Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 30 JÓANNES HANSEN T ríggir dystir í Betri deild­ini eru eftir und­ an summar­steðginum. Í kvøld fær EB/ Streymur vitjan av grannunum á Skála, og HB fær vitjan av grannunum í AB, og leygardagin fær Víkingur vitjan av TB. Í gjárkvøldið vóru NSÍ og KÍ í europeiska eldinum. Tí eru dystirnir hjá teimum í fimtanda umfari útsettir. KÍ skal spæla ímóti B36 sunnudagin 21. juli, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti NSÍ mikudagin 14. august. Tað kann vera, at tað verður neyðugt at útseta dystin millum KÍ og B36 einaferð aftrat. So­ leiðis verður tað, um annað ella bæði liðini fara at megna at spæla seg víðari í Europa. Sølvi hevur brotið armin Víkingur – TB: Alex Troleis leygardagin kl. 15.00. Stóri maðurin hjá Víkingi nógvu tær seinastu ferðirnar hevur verið Sølvi Vatnhamar. Í 10ara leiklutinum hevur hann skorað seks mál higartil í ár, og sam­ bært bolt.fo hevur hann lagt upp til fleiri mál enn nakar annar. Tíggju ferðir hevur hann átt næstsíðsta fótin á. Sølvi hevur verið við í øllum fjúrtan lands­kapp­ingar­ dystunum. Fýra ferðir er hann útskiftur fram ímóti dystar­ enda, tá ið stigini eru kom­in til høldar, og venjarin hevur mett tað at vera skynsamt at spara lyklaspælaran til næstu av­ bjóðing. Nú er tað greitt, at Sølvi Vatn­ hamar verður ikki við, tá ið Víkingur leygardagin í Sarpu­ gerði fer at seta punktum og fyri fyrstu ferð í nógv ár fer at halda summarfrí, tí víkingarnir ikki eru við í Europa. Tíggju tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið níggju sigrar og ein javnleikur. Sølvi Vatn­hamar hevur verið arkitekt­ ur í nógvum, men tað fær hann ikki høvi at vera í morgin. -Í 3-0 sigrinum á Argjum síðsta sunnudag breyt eg armin. Tað var fram ímóti dystarenda og eftir nærdyst. Fallið var óhepp­ið, og kanska datt ein av mót­støðumonnunum niður á armin. Eg fekk ilt, men tað var ikki verri enn so, at eg var við inntil síðsta bríksl. Pínan gjørdi, at eg varð kannaður. Í fyrstu atløgu sóu teir einki, men so vísti tað seg, at eitt bein í arminum er brotið, og tað ber við sær, at tað verður neyðugt at halda frí frá fót­bólti í einar 3-4 vikur, sigur Sølvi Vatnhamar. Tað er bara dysturin ímóti TB eftir hesumegin summar­steðg­ in. Sølvi vónar, at hann verður tøkur aftur, tá ið Víkingur ólav­søkuaftan skal spæla í Gunda­dali ímóti B36. Tú hevur verið væl fyri higar­til í ár? -Tað er hugaligt at spæla á liði, sum tað gongur væl hjá. Vit spæla soleiðis nú, sum vit gjørdu, tá ið Sámal Erik Hentze var venjari í 2016 og 2017, og vit bæði árini vunnu FM. Í fjør var spæl­skipanin øðrvísi, og mín leik­lutur var ikki tann sami, sum hann hevði verið, og sum hann er í ár. Men tað hevði fyrst og fremst við tað at gera, at eg var skaða­plágaður mesta partin av árinum, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann útgreinar: -Eg var plágaður av bæði brotn­um rivjabeini og eymum lær­krika. Tað bar við sær, at venj­ingarstøðan var ikki, sum hon átti at verið. Í mínum aldri kennist tað beinanvegin á venjingarstøðuni, um tað ikki ber til at venja. Tá ið tú ert 33, skal tað meiri til, enn tá ið tú ert 27. Tað skal meiri til at vera heilt væl fyri, og tað er skjótari at missa. Eg eri greiður yvir, at tað kann fara at síggjast aftur, at eg nú í nakrar vikur verði noyddur at halda meg burtur frá venjing, men eg eri sinnaður at taka eitt rættiligt tørn. Víkingarnir halda frí í eina viku eftir síðsta bríksl ímóti TB seinna­partin leygardagin, og so fara teir undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu og stóru av­bjóð­ ing­ina ólavsøkuaftan í Gunda­ dali. Umframt Sølva Vatnhamar er tað lítið sannlíkt, at Andreas Lava Olsen verður tøkur í morg­in. Hann hevur ikki vant sein­ astu vikurnar. Nýggjur maður í Víkingi er Bogi Reinert Petersen, sum undan­farnu árini hevur spælt við barndómsfelagnum ÍF. Higar­ AB Ikki við: Leivur Holm Joensen (leikbann), Bárður Olsen (vøddaskaði, 1-2 vikur), Rógvi Poulsen (vøddaskaði, 1 vika), Jógvan Johannesson (knæið, langtíðarskaddur), Jobin Drangastein (fóturin, 2 vikur), Hørður Tórsson (økslin, 4 vikur) Ikki við: Andras Olsesn (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fóturin, langtíðarskaddur), Arnbjørn Hansen, vøddaskaði, nakrar vikur), Rói Zachariassen (lærkriki, nakrar vikur), Sveinur Lava Olsen (liðband, nakrar vikur. Ivasamur: Steffal Løkin Við aftur: Brynjar Hlöðversson og Andreas Breimyr. Nýggjur: René Shaki Joensen. LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR HB hevur styrkt seg við landsliðsspælara, sum eigur at fara at gera mun í strembanini at endurvinna FM og at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð í fimtan ár STJØRNAN HJÁ VÍKINGI HEVUR BROTIÐ SEG SUNDUR