Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 25 Komandi partur Í komandi parti fáa teir vitjan av hollendska prinsinum Albert. tíð­ar­skeið. Tað var ein góð løn tá í tíðini, tá ið tímalønin kanska var um 3 krónur. Farið verður avstað Mánadagur 1. oktober 1946 var farið av Havn­ina til Srabster við "Barjamu". Hetta var eitt bretsk skip, sum sigldi millum lond­ ini. Við vóru 66 føroyingar. Barjama plagdi at sigla við koli til Før­ oya. Á hesi ferðini aftur til Bretland, var lastin tóm. Tí var siglingin nakað buldras­ lig. Skipið hevði ikki pláss til so mong ferða­ fólk, tí máttu teir flestu sova í lastini. Tá teir komu út um oyggjarnar, setti skipið ógvuliga hart, so at skrúvan kom upp úr sjónum. Sjálvt um veðrið var gott, so blivu teir ógvu­liga kløkkir, tá ið skipið eisini fór upp at ristast. Hetta var jú stutt aftan á kríggið, og teir hugsaðu allir, at nú hevði Barjama siglt á eina minu. Tað bøtti ikki um óttan, at tað var bara ein leytari upp úr lastini. Men her var eingin vandi á ferð. Komið var fram dagin eftir. Gistast skuldi á hotelli. Trupulleikin var bara tann, at her vóru bara 55 sengur til teir 66 menn­inar. Men við lagaligheit kunnu teir útav hesum. Menninir fóru dagin eftir frá Scrabster kl. 9 við toki. Teir komu til Inverness og fingu døgverða og so aftur í tok til London. Teir komu til London kl. 10.00 og fóru inn á eitt hotel. Tann 4. oktober fóru teir frá London við toki til Harwich. Har fóru teir við fergu til Hook van Holland, og so við toki til Amsterdam, har teir búðu á sjó­mans­ heim­inum. Í Amsterdam hugnaðu teir sær m.a. við at fara í djóragarðin. Teir fingu góða tíð orsakað av verkfalli á skipasmiðjuni. Tann 10. oktober vóru 36 menn á kontór­ in­um og ordnaðu passið og sjófartsbókina um­framt finguravtrykk varð sett í passið og í eina serliga journal fyri reiðaríið. Tá teir vóru lidnir, vóru teir, sum skuldu við hvalabátunum, tiknir burtur úr og sendir til doktara fyri at taka eygu- og hoyriroynd. Hetta var neyðugt fyri at finna fram til, hvat menninir vóru best til. Teir sum høvdu bestu eygu og hoyrn skuldu við hvalabátunum at halda útkikk eftir hvalum. Mikkjal skrivaði víðari í sín dagbók: Tann 11. oktober fingu vit útbetalt pening fyri reisiútgiftir, vit høvdu goldið av egna lumma. Merkiligt nokk vísti tað seg, at bygdarmenninir, sum komu langvegis frá, høvdu minni útgiftir enn havnarmenn. Útgiftirnar hjá bygdarmonnum lógu frá 20 upp til 60 kr. Hjá havnarmonnum frá 80 upp til 150 kr. Klagað var um, at vit fingu lítið og einki av kjøti, tó tað var lovað okkum, at vit skuldu fáa nokk av tí. Tá kom fyri dagin, at hovmeistarin hevði selt ein stóran part av kjøtinum á svartabørs. 12. oktober fingu vit bíløtini frá foto­ graf­inum, sum vit allir vóru uppi á. Hann bjóðaði sær at senda tey heim til Føroya til Louis Apol, sum so skuldi senda tey til sítt rætta pláss í Føroyum. Tey kostaðu 60 cent pr. stk. Eg keypti mær eitt fotografiapparat og tveir filmar frá Richard Nybo fyri ca. 55 danskar krónur. Sunnudagin 13. oktober vóru vit í friði á sjómansheiminum. Tá fingu vit boð um, at vit allir skuldi møta upp umborð á "Willem Barendsz” kl. 7 morgunin eftir. 