Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 13 Skommin er tann størsta - Sálin fer í knús hjá hesum menniskjunum, og tað skilja skemmararnir ikki, sigur Gvøðbjørg West T á mann verður kynsliga misbrúktur sum barn er tað so nógv, sum fer av ræði. Mann kann fáa undirlutakenslur, angist, tunglyndi og innlæringsevnini kunnu ávirkast neiliga, samstundis sum mann kann kenna seg skitnan. Vaksin við seinárinum uppliva ofta, at tey fáa lágt sjálvsvirði, enda í rústrupulleikum og fáa sjálvmorðstankar. Hetta eru nøkur av eyðkenninum, sum ganga aftur hjá fólkunum, sum venda sær til KRIS. - Kynsligur ágangur er sálarligt morð. Sálin fer í knús hjá hesum menniskjunum, og tað er tað, sum skemmararnir ikki skilja, tá teir gera seg inn á børn, sigur Gvøðbjørg West. Munur á dreingjum og gentum KRIS fáa umleið tvífalt so nógvar áheitanir frá gentum samanborið við áheitanirnar frá dreingjum. Hetta kemur ikki óvart á starvsfólkini í KRIS. - Skommin hjá dreingjum virkar nógv ógvusligari enn hjá gentum, tí teir hava nógv verri við at góðtaka tann veruleikan, at teir hava verið fyri hesum áganginum. Teir hava tí ringt við at fortelja øðrum um tað, men kunnu kanska sipa til tað upp á aðrar mátar, sigur Beinta M. Andreasen. Malan Kjærbo greiðir víðari frá: - Børn eru ikki før fyri at siga ja ella nei, tí tey eru ikki á einum menningarligum støði til at skilja ágangin. Nógv vita ikki, at tað er heilt vanligt og natúrligt, at tað kunnu koma kropsligar kenslur í sambandi við kynsligan ágang. Men tað, at barnið reagerar kropsligt, merkir ikki, at barnið ynskir hesar kynsligu handlingarnar ella skilir tað, sum fer fram. - Tað er so sjónligt hjá dreingjum og tað sæst, tá kroppurin reagerar. Tí hendir tað ofta, at krenkarin sigur við misbrúkta dreingin: “Tú dámdi tað væl”. - Tað er ræðuligt at hoyra hjá einum dreingi, og summir eru so fullir av skomm, at teir lúgva fyri sær sjálvum við at siga, at teir vóru við uppá tað. Harafturímóti billa gentur ofta sær sjálvum inn, at ágangurin var teirra egna skyld, tí tær einki gjørdu fyri at steðga tí. Men generelt hava gentur lættari við at seta orð á ágangin og sínar kenslur, sigur Malan Kjærbo. - Øll børn hava sagt frá Skemmarin ger altíð alt fyri, at barnið ikki skal fortelja um ágangin fyri foreldrum ella øðrum. Hetta plaga teir til dømis at gera við at geva gávur ella pengar. Tað ávirkar eitt barn nógv at ganga við einum so stórum loyndarmáli, men hóast barnið einki sigur beinleiðis, so sigur tað frá kortini. - Øll børn hava sagt frá upp á onkran máta. Atburðurin hjá børnunum er øgiliga ofta í tráð við tað, tey hava verið út fyri, og tað sæst, at atburðurin hjá teimum broytist, fortelur Sigvør Gregersen og vísir á, at tað kann vera trupult at leggja merki til, hvat broytti atburðurin merkir. - Sjálvt um eitt barn broytir atburð, so er kynsligur ágangur ikki tað fyrsta, sum eitt foreldur hugsar um, at tað skyldast. Mann eigur heldur ikki at hugsa soleiðis, men mann er noyddur til at taka tað fyrilitið, tí tað er altso veruleiki fyri nógv børn, sigur Sigvør Gregersen. Flestu krenkarar eru snildir Krenkararnir vita væl, at tað, teir gera, er skeivt, og tí duga teir eisini væl at fáa børnini at tiga við at uppbyggja eitt álitssamband