hósdagur 27. juni 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
20
ORÐ OG MYND: DAGFINN OLSEN
Í
dag, leygardag 29. Juni,
heldur Adolf Ryggshamar
í Vági, sín 85 ára føðingar
dag, samstundis sum
hann og konan Saloma halda
diamantbrúdleyp.
Men alt kundi verið so nógv
øðrvísi.
Ein avgerð, tikin í eini handa
vending, er orsøk til, at Adolf er
á lívi og kann halda stóra dagin.
Skuldi við Hans Hedtoft
Tá Adolf Ryggshamar var 16 ár,
sigldi hann við M/S Dronning
Alexandrine. Adolf var annar
kokkur.
- Har mátti ein byrja, um ein
t.d. skuldi gera sær vónir um at
gerast hovmeistari. Men hov
meistarin, ein dani, ið var giftur
føroyski konu, ætlaði sær við
Hans Hedtoft, og hann vildi
fegin hava meg við sær, greiðir
Adolf frá.
- Eg fór so til stýrimannin,
ein vágamann, at siga upp. Men
hann helt sera lítið um hetta, og
helt til kokkin at spyrja hann,
hví Adolf nú skuldi av skipinum.
Kokkurin visti tó onki annað at
svara, enn at eg lærdi ikki nógv
meira har umborð, sigur Adlof
Ryggshamar.
Men so tók Adolf eina avgerð
á staðnum.
- Men eg steðgaði prátinum
teirra millum, og segði, at eg fór
ongan veg, men helt fram um
borð á Dronningini, sigur Adolf.
Og ikki sørt at tað kennist
á honum, at hann er fegin um
hesa avgerðina, sum hann sum
unglingi tók, tí annars hevði
hann ikki nátt so høgan aldur,
sum nú hann rundar 85 ár.
Við mann og mús
Hans Hedtoft fór til Grønlands.
Skipið var nýtt, hevði dupultan
botn, og fekk hetta fólk at siga,
at tað kundi ikki søkka. Hetta
minti um søguna um Titanic, og
Hans Hedtoft varð eisini róptur
grønlendski Titanic.
Á heimferðini úr Grønlandi
kom Hans Hedtoft í illveður
á Kappanum, og spurdist ikki
aftur. Fórst við mann og mús. So
gott sum onki spurdist aftur av
skipinum. Bert ein bjargingar
ringur rak seinni á land í Íslandi.
- Eg havi seinni verið í ódnar
veðri við Kappan, á somu leið,
sum Hans Hedtoft sakk, sigur
Adolf Ryggshamar djúphugsin.
Á sjónum alt lívið
Tað eru mangar hendingar, sum
Adolf trívur í, eftir eitt langt
lív. Eitt langt lív, har hann fyri
stóran part hevur verið á sjón
um.
Ein hending, sum Adlof tó líka
letur okkum fáa við, er henda:
- Dronning Alexandrine sigldi
millum Keypmannahavn, Føroy
ar og Ísland. Einaferð sigldu vit
eitt ferðalag úr Íslandi til Keyp
mannahavnar. Eini 200 fólk,
helvtin menn og hin helvtin
kvinnur. Íslendarar høvdu ikki
allir stóra virðing fyri ameriku
monnum, sum jú eisini vóru í
Keflavík. Hetta ferðalagið skuldi
á kommunistastevnu í Bukarest.
Tá tey komu heimaftur, vóru tey
meira tigandi, og eg fregnaðist,
hví so var. Tey høvdu upplivað,
hvussu vánaligum korum fólk
ið har livdi undir, og Stalin
hevði gjørt av við teir hægstu
leiðararnar. Eftir hetta høvdu
tey størri virðing fyri ameriku
monnum, sigur Adolf Ryggs
hamar.
Í dag heldur hann sín 85 ára
føðingardag og samstundis
halda Adolf og konan, Saloma,
diamantbrúdleyp. Tey eiga 3
børn, og abba og ommubørnini
eru 8 í tali, og familjan kemur til
Vágs at halda dagin saman við
teimum.
ADOLF SKULDI FARA
VIÐ HANS HEDTOFT
Hann skuldi fara við Hans Hedtoft, sum sakk við Kappan við mann
og mús á fyrstu ferðini, og sum fekk eyknevnið grønlendski Titanic
HELDUR 85 ÁRA DAG OG DIAMANTBRÚDLEYP:
FAKTA
M/S Hans Hedtoft
Sjósettur 17. Desember 1958
Sakk 30. Januar 1959
Skipið varð bygt til
sigling í farvatni við ísi.
Hevði dupultan botn, men
ikki dupultan skrokk,
men styrkt stevni.
30. januar í 1959 kl 13.59
fekk veðurstøðin í
Prins Christians Sund
boð frá skipinum um,
at tað hevði siglt á
eitt ísfjall sunnanfyri
Kappan. Kl.17.41 komu
boð frá Hans Hedtoft:
vit søkka spakuliga.
Meira hoyrdist ikki frá
skipinum. Hóast leiting,
varð onki funnið. Ongin
av teimum 95 fólkunum
umborð. Og onki av
skipinum, ið m.a. hevði
umborð kirkjubøkur
úr øllum sóknum í
Grønlandi. Níggju
mánaðir seinni rak tó ein
bjargingarringur av Hans
Hedtoft á land í Íslandi.
Hesin sæst í dag í Frelsens
Kirke í Qaqortoq.