hósdagur 27. juni 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019
SOSIALURIN 73
22
FRANTS JENSEN
F
yri fyrstu ferð nakrantíð
hava føroyskir myndug
leikar løggilda okkara
egnu Altarbók.
Fram til 2007 var Fólkakirkjan
undir donskum málsræði, og
tí vóru tað umboð fyri danska
kongsríkið, sum løggildaðu
Bíbliu, Altarbók, Ritualbók og
Sálmabók í Føroyum.
Eftir yvirtøkuna er tað upp
gávan hjá løgmanni.
Aksel V. Johannesen, løg
maður, handaði fyrstu út
gávuna til Føroya biskup,
Jógvan Fríðriksson. Kirkju
málaráðharrin, Høgni Hoydal,
og løgmaður fingu eisini hvør
sína útgávu.
Flestu av føroysku prestunum
vóru í kirkjuni, og teir fegnaðust
um, at altarbókin nú er komin,
eftir at arbeitt hevur verið við
henni í mong ár.
Bókin á altarinum
– Altarbókin er tann bókin,
sum liggur á altarinum í øllum
kirkjum í Føroyum. Har eru teir
tekstir, ið verða lisnir upp sun
nu- og halgidagar. Bæði kollekt,
epistul, evangeliið, bønir og
annað, sum er partur av guds
tænastuni. Tað er skipað við
tekstum til alt kirkjuárið í fyrru
og seinnu tekstarøð, sigur Uni
Næs, dómpróstur.
Tað, sum stendur í altar
bókini, er tað, sum prestar og
deknar skulu halda seg til, tá
ið gudstænastur verða hildnar
kring landið. Handbókin er ein
vegleiðing til altarbókina.
Samstarv millum
prestar og onnur
Føroya biskupur, Jógvan
Fríðriksson, bar eisini fram
heilsu. Hann takkaði løgmanni
og mentamálaráðnum fyri gott
samstarv. Hann takkaði eisini
grunninum Føroyskt kirkjumál,
fyri tað arbeiðið, sum nevndin
hevur gjørt at fáa bøkurnar út.
Jógvan Fríðriksson greiddi
eisini frá søguni at fáa altar
bókina út. Allir prestarnir vórðu
kallaðir saman í juli í 2011, har
teir fingu høvi at siga sína hugs
an um ætlanina. Nakrir fundir
vóru eins og skrivligt samskifti.
Tað førdi til, at tvær royndar
útgávur komu í 2012 og 2013.
Tær hava verið nakað nýttar av
prestunum.
Í fyrru nevndini, sum arbeiddi
við útgávunum, vóru prestarnir
Jónsvein Bech, Emil Olsen,
Meinhard Bjartalíð, Anne Mette
Greve Klementsen og Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar.
Í seinnu nevndini vóru Uni
Næs, Jákup Reinert Hansen,
Tummas Lauritsen og Kristin
Magnussen.
Føroyskt kirkjumál
Grunnurin Føroyskt kirkjumál
varð stovnaður við eini løg
tingssamtykt í 1934 og hevur
arbeitt við at givið út allar tær
bøkur, ið hava við kirkjuna at
gera. Føroyskt kirkjumál hevur
eina játtan á fíggjarlógini, ið er
250.000 krónur.
Í nevndini í Føroyskum
kirkjumáli eru Anfinnur Johan
sen, Jenny Lydersen og Uni Næs.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
FRANTS JENSEN
– Á appini eru allir sálmarnir
í Sálmabókini eins og í
ískoytinum, 741 tilsamans.
Harumframt
er
eisini
Luthers katekismus, bønir,
skriftorð og annað, sum kann
vera gott at hava at lesa,
sigur Uni Næs, dómpróstur.
Appin virkar á tann hátt,
at til ber at leita bæði eftir
nummari ella eftir leitiorði,
og so at fáa tekstin fram. Til
ber at gera tekstin størri,
og til ber eisini at lurta eftir
lagnum til sálmin.
Syngja við fartelefon
Men væntar Uni Næs, at fólk
í framtíðini bara fara at sita
við fartelefon, tá ið sungið
verður í kirkjunum kring
landið?
– Eg rokni við, at Sálma
bókin altíð verður brúkt í
kirkjunum, men tað er hent
at hava Sálmabókina burt
uri og heima, á sjógvi og
aðrastaðni, og tá er skjótt
og lætt at finna sálmar
fram. Eitt annað, ið vit
hava hugsað nógv um, eru
konfirmantarnir. Konfir
mantarnir hava kanska ikki
Sálmabókina við hondina,
men telefonin er altíð við
hondina. Vit vóna, at bæði
tey ungu, eins og onnur vilja
nýta appina, og at nógv verð
ur sungið, sigur Uni Næs.
Nýggjar útgávur
Tað eru 80 ár síðani føroyskt
varð góðkent sum kirkju
mál, og í tí sambandi hevur
Føroyskt kirkjumál givið út
allar útgávurnar av sálma
bókunum av nýggjum eins
og av sálmabókaískoytinum.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
ALTARBÓKIN
LØGGILDAÐ
Sálma
bókin á app
Fólkakirkjan hevur í
longri tíð arbeitt við at fáa
sálmabókina út sum app,
og tað arbeiðið er nú komið
á mál. Appin hevur navnið
sálmabók, og hon er ókeypis
Týsdagin hevði Føroyskt kirkjumál bókaframløgu
í dómkirkjuni í Havn. Broytt og víðkað útgáva
av Altarbók Føroya kirkju, fyrsta útgáva av
Handbók Føroya kirkju, og fimm endurútgávur
av Sálmabók Føroya kirkju vórðu lagdar fram