14. oktober kl. 6 um morgunin vórðu vit vaktir. Kl. 6.30 fingu vit morgunmat. kl. 7 fóru vit við fergu yvir til dokkina, har kókaríið lá. Vit loystu skipið, og so var tað sleipa út til eina boyu fyri at rætta kumpass. Tað vardi 3 tímar. Síðani var tað sleipað upp á síðuna á einum tangabáti at taka olju. Nakrir mans mynstraðu umborð á "Willem Barendsz” sama dag. Vit skrivaðu okk­ara navn upp á bemandingslistan og fingu so eitt nummar - hvør maður - fyri at tað skuldi vera lættari at finna skil á øll­ um. Eg fekk nummar 145. Vit máttu eisini undir­skriva “tavshedspligt” um alt sum gekk fyri seg umborð. Vit vóru umborð til kl. 3 um dagin, tá fóru vit í land aftur. Tá høvdu vit verið umborð í 9 tímar og hvørki fingið mat ella drekka, so fyrsti dagur umborð var einki serliga hugnaligur. Horur sýndar fram 15. oktober vóru vit umborð á “Willem Bar­ endsz” og lossaðu mjølsekkir og mjøl­tunn­ ur og stúvaðu tað av. Tað var ógvuliga lættligt at fáast við. Vit fóru í fergu bæði til og frá skipinum. Vit sóu nakrar damur, sum vóru út­still­ aðar í einum vindeyga, tær vóru horur. 16. oktober vóru vit umborð á “Willem Bar­endsz” og lossaðu ymiskar vørur og útgerð. Meðan eg arbeiddi í lastini, var ein vestur stolin frá mær. 17. oktober vóru vit umborð á “Willem Barendsz” og lossaðu mjøl og aðra útgerð. Tá vit komu heim aftur á hotellið og høvdu etið nátturða, settu vit okkum inn í stovuna at spæla kort. Meðan vit sótu har, kom Richard Nybo og fortaldi, at ein tjóvur hevði brotið inn í kamar hansara og stolið ein jakka og tvinnar buksur umframt undirklæðir. Í jakkanum hevði hann pass, kon­trakt og onnur pappír. Hann klagaði sína neyð fyri tí hægsta í hotellinum, men hann segði, at tað kom ikki sær við. Vit máttu sjálvir passa okkara klæðir. Richard fór so á politistøðina og fekk ein mann hagani at koma og hyggja at kamarinum. Hann slerdi upp á sjómansheiminum, at tann sum hevði tikið klæðini skuldi bera tey aftur frívilliga. 18. oktober vóru vit umborð og arbeiddu ymiskt arbeiði. Seinnapartin var skipið sleipað inn aftur til dokkina fyri at gerast liðugt. 19. oktober fóru nakrir av okkum ikki til arbeiðis. Vit fóru á kontórið at fáa pengar. Tá vóru pengarnir sendir umborð á skipið. Vit fóru so umborð, men vit fingu ikki so nógv, sum vit vildu hava. Tað var lovað okkum, at vit skuldu fáa teir seinni. Tá vit fóru at eta nátturða, kom hovmeistarin og gav Richard Nybo hansara teknibók við passi og øllum pappínum í. Hann segði, at hon var komin í postkassan ½ tíma eftir at klæðini vóru stolin. Sama kvøld, sum klæðini vóru stolin, var ein blá troyggja stolin frá xx. Frá einum norðmanni vóru stolnar 50 danskar krónur. Fyrsti teinur var við Barjama (Mynd Paul Guttesen) Uttast til høgru Mikkjal, holendskur fotografur, og Tórálv Poulsen Martin Tórgarð við harmoniku Marius, kallur Maja, Kamban, ættaður úr Havn. Hann eigur eisini sín part í hesi søgu