hósdagur 27. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
14
TEMA: kynsligur ágangur
- Eg eri liðug at halda
lív mítt er skomm
- Av tí eg bleiv svikin og misbrúkt so ofta gjøgnum mín barndóm,
helt eg, lívið átti at vera soleiðis, sigur 60 ára gamla Tove
Ellingsgaard, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi alt sítt lív
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
E
in lítil smágenta situr einsamøll í
kamari sínum og spælir við sínar
dukkur. Hon hevur aftur havt ein
keðiligan dag, men eigur ongan
góðan, sum tímir at hoyra um hennara
trupulleikar.
So hon spælir stillisliga víðari. Dukkur
nar eru tað einasta, hon hevur fult ræði á,
og júst tað er ein tryggjandi kensla, tí hon
hevur langt síðani mist alt álit á onnur fólk
- serliga á tey vaksnu.
Gentan eitur Tove Ellingsgaard, og hon
er blivin kynsliga misbrúkt, so leingi hon
kann minnast. Ágangur er gerandiskostur,
og tá tað ikki er kroppur hennara, sum verð
ur brúktur, so eru tað hennara kenslur og
sjálvsálit, sum standa fyri skotum.
- Eg eri blivin misbrúkt og neyðtikin
óteljandi ferðir. Alt byrjaði, tá eg var fýra
ára gomul, og síðan tá hava fleiri menn gjørt
seg inn á meg.
Tað er tann nú 60 ára gamla Tove Ellings
gaard, sum eigur orðini, ið hanga eina løtu
í luftini. Hon situr í stovuni í heimi sínum í
Havn, meðan sólin skínur uttanfyri. Hon er
nú til reiðar at fortelja um stóru skuggasíð
una av sínum lívi, sum hevur verið merkt av
ótta, óvissu og ágangi upp á allar hugsandi
mátar.
Eitt lætt offur
Tove Ellingsgaard er fýra ára gomul, fyrstu
ferð ein eldri maður ger seg inn á hana
kynsliga. Óstøðugi barndómurin og brotna
sjálvsálitið leiðir hana í felluna hjá enn fleiri
monnum, ið halda seg kunna nerta við
óskyldiga gentubarnið, sum fyri teir virkar
sum lættasta ofrið í bygdini. Hvørja ferð fær
hon at vita, at hon ikki má fortelja nøkrum
um nakað - og hesa avtaluna heldur hon.
Sum 12 ára gomul knýtir Tove eitt serligt
band við ein vaksnan mann, sum hon følir
leggur í seg. Men her fer hon skeiv, tí tað
gongur ikki long tíð, áðrenn hann eisini
byrjar at gera seg kynsliga inn á hana. Kort
ini kennir hon seg onkursvegna trygga í
hansara samveru, so ágangurin fær loyvi
at halda fram øll tannáringaárini.
- Av tí eg bleiv svikin og misbrúkt so
ofta gjøgnum mín barndóm, helt eg, lívið
átti at vera soleiðis, sigur Tove Ellingsgaard
avgjørd í málinum.
Harðlig parløg og
rúsdrekkatrupulleikar
Tove verður eldri, og gjøgnum sín ungdóm
endar hon í nøkrum parløgum, sum eru alt
annað enn romantisk og stimbrandi. Hon
verður bukað sundur og saman, og tá hon
eitt tíðarskeið býr í Grønlandi, upplivir hon
eisini at blíva elt og neyðtikin.
- Eg helt at byrja við, at allir hesir menn
inir vóru so fittir, tí teir tosaðu við meg og
vóru blíðir. Men tað vísti seg so ikki at passa.
Við tíðini lærir hon at fjala skommina
og doyva sínar trupulleikar av seinárinum
í rúsdrekka. Drykkjuskapurin vindur upp
á seg, og tá hon er miðskeiðis í tjúgunum,
verður hennara rúsdrekkatrupulleiki eitt
veruligt haft um beinið.
- Eg kundi gott sita her og drekka eina
heila vodkafløsku um dagin. Alt tóktist
vónleyst, og eg mundi drukkið meg í hel.
Bleiv bundin og neyðtikin
Sorgarleikurin er ein so mikið vanligur part
ur av tilveruni hjá Tove, at maktarloysið
yvirdoyvir dirvið at siga frá og enda ágangin
alt fyri eitt. Hendan sálarliga veikleikan
gagnnýtir krenkarin, sum fyrstu ferð gjørdi
seg inn á hana, tá hon var 12 ára gomul, og
hann endar við at hava regluligt samband
við Tove alt hennara vaksna lív.
- Um eg segði nei og royndi at verja
meg, helt hann bara í skøvningin á mær.
