hevði
hon lyndi til at tosa hart um myrku síðuna
av sínum uppvøkstri. Tosið bleiv tó ikki
ordiliga tikið fyri fult, tí tað ljóðaði mest
sum fullamannatos og tvætl.
- KRIS hevur havt alt
at siga fyri meg
Tá Beinta M. Pedersen var 36 ára gomul, átti
hon dóttrina, og tá kom alt loyndarmálið
fram. Hon fortaldi sínum kæru um tað, hon
var fyri sum barn, og tá gjørdi hon av at leita
sær hjálp hjá KRIS. Har hitti hon fyri fyrstu
ferð Gvøðbjørg West, og tær báðar høvdu
nógv long prát um stóra loyndarmálið, sum
Beinta hevði dult fyri alt sítt lív.
- KRIS hevur havt alt at siga fyri meg,
sigur Beinta M. Pedersen.
Støðan hevur nevniliga verið ring hjá
Beintu.
- Eg var á veg at gera sjálvmorð í Saksun,
men kom tíbetur ikki so langt. Tá eg kom
heim aftur, vísti systir mín mær okkurt,
sum hon hevði sæð í Sosialinum um KRIS.
Hon meinti, at tað kundi hjálpa mær, og
eg tók hana upp á orðið og ringdi so inn til
KRIS.
- Eg tosaði við Gvøðbjørg, og hon spurdi,
um eg vildi hava onkran við, sum hevði verið
kynsliga misbrúktur. Tað vildi eg fegin. Men
eg stólaði yvirhøvur ikki uppá nakran tá og
gekk sum ein illur úlvur aftur og fram inni
har. Tað var ikki lætt at tosa um sovorðið
tungt við fremmandafólk, minnist Beinta
aftur á.
Tordi ikki at fortelja tað
Tá Beinta fyrstu ferð fortaldi sínum
foreldrum um sítt loyndarmál, búði hon í
Danmark. Tað kravdi nógv dirvi at fortelja
teimum tað, og hon tordi ikki at fortelja tað
yvir telefon.
- Eg skrivaði tað til tey, og so ringdu tey
meg upp aftaná. Teirra fyrsta reaktión
var, at tað kundi ikki passað. Tað var tað
ringasta, tey kundu fáa at vita. Men aftaná
hetta kom hol á búldin, og so byrjaði alt.
Ofta angraði eg, at eg nakrantíð hevði sagt
tað, tí tað var so ræðuliga hart.
- Eg eri heppin
Í sambandi við at KRIS eisini bjóðar hjálp
til avvarðandi, var familjan hjá Beintu eisini
inni og tosaði við ráðgevan Gvøðbjørg West.
- Hon fortaldi teimum, hvussu fólk við
seinárinum vanliga hava tað , og tað var ein
góður máti, helt eg. Tað hjálpir sera væl, tá
mann hoyrir sovorði frá onkrum øðrum,
sigur Beinta M. Pedersen.
- Aftaná hesa samrøðuna kundu familjan
og eg tosa meira opið um tað. Eg havi fingið
ótrúliga góðan stuðul, tí eg havi eitt so gott
bakland. Tað eru ikki øll, sum hava tað, so
har eri eg heppin.
- Eg føli tað frá hjartanum
Beinta M. Pedersen er væl vitandi um øll
tey seinárinini, sum kunnu standast av
kynsligum ágangi, tí hon hevur sjálv nøkur
eyðkenni.
- Eg fái sjálvandi niðurtúrar av og á, men
fari ongantíð so langt niður í kolkjallaran
sum fyrr. Men tá eg eri einsamøll, kann eg
finna uppá at skriva, rópa og gráta fyri at
koma út við øllum.
Men sum heild hevur Beinta tað gott,
og hennara máti at geva okkurt aftur til
samfelagið uppá er at hjálpa øðrum, sum
hava verið fyri kynsligum ágangi.
- Eg føli tað sum eina frígering, hvørja
ferð, eg hoyri dømi um fólk, sum hava fingið
tað gott aftur, aftaná at hava verið fyri tí
sama sum eg. Eg føli tað jú frá hjartanum
sjálv, sigur Beinta M. Pedersen.
Soleiðis sær út uttan fyri KRIS á Toftum. Myndin við einum persóni í reyðum klæðum og hinum í hvítum súmboliserar, at 1 út av 10 í Føroyum eru fyri kynsligum ágangi
TEMA: kynsligur ágangur