hósdagur 27. juni 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
15
hennara rúsdrekkatrupulleika kann sigast,
at hon í dag hevur verið edrú í 17 ár.
- Eg hevði ikki verið á lívi í dag, um eg
ikki hevði verið so treisk, áhaldandi og
sterk, staðfestir Tove uttan at blunka.
Loysir seg ikki at melda
Tove Ellingsgaard hevur í fleiri førum um
hugsað at melda allar hesar menninar, sum
hava gjørt sær fortreð, síðan hon var smá
genta, men hevur valt at lata vera.
- At melda fyri kynsligan ágang og neyð
tøku er at fara beinleiðis ígjøgnum eitt helv
iti. Mínir krenkarar eru ikki verdir tað, at
eg skal ígjøgnum avhoyringar og rættarsak,
sum lættliga kann taka tvey ár. Haraftrat er
tað altíð krenkarin, sum fær bestu hjálpina,
og tað hevur einki at siga fyri teir at sita í
fongsli í tveir mánaðir, sigur Tove Ellings
gaard.
- Mítt lív er ikki skomm
At siga frá er tað besta, hon hevur gjørt fyri
seg sjálva.
- Eg eri liðug at halda tað, at lív mítt er
skomm.
Tove veit, at onnur eru, sum hava verið
fyri líknandi hendingum sum hon. Tí vil
hon við sínari søgu hjálpa øðrum at koma
burturúr tí.
- At vera misbrúktur sum vaksin er eitt
tabuevni, sum er øgiliga trupult at greiða
frá og fáa fólk at skilja. Um tú hevur verið
fyri kynsligum ágangi sum barn ella vaksin,
lat so vera við at hugsa, at tað er tín egna
skyld. Tí tað er tað ikki. Fá tær hjálp frá
KRIS sum skjótast, sigur Tove Ellingsgaard.
Tove fekk góða hjálp frá KRIS
Hóast lívið ikki hevur verið ein dansur á rósum, er 60
ára gamla Tove Ellingsgaard komin víðari
- Eg hevði ikki verið á lívi
í dag, um eg ikki hevði
verið so treisk, áhaldandi
og sterk