Hann bant hendurnar hjá mær fastar, og
so gjørdi hann tað við meg, sum honum
lysti, sigur Tove Ellingsgaard, meðan hon
krossar hendurnar fyri at vísa, hvussu hon
varð bundin.
- Eg hevði ongan kjans. Einaferð tveitti
hann seg oman á meg og var so harðligur,
at hann brákaði mær rivjabeinini. Við tíðini
hugsaði eg bara, at tað nyttaði ikki at gera
mótstøðu, tí tað hendi allíkavæl, so eg lat
hann bara.
"Tað er tín egna skyld"
Tove Ellingsgaard roynir fleiri ferðir at
koma burtur úr marruni við at gera hesum
manninum greitt, at hon fer at fortelja øll
um, hvat gongur fyri seg. Men reaktiónin
hjá honum staðfestir ferð aftan á ferð, hvør
teirra hevur valdið.
- Hann segði altíð, at eingin fór at trúgva
mær, og at hetta var mín egna avgerð. Hann
fekk meg at føla, at tað var mín skyld - og
heilt ærligt, hvør fer at trúgva upp á, at
mann kann vera kynsliga misnýttur sum
vaksin? spyr Tove Ellingsgaard, sum hevur
trupult við at forklara, hví tað var so ringt
at siga frá.
Í dag hevur hon funnið út av, at hon leið
av onkrum, sum minnir um tað sokallaða
Stockholm-syndromið, har ofrið fær eitt
sympatiskt tilknýti til sín brotsmann.
- Eg tordi ongantíð at siga honum ímóti,
og eg forsvaraði hann enntá, um onkur
segði okkurt ringt um hann. Tað er heilt
ótrúligt, at eitt menniskja kundi koma so
langt inn í sinnið og stýra mær, sigur Tove
Ellingsgaard.
Leitaði sær hjálp hjá KRIS
Í 2014 er Tove Ellingsgaard 54 ára gomul, og
nú hevur hon hildið upp á sítt loyndarmál
í 50 ár. Hon ásannar, at lívslangi ágangurin
ikki er hennara egna skyld og sær skommina
í eyguni. Hetta ger hon við at samla sær mót
at fara á ein fund um kynsligan ágang, sum
hjálparfelagsskapurin KRIS skipar fyri í
B36 húsinum.
Á aftastu rekkju situr hon og lurtar
eftir øðrum ofrum, sum greiða frá sínari
søgu. Við eitt kortsluttar høvdið hjá Tove
Ellingsgaard fulkomiliga, og hon fær eitt
flashback.
- Knappliga siti eg aftur í mínum kamari
sum 10 ára gomul og spæli við mínar dukkur.
Eg røri við tær og geri við tær, sum eg vil,
minnist hon.
- Tástani fangaði eg, at eg sum smágenta
hevði gjørt tað sama við dukkurnar, sum
allir hesir menninir høvdu gjørt við meg alt
mítt lív. Tárini trillaðu niður eftir kinnunum
á mær, og mentalt var eg slett ikki til staðar
á hesum fundinum. So reisti eg meg upp
og skundaði mær heim á telduna at skriva
eini boð við stórum bókstavum til KRIS:
“HJÁLP”.
Kom ígjøgnum tað
Dagin eftir fær Tove eitt uppkall frá Gvøð
bjørg West, sum er dagligur leiðari í KRIS.
Tær avtala at hittast á kontórinum hjá KRIS,
har tær fáa sær eitt langt prát. Tove letur
upp fyri øllum sínum loyndarmálunum um
kynsliga ágangin, sum hon hevur dult fyri
alt sítt lív.
Tær báðar hittast aftur nakrar ferðir, og
samrøðurnar geva Tove mót uppá at for
telja manni sínum alt. Hetta er eitt stórt
sjokk fyri Jóhan, sum hon hevur hildið
saman við síðan 1993.
- Tað kundi bara enda við hjúnarskilnaði.
Eg helt ikki, hann fór at skilja, at eg havi
verið misbrúkt sum vaksin. Men vit tosaðu
um tað og funnu skjótt stevið aftur, sigur
Tove Ellingsgaard.
Aftaná segði hon krenkaranum frá, at nú
var nóg mikið, tí hon hevði fortalt øllum um
tað. Tá helt hann seg vekk. Síðani meldaði
Tove seg í sjálvhjálparbólk hjá KRIS, har
hon kundi tosa opið um alt við onnur offur.
Hetta hjálpti henni sera væl, tí tá føldi hon,
at hon ikki var einsamøll. Hon hevur eisini
fingið hjálp hjá sálarfrøðingi, og viðvíkjandi
Tove Ellingsgaard:
Hetta er Tove Ellingsgaard sum smágenta