til tey. - Teir kunnu skapa split millum barn og foreldur við at fáa barnið yvir á sína síðu. Tað gera teir við at vera spennandi, fittir og gávumildir. At barnið fær eitt tætt tilknýti til teir, ger, at tað verður upp aftur verri hjá barninum at fortelja foreldrunum, hvat mann hevur verið fyri, sigur Beinta M. Andreasen. Men spurningurin er so, hví tað, at krenkarin er góður við barnið, vinnur á tí ræðuliga sannleikanum, at hann samstundis misbrúkar tey. - Tað er tí, at tey eru so lítil, at tey vita ikki, hvat kynsligur ágangur er fyri nakað. Eitt barn hevur ikki skil fyri vaksnamannaseksualiteti, og tí halda nógv, at tað er normalt, sigur Sigvør Gregersen og vísir á, at barnið kortini fær eina rædda kenslu, tá krenkarin hóttir tað, so tað ikki skal fortelja nøkrum nakað. Krenkarar eru allastaðni Fólk, sum gera seg kynsliga inn á børn, eru at finna allastaðni í øllum samfelagsløgum. Sambært KRIS vísir tað seg, at krenkarar duga væl at velja sær serliga viðkvom børn út, og ofta hava somu offur meira enn ein krenkara. Í Føroyum er talan um bæði mannligar og kvinnuligar krenkarar, og sum oftast velja teir offur í familjuni. Í summum førum er tað ein pápi, sum ger seg inn á dóttrina hjá sær, og tað kemur enntá meir enn so fyri, at børn sjálvi gera seg inn á hvørt annað - og tað sama við systkjum. - Hart at búgva í Føroyum, tá tú hevur verið fyri kynsligum ágangi Vit liva í einum lítlum samfelagi, og tí krevur tað nógv av ofrinum at koma fram við tí, sum er hent. Tó sigur Beinta M. Pedersen, at um mann sigur frá, kann tað hjálpa øðrum at gera tað sama. Sigur eingin frá, so grør um gangandi fót hjá krenkaranum. - Samfelagið hevur ikki skyldina av kynsligum ágangi. Men skyldin liggur heldur ikki bara hjá nøkrum “skeivum” og siðleysum menniskjum. Kynsligur ágangur er eins og annar ágangur eitt syrgiligt úrslit av menniskjaligum sambondum, sum samfelagið annaðhvørt kann stríðast ímóti ella stuðla, siga tær hjá KRIS at enda. - Vit mugu tora at spyrja um tað KRIS fær javnan fyrispurningar frá arbeiðsplássum og fakbólkum um undirvísing um insest og kynsligan ágang. Umframt at undirvísa á dagstovnum hava tey eitt nú havt skeið fyri læknum og tannlæknum. Tað eru tær báðar Sigvør Gregersen, námsfrøðingur, og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, ið undirvísa starvsfólki í barnagørðum í hesum. Málið er at læra tey faklærdu at síggja ábendingar um kynsligan ágang og at tola at hoyra og tosa um tað, barnið sigur. Hetta tí at kynsligur ágangur kann vera líka trupul at fáa eyga á, sum hann er at at tosa um. Tann besti mátin at fyribyrgja kynsligan ágang er við at skapa eitt umhvørvi kring børn, ung og vaksin, har tosað verður opið og ærliga um torfør evni. Í einum tílíkum umhvørvi trívast kynsligur ágangur og onnur onnur sløg av vantrivnaði nevniliga illa. - Mann merkir væl, at starvsfólkini vilja, tí tey vita, at tey hava eina stóra ábyrgd. Líka so væl sum mann torir at spyrja um umsorganarsvik, so má mann eisini tora at spyrja, um barnið er fyri kynsligum ágangi. Tað eigur at vera ein líka so natúrligur spurningur sum spurningurin um harðskap, siga tær. Sálarligt morð: Sigvør Gregersen, Malan Kjærbo, Beinta M. Pedersen, Beinta M. Andreasen og Gvøðbjørg West