Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 TÍÐINDI Tað besta við Føroyum er - veðrið GESTSINS EYGA Suðuroyggin er eitt fantastiskt stað at ferðast, siga týsk hjún, sum eru útimennisku burtur av Áki Bertholdsen Tá ið tey skulu siga, hvat er tað besta við at vera í Føroyum, er svarið heldur óvanligt. –  Tað er veðrið, siga týsku hjún­ini, Nadja og wolfgang See­liger sum hava verið í Suð­ ur­oy og ferðast í nakrar dagar. Í summar hava tey verið í Føroyum og ferðast á fyrsta sinni. Eftir ein stuttan steðg norð­anfyri, meststum duttu tey umborð á Smyril og síðani brúktu tey alt tað, sum var eftir av føroyaferðin, í Suð­ur­ oy. Og hesa tíðina, tey vóru í Suð­uroy, ferðaðust tey alla oynna á tamb, men til gongu. – Tá ið vit komu til Føroya fóru vit fyrst til Gjáar. Men upp á eina lítla løtu høvdu fimm stórir bussar við ferða­ fólki verið í bygdini, so tað var einki fyri okkum, siga tey. Tey siga, at tískil tóku tey til rýmingar og í Havn sóu tey Smyril liggja við bryggju. Vit hildu, at Suðuroy kundu verið stuttlig at vitja, og so­leið­ is var tað, at vit endaðu í Suð­ ur­oynni, siga tey. Vilja hava albógvarúmd Tey bæði eru útimenniskju burt­ur av og hava fleiri ára roynd­ir at ganga í fjøllum og at klintra í bjørgum, eisini í Him­al­aya og Nepal. Men tað er ómetaliga dýrt og samstundis tekur tað einar tíggju dagar, bara at koma til fjøllini. Tískil er ein vanlig summar­ feria ov stutt til at fáa nakað burtur úr har um leiðir, eisini tí tað tað eru altíð onkrir dagar við ringum veðri. Tí siga tey, at tey hava tey hildið seg til smærri pláss hesi seinastu árini.   – Okkum dámar best at ferð­ast á plássum, sum ikki eru avtikin av ferðafólkum og tískil hava vit ferðast nógv í Noregi og Skotlandi. Men til Íslands tíma tey ikki, tí har er tey yvirfloymd av ferða­fólkum, og so er tað ræðu­liga dýrt í Íslandi eisini. – Vit vistu einki um Føroyar áðrenn, men ein dagin, vit sótu og hugdu í eitt kort, duttu eyg­ uni niður á Føroyar, og so hildu vit, at har kundi tað verið áhugvert at farið, siga tey. – Og vit hildu eisini, at hetta er í tøkum tíma, tí vit hava eisini lisið, at eisini tit eru við at verða yvirrend av ferða­fólk­ um. Og so dámar okkum væl veð­urlagið um hesar leiðirnar - og vit hava ikki angrað tað eina løtu, at vit komu til Før­ oy­ar, og serliga til Suðuroyar, leggja tey afturat. – Okkum dámar væl at liva okkum inn í náttúruna, at føla hana, at smakka hana og at fáa hana inn undir húðina, siga tey. – Okkara stóra frítíðarítriv er at vera uttandura, at uppliva náttúruna og fuglalívið, og at taka myndir. Og tískil gista tey eisini í tjaldi, tá ið tey eru í ferðast og hes­ar dagarnar, tey hava verið í Suðuroy, hava tey eisini ligið í tjaldi. Wolfgang dámar eisini at taka myndir, og hann tekur eisini ein hóp av náttúru­ mynd­ir, sum hann selur, og fer nakað burtur úr - men tað er bara frítíðarítriv. Einastandi Tey bæði eru samd um, at Suð­ ur­oyggin er eitt heilt eina­ standi stað at ferðast í, tí í roynd og veru gera fólk sjálvi av, hvussu langt tey ganga. –  Tað eru góðir vegir alla­ staðni, eisini til tey mest fjar­ skotn­astu plássini eru koyr­ andi eftir lutgalsliga góðum veg­um. So hava fólk ikki hug at ganga so langt, ber til at koyra langt og ganga stutt. Men vilja fólk heldur ganga langt, er bara at lata bilin standa, og so fara til gongu. Tí gjørdu tey av at brúka alla feriuna í Suðuroy og her hildu tey so til á kamping­ pláss­inum í Vági til tey fóru av land­inum aftur. Tað var við ringum tanna­ biti at tey fóru, men tey skuldu aft­ur til arbeiðs, so tað var eing­in vegur uttan um. –  Vit eru komin í samband við fólk, sum hava greitt okk­ um frá um søgu og fólk og nátt­úru og tað ger eina slíka ferð heilt øðrvísi enn tá ið vit bara ferðast einsamøll. – At koyra ígjøgnum nátt­úr­ una er sum at síggja hana í sjón­varpi. Tað, sum ger hana liv­andi, er, at tú tosar við fólk og hoyrir tey greiða frá, tí tá skil­ur tú náttúruna so nógv betri, siga tey. Dámar teimum lítið Tey halda lítið um, at tað skal kosta hjá vanligum ferða­fólk­ um at ferðast í náttúruni. Tey halda, at fólk eiga at hava frælsið at reika runt og teim­ um dámar ikki, at fólk skulu noyð­ast at rinda fyri at sleppa í nátt­úruna. Tey siga, at tað er ikki van­ ligt aðrastaðni, tó siga tey. at tað er hunda dýrt at sleppa í fjøll­ini í Himalaya. Hinvegin skilja tey trupul­ leik­an við hópferðavinnu, har stór­ir bussar koma til smá­ bygd­ir við ferðafólki allan dag­ in. – Bjóðar tú bussferðir, eggj­ ar tú til hópferðavinnu. Hin­ veg­in ræður tað um at gera sær greitt, hvat slag av ferða­ fólk­um, føroyingar vilja hava. Á summum smáplássum, sum eru í somu støðu, sum Føroya, lata tey rætt og slætt vera við at hava tænastur, sum eggja til hóp­ferðavinnu, halda tey. Hinvegin skilja tey heldur ikki at tað skal bera til hjá út­ lendsum ferðaskrivstovum at tjena pengar upp á at ferðast í Før­oyum. – Tá ið vit ferðast, leggja vit dent á, bara at brúka lokalar ferða­skrivstovur á staðnum, har vit fara at ferðast, siga tey. Upp á eina lítla løtu høvdu fimm stórir bussar við ferðafólki verið í bygdini, so tað var einki fyri okkum Hjúnini Nadja og wolfgang Seeliger eru her fyru fyrstu ferð, og tað hava tey ikki angrað eina løtu