mánadagur 1. juli 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyingar verða mangan spei
riknir fyri allar tunlarnar, sum vit
hava bygt kring landið. Og tað kann
mangan tykjast sum stórlætisør
skapur, so bæriligar nógvar ætlanir
eru. Men tað eru tó tunlar, sum eru
neyðgir at gera – eitt dømi um tað
er tunnilin til Hvalbiar, sum fyrsta
skotið varð latið av hósdagin.
Samstundis er hetta fyrstu ferð,
at ein tunnil verður skiftur út við
ein nýggjan tunnil.
Tað er als einki at ivast í, at tað
var eitt risastórt framstig, tá Hval
biartunnilin var tikin í nýtslu í
1963 – sum landsins fyrsti tunnil.
Tunnilin til Sandvíkar kom nøkur
ár seinni – eftir at tunlarnir norður
um Fjall vóru gjørdir. Eisini teir
skulu skfitast út við nýggan tunnil
innan stutta tíð.
Samferðslukervið hevur so ó
metaliga stóran týdning fyri menn
ingina av samfelagnum. Tunlarnir
eru eitt, men vit hava eisini alt
veganetið í Føroyum, sum javnt og
samt er bygt út síðani fyrsti bilurin
kom til landið í 1922.
Nýggja tíðin setir nýggj og
strangari krøv. Tað sum var stórt
í 1963 í Hvalba verður roknað sum
lítið í dag. Men tey sum eru von at
koyra ígjøgnum góðu tunlarnar
á
meginlandinum
norðanfyri,
hveppa seg við, tá tey skulu ígjøgn
um trongu og vátu tunlarnar í
Suðuroy og á Borðoynni. Bara tað
at teir eru gjørdir í sekstiárinum
sigur okkum, at teir als ikki kunnu
brúkast í dag. Hyggið bara eftir
vegakervinum og hugsið so um,
hvussu støðan hevði verið, um til
dømis Havnin hevði sama vega
samband, sum var í 1963. Tá var tað
longsta strekkið, sum havnarfólk
kundu koyra, helst av Hvítanesi og
til Kirkjubýggjar. Eingin Oyggjar
vegur og eingin onnur farleið norð
ureftir.
Samferðslan skal mennast – og
nú lív er blást aftur í vónina hjá
fólki í eitt nú Fámjin, Dali, Tjørnu
vík og Gjógv – so kunnu vit rokna
við, at hesi tunlar verða heilt skjótir.
Farið er í gongd við Dalstunnilin, so
hini skulu nokk koma.
Men hvussu stórar og glasiligar
hesar verkætlanirnar eru, so klára
vit altíð at gera onkrar, sum eru
uppaftur størri og ógvusligari.
Suðuroyartunnlin er dømi um slíka
ætlan.
Vit eru helst øll samd um, at
hann kemur fyrr ella seinni. Spurn
ingurin er bara nær. Og so hvørt
sum tøknin mennist, so verður
helst lagaligari at gera slíkan tunnil.
Vit sum veljarar kunnu so bara
vóna og vænta, at so mikið av skili
er í, at tað ikki fer at standa á.
EIN NEYÐUG DAGFØRING
Fá kenna rættindini
tá flogfarið er seinkað
Tá tú hevur havt somu farleið
í 55 ár er neyðugt at endurnýggja
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fýra út av fimm í
kanning kenna ikki
rættin til endurgjald
av ferðaseðli eftir at
fimm tíma seinking
Um summarið eru vit meira á
flogi enn aðrar tíðir á árinum.
Men fá kenna síni rættindi,
um flogfarið er seinkað.
Tað skrivar Jyllands-Post
en.
Ein kanning frá Forbrug
errådet Tænk í Danmark vísir
sambært blaðnum til dømis,
at fýra út av fimm ikki vita, at
evropiskt flogfelag eftir fimm
tímar seinking skal bjóða ferð
afólkunum at fáa pengarnar
fyri ferðaseðilin aftur.
Fleiri enn helvtin av
teimum spurdu høvdu verið
seinkað í meira enn tveir
tímar ella høvdu upplivað,
at ferðin hevur verið avlýst.
Av teimum vóru bara fýra
prosent sum høvdu fingið
síni rættindi á skrift, meðan
40 prosent siga, at tey als ikki
høvdu fingið nakra kunning.
Harumframt kenna fleiri
tað soleiðis, at tað er trupult
at fáa endurgjald.
Soleiðis sigur bara hvør
fjórði, sum hevur kært til
eitt flogfelag, at tað var lætt,
tá tey skuldu seta seg í sam
band við flogfelagið.
Meginparurturin sigur, at
felagið als ikki vendir aftur
innan tveir mánaðir, at tey
máttu rykkja fleiri ferðir, ella
at tað var trupult at fáa út
goldið endurgjald.
Vibeke Myrtue Jensen, sum
ráðgevur innan umhvørvi og
flutning hjá Forbrugerrådet
Tænk, harmast. Hon sigur at
flogfeløgini hava skyldu til at
lata fólki rættindini á skrift, tá
flogfør verða avlýst, ella eru
seinkað longri enn tveir tímar.
Sum flogferðafólk í ES hev
ur tú fleiri góð rættindi, um tú
verður seinkað ella fært aðrar
trupulleikar á ferðini.
Men reglarnir eru fløktir,
og tú kanst ikki rokna við, at
øll flogferðafólk kenna hesar
reglar. Yvirskipað kunnu vit
siga, at flogfeløgini eru ov
vánalig at upplýsa um rætt
indini, sigur hon við Jyllands-
Posten.
/ritzau/
Tá eitt flogfar er seinkað í fleiri enn tveir tímar, hevur tú sum
ferðafólk krav upp á at fáa rættindini á skrift. Men í kann
ingini hjá Forbrugerrådet Tænk svara bara fýra prosent, at
tey hava finigð hesi rættindi
Tveir
bátar
syrgja fyri
dramatikki
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Gott
tónleik
atiltak í
Vágsbotni
Skjótt fer at bera til hjá ís
lendingum at fáa sær kyns
neutral eftirnøvn.
Siður er í Íslandi at nýta
gomlu eftirnavnaregluna,
sum vit eisini høvdu í
Føroyum, við pápa ella
mammu saman við sonur
ella dóttir – sum fortelur
okkum kynið.
Men ein lóg um kyn,
sum varð samtykt í síðstu
viku letur upp ein triðja
møguleika, tá tað snýr seg
um eftirnøvn.
Í staðin fyri at brúka
eina ending, sum vísir, um
tú ert dóttir ella sonur, so
letur lógin upp fyri at nýta
merkingina
»bur«,
sum
merkir barn.
Ein
persónur,
sum
hvørki heldur seg vera
mann ella kvinnu og harvið
ikki sum sonur ella dótt
ir nakran, kann velja sær
nýggja alternativið, um við
komandi er skrásettur sum
kvenn- ella kallkyn.
Lógin kann fáa stóran
týdning millum transper
sónar í Íslandi.
/ritzau/TT
Kynsneutral eftir
nøvn í Íslandi
Íslendska forsætisráðfrúan, Katrin Jakobsdóttir, hevur
kunnað um ein lóg, sum letur upp møguleikan fyri
kynsneutralum eftirnøvnum
Mynd: John Thys/Ritzau Scanpix
KAPPRÓÐUR SÍÐA 16-17