Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 19 er, umframt at koma við okkara vitan og royndum, at veita fibur­ samband til verkætlanina og dáta­miðstøðirnar, sigur Jan Ziskasen. Føroyskt samband til bretskar oyggjar Verkætlanin 5G FirstRural Orkn­ey kann eisini síggjast sum ein liður í eini størri ætlan hjá Føroya Tele at byggja brýr til bretskar myndugleikar. Før­ oyska fyritøkan hevur nevni­liga í eina tíð arbeitt við ítøki­lig­ um ætlanum um at veita tele­ sam­band í Hetlandi og Orkn­ oyggjun­um. - Vit hava verið á sera nógvum fundum og tosa við eina rúgvu av lyklapersónum og fyritøkum, so sum tingfólk, ráðharrar, embætisfólk, fjarskiftiseftirlit og lokalpolitikarar, tí vit ynskja at sleppa inn á hendan mark­ naðin, sigur Jan Ziskasen, ið leggur afturat, at bretski viljin er til staðar, men fjar­skiftis­lóg­ gávan í Bretlandi er tíverri smíð­ að soleiðis saman, at hædd ikki verður tikið fyri smærru økjun­ um í mun til ágóðan av tøkniliga fram­burðinum. - Øll, sum vit tosa við, ynskja, at vit sleppa inn á marknaðin, tí tey duga at síggja, at vit kunnu veita eina bæði vørur og tænastur til hesi økir, ið tey mangla í dag. Veruleikin er, at sambandið í hesum økjum er út av lagi vánaligt í dag og er nógvar av skotsku oyggjunum og norðasti parturin av Skotlandi eini 5 ár aftanfyri Føroyar í menningini. Tey stóru feløgini miðsavna seg um London, Birmingham, Manchester og aðrar stórbýir, har tey síggja ein vinning, meðan lítil áhugi er fyri at menna sambandið í teimum fjarskotnu økjunum. Marknaðarforðingar Men hóast tað ikki skortar upp á góðan vilja, er tað serliga ein forðing, ið ger at Føroya Tele enn ikki hevur eydnast at fingið fótin inn um á bretska farnets marknaðin. - Størsti parturin av internet sambandinum í skotsku oyggjunum er veittur av Føroya Tele ígjøgnum sjókaðlarnar til oyggjarnar, men fyri at sleppa at veita internet og telefoni á farnetinum til kundarnar mugu vit hava frekvensloyvir. Trupulleikin er bara, at tey eru avmarkað í tali og langt síðan seld til tær stóru telefyritøkurnar í Bretlandi. Hetta eru fíggjarsterkar altjóða fyritøkur, ið vit ikki megna at kappbjóða við, sigur Jan Ziskasen, Tað er tó ein sannroynd, at hesar fyritøkur hava lítið og einki gjørt fyri at betra um samskiftistøknina í teimum fjarskotnu oyggjunum og er tí ein ávísur vilji hjá lokalu myndugleikunum at finna eina loysn, so at onnur kunnu átaka sær hesar uppgávur. Og tað er hesin viljin, ið Føroya Tele setur sítt lít til og vónar ber á mál, so at fyritøkan kann bjóða sínar farnets tænastur til íbúgvarnar í oyggjasamfeløgunum. - Vit vóna at politikararnir taka eitt kjak við hesar fyritøkur, um antin at geva okkum rættindini til frekvensir í hesum økjum, ið tey kortini einki gera við, ella selja okkum tað fyri ein rímiliga prís. Men enn er einki komi burturúr tí, sigur stjórin í Føroya Tele. HALLUR@SOSIALURIN.FO