Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 1. Partur F øroyingar hava altíð havt hug at royna fjarar leiðir at vinna lívs­ins breyð. Hetta sæst millum annað í okkara royndum við stór­hvala­ veiðu í Suðuríshavinum. Í bók síni um Lopra og hvalastøðirnar har, greiðir Erling Poul­sen frá royndum, sum norðmenn gjørdu við hvalaveiðu á hesum leiðum fyrst í hini øldini saman við føroyskum íleggj­arum. Vit hava fyrr havt frásøgnina um Thom­ as Jacobsen av Skipanesi. Hann fór í 1913 til Suður Georgia at arbeiða á eini hvalastøð, og har hitti hann m.a. kenda pólgranskaran Sir Ernest Shackleton. Thomas arbeiddi um­borð á skipi hansara "Endurance" og har komu teir at kennast. Nýggj roynd í Suðuríshavinum Í 1946/47 vóru føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum við hollendarum Tað er nokk so fitt av skrivaðum tilfari um henda partin av okkara vinnusøgu. Í hvussu er hava tveir mans skrivað dag­bók frá hesum túrinum. Teir eru Mikkjal Gulklett í Nólsoy og Herlon Jacob­ sen (í Kálvalíð) í Miðvági. Dagbókin hjá Mikkjali er serliga ná­ greini­lig frá tí, farið varð úr Føroyum. Ein av manningini var Marius Kamban, ætt­aður úr Havn. Sonur hansara Poul Kamban, sum er búsitandi í Danmark, hevur skrivað um hesa søguna hjá pápanum, har vit báðir hava samstarvað. Hann hevur eisini gjørt eitt drúgt kanningararbeiði, m.a. við vitjan á sjóvinnusavninum í Amst­erdam. Hann hevur eisini frásøgn frá mammu síni, sum 97 ára gomul. Hansara frá­søgn er eisini partur av hesi frásøgn. Vit hava fyrr greitt frá søguni hjá Marius, sum tá ið hann var í Barentshavinum. við italenskum trolara undan heims­bard­ag­an­ um. Hetta er eisini ein serligur partur av okkara fiskivinnusøgu, sum vísir at før­oy­ ing­ar ikki bakka fyri avbjóðingum. Vit hava eisini havt áhugaverdu søguna hjá verfaðir Marius, Poul Carl av Eiði, sum fleiri ferðir varð skotin niður av kavbáti und­ir fyrra heimsbardaga. Tað var so heppið, at Mikkjal hevði keypt sær eitt fototól og hevði tað við á túr­inum. Hann tók ein hóp av myndum. Mart­in Tórgarð tók eisini myndir eins og fleiri góðar myndir eru í frásøgnini hjá Poul Kamban. Eitt íkast og kelda til hesa frásøgn er eisini samrøða um hesa ferðina, sum Norð­ lýsið hevði í 1975 við Karsten Hansen úr Svín­oy og Johannes Heinesen, ættaður úr Múla. Fóru syngjandi avstað Mikkjal var føddur í 1915. Fyrsti túrurin hjá Mikkjali til skips var, tá hann 15 ára gamal fór við "Gracie" í 1930. Skipari var Jacob Nielsen – í Liða, ættaður úr Nólsoy og systkinabarn Mikkjals. Mikkjal sigldi til hann fór í land í 1960. Mikkjal giftist við Hildibjørt Jacobinu Katrin Debes úr Kollafirði, fødd í 1927. Hildibjørt og Mikkjal búðu fyrst í Havn, men fluttu til Nólsoyar við tveimum teim­ um yngstu børnunum, tá ið flakavirkið var sett á stovn í 1976. Har arbeiddi Mikkjal til 1986, tá hann gjørdist avlamin. Hann doyði í 1990. Mikkjal var er ein mentaður maður, og hann skrivaði reint føroyskt mál. Hann hevði nevniliga góðan lærara í føroyskum. Hesin var Símun Simonsen, ættaður av Brúnni í Norðragøtu. Hesin fyrsti parturin