Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 18 - Øll, sum vit tosa við, ynskja, at vit sleppa inn á marknaðin, tí tey duga at síggja, at vit kunnu veita bæði vørur og tænastur til hesi økir, ið tey mangla í dag. Veruleikin er, at sambandið í hesum økjum er út av lagi vánaligt í dag og er nógvar av skotsku oyggjunum og norðasti parturin av Skotlandi eini 5 ár aftanfyri Føroyar í menningini. Tey stóru feløgini miðsavna seg um London, Birmingham, Manchester og aðrar stórbýir, har tey síggja ein vinning, meðan lítil áhugi er fyri at menna sambandið í teimum fjarskotnu økjunum. Tað sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, um ynskið hjá fyritøkuni at sleppa at veita samskifti til Hetland og Orknoyggjarnar HALLUR AV RANA S íðan 1906 hevur Før­oya Tele verið tann størs­ ti veitarin av tele­fon, interneti og øðr­um sam­skifti í føroyska sam­felag­ num. Fyrstu árini undir danska navninum Færøernes Amts­kom­ munes Telefonvæsen og seinni undir Telefonverk Føroya Løg­ tings. Í 1998 bleiv almenna felag­ ið skipað sum alment partafelag og broytti tá navn til Føroya Tele, ið tað hevur havt síðan. Nógv er hent á føroyska samskiftisøkinum síðan 1906, men øll árini hevur almenna før­oyska telefonfelagið verið tann stóri aktørurin á øki­num, og hevur slóðað veg fyri, at føroyingar í 2019 hava eitt av mest framkomnu sam­skiftis­ neti­num í verðini. Stórar broytingar eru eisini framd­ar á økinum, og eru uttan iva fleiri broytingar aftrat fyri framman. Fartelefonir, internet, video­samrøður og annað vóru óhugs­andi fyri bara nøkrum fáum ártíggjund síðan, men er hvørs­mansogn í dag. Virksemið hjá Føroya Tele er eisini nógv broytt av tí sama. Enn er felagið nógv tann størsti veit­arin innan samskifti á før­ oyska marknaðinum, men er virk­semið nú ikki ein­ans av­ markað til føroyska mark­nað­in. Út í heim Gjøgnum fleiri ár hevur felagið veitt internet til olju­bori­ pallar gjøgnum sínar undir­ sjóvarkaðlar og nú tað seinasta árið eisini fartelefoni til pallar og skip. Síðstu árini er felag­ið tó eisini farið undir eitt mið­víst arbeiði at sleppa inn á bretska sam­skiftismarknaðin á land­øki­ num. Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa fótin inn á ein sam­ skiftismarkna har risa fyritøkur sum O2, Vodafone, BT, TalkTalk og Three UK valda, men kortini sær Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, ein møguleika. Orsøkin er, at bretska stjórnin á heysti 2017, boðaði frá, at hon var sinnað at játtað 25 milliónir bretsk pund, tað eru umleið 210 milliónir danskar krónur, at menna 5G tøkni ymsastaðni í bretska ríkinum. Og tað er júst her, at Føroya Tele sær ein møgu­leika. - Ein av teimum seks verk­ ætlan­unum, ið bretska stjórn­in boðaði frá tá, er í Orkn­oyggjun­ um. Hana sóu vit ein møguleika í, bjóðaði upp á og hava nú í gott eitt ár verið ein partur av verk­ ætlanini 5G RuralFirst Orkn­ ey, sigur Jan Ziskasen, ið upp­ lýsir at Føroya Tele tekur lut í verkætlanini gjøgnum dóttur­ felagið SHEFA. Orknoyggjar slóða veg Í samstarvinum eru fleiri enn 30 feløg, harímillum bretska kring­ varpið BBC, tøknifyritøkan Cisco, fleiri bretsk universitet, Micro­soft, BT og Nokia. Sjálv verkætlanin hevur eisi­ ni eydnast so mikið væl, at BBC um mánaðarskiftið hevði grein á heimasíðuni um, hvussu lítla oyggjasamfelagið hevði yvir­hálað London og aðrar stór­ar býir í tí nýggjasta innan sam­skifti. Víst verður á, at netið í 5G RuralFirst royndarøkinum í lítla oyggjasamfelagnum er upp­stig­ að til 5G og hvørja ja­liga ávirkan tað hevur havt fyri borgararnar sum eru við í verkætlanini, ið fyrr máttu brúka upp til 10 minuttir at lata ein teldupost upp, men sum nú brúka mest fram­komnu samskiftistøknina í Bretlandi. Sum áður nevnt er tað ikki júst ein mangul upp á sam­ skiftisfyritøkur í Bretlandi, men kortini hevur Føroya Tele fingið eina góða móttøku, sambært Jan Ziska­sen. Orsøkin er, at føroyska fyri­tøkan hevur drúgvar royndir og vitan innan at samanbinda fjar­skotnar oyggjar í eitt felags net við høgum støði. Og tað er eitt øki, ið fá onnur feløg í heimi­ num kunnu kappast við teimum í. - Fleiri av sam­starvs­feløg­ unum, harímillum CISCO, hava ikki dult fyri, at tey eru fegin um at hava Føroya Tele við í verk­ætlanini, tí vit eru høgt í metum innan okkara serøki. Okkara partur í verkætlanini BRETSKA ÆVINTÝRIÐ HJÁ FØROYA TELE