hósdagur 27. juni 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
21
ANGELICA OG HILMAR DANIELSEN
Opið hús í Bøkjarabrekku 15
týsdagin 2. juli kl. 11.00 - 15.00
T
ýsdagin 2. juli hava
javnaldrarnir Angelica
og Hilmar Danielsen í
Havn verið gift í samfull
70 ár og hava jarnbrúdleyp. Tey
giftust á syftunsøku 1949. Hann
er ættaður úr Húsavík og hon úr
Havn. Tey eru eitt nú kend fyri
handilin Yamaha í Bøkjarabrekku
í Havn, sum tey róku í 35 ár. Har
fekk mangur ungdómur og vaksin
eftirlíkað síni ynski um knallert,
motorsúkklu og vanliga súkklu.
Hilmar og Angelica fóru undir
handilin í 1972. Hilmar seldi og
umvældi og aftrat sær hevði
hann Angelicu, sum hjálpti til at
avgreiða og syrgdi fyri øllum papp
írsarbeiði. Hon fylgdi eisini væl
við gongdini á marknaðinum og
kendi hvønn møtrikk í handlinum.
Handilin lat aftur í 2007, tá bæði
vóru komin væl upp í sjeytiárini.
Angelica og Hilmar hava seks
børn, 12 ommu- og abbabørn og fýra
langommu- og langabbabørn. Tað
gongur ikki dagur uttan at onkur
teirra vitjar, og beiggjarnir hittast
til morgunkaffi í Bøkjarabrekku
hvønn gerandisdag kl. 10.00.
Hilmar er húsvíkingur. Hann
er føddur 14. september 1929 sum
fimti av níggju systkjum. For
eldrini vóru Jacobina f. Joensen
úr Oyndarfirði og Óli Danielsen
á Breyt í Húsavík. 15 ára gamal
fór Hilmar til Íslands at arbeiða á
bóndagarði í hálvt ár. Síðani var
hann hálvt ár á kraftverkinum
á Borgarfirði vestara. Hann kom
heim aftur í 1946, og tá fann hann
konuna í Sjónleikarhúsinum.
Fyrst lossaði Hilmar í Havn
og síðani koyrdi hann lastbil hjá
klokkaranum Frits Christiansen.
Harnæst var hann tvey ár hjá
handilsvirkinum P/f P.A. Rest
orff. Í 1954 fór Hilmar til skips við
norskum skipi og var við norð
monnum til 1957. Tá fór hann í
starv sum kranaførari á Saltsøluni,
sum Esmar Fuglø og Hans Pauli
Johannesen áttu saman við hin
um hvannasundsbrøðrunum. Har
var hann í samfull 15 ár.
Eldri sum yngri húsvíkingar
í Havn plagdu at ganga túrar
saman. Hilmar var fastur fúsur.
Teir vóru altíð nógvir í tali, og
skemtarar plagdu at arga teir
við, at teir mest av øllum líktust
flokkunum av russarum, sum
mangan vóru at hitta til gongu
millum bygdir.
Angelica er fødd 1. mars 1930.
Hon er elst av trimum børnum
hjá Petru F. Heinesen úr Svínoy og
Sámali Joensen í Havn, nevndur
Sámal hjá Ísaki. Petra og Sámal
búðu fyrst, tá tey vóru gift, í
Havn og fluttu undir krígnum
til Vestmanna, har Sámal hevði
handilin Inni á Fitjunum. Tey
komu aftur til Havnar, men tá
mamma Petru doyði, fluttu tey
til Svínoyar at taka sær av jørð og
seyði.
Sámal og Petra komu aftur
til Havnar í 60unum. Tey búðu
eitt skifti á Argjum, men fluttu
so heim til Angelicu og Hilmar á
Bøkjaratrøðni, haðani bæði doyðu
út - Petra í 1977 og Sámal í 2002.
Jarnbrúðurin Angelica vaks
upp hjá ommuni og abbanum í
Niels Finsens Gøtu. Tey vóru Ísak
Joensen úr Mykinesi og Angelica
úr Vestmanna. Ísak skómakarin
var pápabeiggi málaran Sámal
Joensen Mikines.
Barnaheimið hjá yngru Angel
icu var í húsunum, har Thomas
Dam Ítróttur hevur hildið til í
mong ár. Angelica hevur hund, og
tí sæst hon enn sum áður í havn
argøtum við Silvu. Hvørja viku er
hon eisini á bingo.
Hjúnini hava bæði áhuga fyri
fótbólti. Í Føroyum heldur Hilmar
við HB. Í Onglandi er lið hansara
Chelsea. Men Angelica heldur við
B36.
Til lukku við jarnbrúdleypinum.
Opið hús í Bøkjarabrekku 15
týsdagin 2. juli kl. 11.00 - 15.00
Heilsan
Børnini við familju
NØVN
JARNBRÚDLEYP Í
BØKJARABREKKU