Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juni 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. JUNI 2019 SOSIALURIN 73 31 til í ár hevur hann ikki vant og spælt, men nú fer hann at umboða Víking. -Vit hava ungar og evnaríkar spælarar á beinkinum, og teir hava staðið seg væl. Tað fer iva­ leyst at koma væl við at fáa ein aftrat, sum hevur fleiri royndir, og vit rokna við, at tað verður fongur í Boga Reinert Petersen, tá ið hann aftur verður í góðari venjing, sigur Sølvi Vatnhamar. Sjálvsálitið er í lagi TB hýrurin er góður, nú tvøra­menn fyrireika seg til stóru avbjóðingina í Gøtu. Á jóansøku eydnaðist tað at vinna 1-0 ímóti KÍ, sum fyrr í ár vann 7-0 á heima­ vølli ímóti TB. Víkingur vann í vár 2-1 í Trongisvági. Tvørámenn halda, at teir hava møguleika at megna eitt betri úrslit og harvið at hava stig suður aftur við sær í annað­ kvøld. Stefan Radosavljevic er tøkur aftur, og harvið er møguleiki fyri, at Ken Fagerberg og hann fyri fyrstu ferð fara at royna seg saman í fremstu røð. Hetta verður ivaleyst einasta ferðin, at teir báðir kunnu vera við til at manna TB álopið, tí Stefan verður eftir øllum at døma B36 spælari, tá ið hesin dysturin verður av. HB er heilt væl trimmað HB – AB: Kári J. á Høvdanum fríggjadagin kl. 18.30. Meistararnir í 2018 eru fimm stig frá toppinum. Eftir fjúrtanda um­far í fjør var HB topplið og fimm stig frammanfyri næsta av­bjóðaran, sum var KÍ. Kortini verður HB avgjørt roknað millum avbjóðararnar at vinna FM. Í hesi vikuni er René Shaki Joe­n­sen lagstur aftrat. Hann er førur fyri at røkja øll plássini á liðnum – eisini at verja málið – og aftrat honum er Brynjar Hlöðversson tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur síðani 12. mai. Tað ber við sær, at kappingin um plássini verður upp­aftur størri, enn hon longu er. 18. apríl endaði tað 4-3, tá ið HB hevði vitjan av AB. Argjamenn góvu favorittunum í Gundadali ein skarpan gang, og tað varð meiri spennandi, enn tey í HB ætlaðu, at tað skuldi verða. Tríggir av AB spælarunum, sum vóru við ta ferðina, eru skadd­ir. Teir eru Rógvi Poulsen, Bárð­ur Olsen og Hørður Tórsson, og so eru tað eisini aðrir á langa skaða­listanum á Argjum. Á heimavølli ímóti Víkingi var spælið ikki so nógv verri, enn tað var hjá vinnarunum, men AB tapti 3-0. -Eftir fjúrtan umfør í fjør høvdu vit skorað sjey mál. Nú hava vit skorað fjúrtan mál, og vit hava ikki mist mótið, sigur AB liðformaðurin Sørin Samuelsen. Tað stendur heilt nógv uppá spæl EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo fríggjadagin klokkan 19.00. Tað var ikki roknað við, at EB/ Streymur 18. apríl fór at vinna fulla úrtøku á Skála. Gestirnir fóru til hús við 2-1 sigri. Undan grannauppgerðini hevði Skála vunnið fulla úrtøku fýra ferðir á rað, meðan EB/Streymur bara vunnið ein av fimm dystum. Síðani tá hevur EB/Streymur vunnið tvey stig í átta dystum. Skála hevur vunnið trý stig í átta dystum, og Skála hevur tapt sjey tær seinastu ferðirnar. -Eg eri ikki nøgdur við mál­ leysa javnleikin síðsta sunnudag í Hólmanum ímóti ÍF, men eg var nøgdur við hugburðin hjá spælarunum. Megna teir tað sama ímóti Skála, so fara vit at vinna úrtøku, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen. Skála venjarin Eyðun Klak­ stein harmast 3-0 heimatapið ímóti HB, men hann heldur seg hava orsøk at rokna við úrtøku ímóti EB/Streymi. -Tað ljóðar undarligt at siga, at leikliga avrikið í nógvum førum var gott ímóti HB, men soleiðis var tað. Okkurt persónligt mis­ tak varð eirindarleyst sektað, og so undirstrika tølini, at vit hava trupulleikar at skora mál. Vit arbeiða miðvíst, og vit ætla okk­um at vinna stig á Eiði, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála. Ikki við: Søren B. Nielsen (fóturin, langtíðarskaddur), Edvin Jakobsen (knæið, 1-2 vikur), Haraldur R. Højgaard (leikbann, 4 gul kort) Við aftur: Stefan Radosavljevic (eftir leikbann). Ikki við: Poul Ingason (brotið armin, 4 vikur), Regin í Lágabø (knæið, langtíðarskaddur) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Andreas Lava Olsen (vøddaskaði) og Sølvi Vatnhamar (brotið armin) Nýggjur: Bogi Reinert Petersen TB KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 NSÍ 14 10 2 2 36 13 +23 32 2 KÍ 14 10 2 2 33 11 +22 32 3 Víkingur 14 10 2 2 32 16 +16 32 4 B36 14 10 1 3 23 13 +10 31 5 HB 14 8 3 3 33 17 +16 27 6 Skála 14 5 0 9 15 19 -4 15 7 TB 14 4 3 7 12 25 -13 15 8 EB/Streymur 14 2 2 10 16 36 -20 8 9 ÍF 14 1 2 11 10 34 -24 5 10 AB 14 1 1 12 14 40 -26 4