verður um ferðina hjá hvalamonnunum til Holland og tilriggingina at fara avstað. Hetta hevur eisini verið eitt serligt upplivilsi hjá hesum føroysku veiðumonnum. Kona Mikkjal, Hildibjørt, greiddi frá, at tann dagin, hann og hinir nólsoyingarnir fóru avstað, var hon á veg til neytar. Tá hoyrdi hon Martin Tórgarð sita og spæla harmoniku, meðan teir stevndu út frá gomlu brúnni í Nólsoy. Hann sang: ”Smil imens jeg kysser dig farvel, Hvert af dine kys mig bringer held, Bed for mig, min egen dertil vi ses igen”. Hollendarar høvdu brúk fyri lýsi Grundarlagið fyri hesi søgu er støðan í Hollandi beint eftir kríggið. Her var stórur tørvur á lýsi til framleiðslu av til dømis margarini. Eisini hevði Holland eitt ynski um aftur at blíva ein stór hvalaveiðutjóð eins og í gomlum døgum. Tískil var stovnað Sam­takið fyri hollendska hvalaveiðu, hvørs uppgáva var at endurskapa hesa gomlu hvalaveiðuna. Men tá ið aldagamla hollendska hvala­ veið­an endaði longu í 1872 vóru allar roynd­ir á økinum farnar í grøvina. Tí var neyðugt at leita sær hjálp í øðrum lond­ um. Tí vendu teir eyguni móti Noregi og Før­oyum, sum áttu fólk við royndum á økin­um. Eisini var neyðugt at keypa skip til hetta endamálið. Tískil vórðu í 1945 keypt níggju skip til ætlaðu hvalaveiðuna. Hetta vóru átta skip, sum skuldu veiða hvalin, og so eitt stórt móðurskip, har veiðan skuldi virk­ast. At umbyggja móðurskipið til enda­málið var ikki ein smávegis uppgáva. Ikki minst tí at til komandi manningina, sum skuldi telja 250 mans, skuldu byggjast køm­ur, toilettir, messur og aðrir hentleikar. Móð­urskipið varð kallað Willem Barendsz eftir tí gitna sjófararnum, sum hevur lagt navn til Barentshavið, ið er ógvuliga kent í Føroyum. Sjálvir hvalabátarnir kravdu ikki so stóra umbygging, men teir fingu oljufýrdar mask­inur, sum gjørdi tað nógv lættari enn at nýta kol. Lýst verður eftir føroyingum Meðan alt hetta hendir í Hollandi, verður á sumri 1946 sett ein lýsing í Dimalætting eftir fólki til hesa verkætlan. Tann sum stóð fyri lýsingini var Louis Apol, kendur hollendari í Føroyum, sum var giftur við Sannu Reinert úr Norðradali. Tað var brúk fyri bæði yvirmonnum og dekkarum, og bestu møguleikar høvdu menn, sum høvdu royndir á hvalaveiðu. Rokn­ast kundi við at vera burtur í sjey mán­aðir. Lønin var føst løn og bonus. Eis­ ini var lovað manningini forskot hvønn mánaða. Ferðin aftur og fram úr Føroyum til Holland varð goldin av reiðarínum. Ein arbeiðsmaður á móðurskipinum fekk kr. 285 um mánaðin + 1,86 oyru fyri hvørja framleidda tunnu av olju. Men á einum hvalaveiðuskipi var mán­ að­arlønin 325 + fleiri ískoyti sum til­sam­ans vóru 7,07 fyri hvørja tunnu av lýsi. Yvir­ menn fingu sjálvsagt meira enn hetta. Tað var nú bonussið sum taldi mest, og inn­tøkan hjá nógvum av føroyingunum kom at liggja um kr. 8.000 fyri umrødda Aftaná heimsbardagan gjørdist stórhvalaveiða í Suðuríshavinum ein partur av føroyskari vinnusøgu. Vit fara í nøkrum pørtum hava samandrátt av hesi søgu SIÐSØGA FØROYINGAR Á STÓRHVALAVEIÐU Í SUÐURÍSHAVINUM Lýsingin eftir manning.