mánadagur 1. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
TÍÐINDI
TVEIR VETRAR Gongst sum ætlað,
verður tað bara tveir vetrar afturat,
at bilførarar noyðast í fjøllini
Áki Bertholden
Nýggi Hvalbiartunnilin skal
vera liðugur á heysti í 2021.
Tað er máli hjá Jón Sigurds
son, stjóra í Articon.
Seinnapartin hósdagin varð
fyrsta
skotið
fyri
Nýggja
Hvalbiartunlinum latið av og
sostatt hava tey í Norðaru
helvt í Suðuroy tikið eitt risa
fet inn í framtíðina, sum tikið
varð til á hátíðarhaldinum í tí
sambandinum.
Tað er byggifelagið, Articon,
sum skal gera tunnilin og upp
runaliga var ætlanin at hann
skuldi verða liðugur at taka í
brúk í januar í 2022.
Men Jón Sigurdsson sigur,
at gongst alt væl í hond,
verður
tunnilin
liðugur
á
heysti í 2021.
Hann sigur, at farið verður
undir boringina í august og so
er ætlanin at arbeiða uttan
íhald til tunnilin er liðugur.
Tað tekur umleið eitt ár at
spreingja tunnilin ígjøgnum,
og so tekur tað eitt ár afturat
at gera hann kláran at taka í
brúk.
Sostatt er ætlanin, at vetur
in, sum skjótt stendur fyri dur
um aftur, verður næstseinasti
veturin, bilførarar skulu vera
noyddir upp í fjøllini fyri at
koyra ímillum bygdirnar í
norðaru
helvt
í
Suðuroy,
Hvalba og Sandvík, og bygdir
nar sunnanfyri.
Nýggi
Hvalbiartunnilin
liggur nevniliga nógv longri
niðri í dalinum enn núverandi
tunnil er, og tað sama er
galdandi fyri tunnilismunnan
trongisvágsmegin.
Sostatt
verður
koyrandi
meststum
eftir sløttum úr Hvalba til
Trongisvágs.
Jón Sigurdsson sigur, at eini
40 fólk verða knýtt at ar
beiðnum at gera tunnilin, so
tað fer at síggjast aftur í bygd
ini.
Tað fer eisini at hoyrast, tá
ið sprongt verður, í hvussu so
er til tey eru komin inn í fjallið.
Hann sigur, at eftir ætlan
verða trý skot skotin um sam
døgurið.
Eitt risafet
Á ein hátt er hetta eisini eitt
nýtt kapittul í okkara sam
ferðslusøgu, sum nú verður
skrivað, tí nú eru vit ikki bara
farin at gera tunlar til bygdir,
sum ongan tunnil høvdu. Nú
eru vit nevniliga eisini farin at
gera nýggjar tunlar til bygdir,
sum hava ótíðarhóskandi tunl
ar.
Hvalbiartunnilin
verður
tann fyrsti og politiska avtalan
er, at síðani standa tunlarnir
Norður um Fjall fyri tørni.
Og tað vóru eisini meiri enn
ein av røðarunum, sum førdu
fram, at hetta er eitt risa fet
inn í framtíðina.
Núverandi hvalbiartunnilin
var eitt øgiligt frambrot tá ið
hann varð tikin í brúk í 1963,
sum tann fyrsti tunnilin í
landinum.
Men síðani er tíðin langt
síðani farin frá honum tí hann
er so smalur og lágur, at last
bilar og bussar í vanligari
stødd, sleppa ikki ígjøgnum
hann.
Tað hevur verið ein stórur
trupulleiki hjá vinnulívi og
ferðavinnu í norðara parti í
Suðuroy, tí framburðurin hev
ur langt síðani yvirhálað hann.
Men
samstundis
verður
tunnilin eitt neyðugt lið í sam
ferðsluni, tá ið undirsjóvar
tunnil er gjørdur til Suður
oynna
Heðin Mortensen, lands
stýrismaður í samferðslumál
um,
sigur,
at
Suðuroyartunnilin skal koma
upp í Sandvík og tá skal eisini
nýggjur tunnil gerast ímillum
Hvalba og Sandvík.
– Í samferðsluhøpi standa
sostatt nøkur sera spennandi
ár fyri framman hjá suðuroy
ingum og tá ið komið er á mál,
er lætt og ómakaleyst at ferð
ast runt Føroya syðstu oyggj.
Knýta Suðuroynna saman
Kristin Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri, vísti á, at sam
starvið ímillum grannabygdir
nar Tvøroyri og Hvalba, hevur
altíð verið fyrimyndarligt á
øllum økjum, og hann vónar at
nýggi tunnilin fer at knýta
bygdirnar enn tættari saman.
– Í Hvalba er eitt ríkt og
sterkt vinnulív, sum er í tøtt
um samstarvi við vinnulívs
mennirnar á Delta á Tvøroyri
og tað fer at fáa stóra gleðið av
nýggja tunlinum.
Janus
Thomsen,
borgar
stjóri í Hvalba vísti, at tá ið nú
verandi tunnil kom var tað ein
kollvelting
fyri
Hvalbiar
Kommunu, og førdi heilt aðrar
vinnuligar møguleikar við sær.
Hann staðfesti, at nógv
virksemi hevur verið í Hvalba
og útflutningur fyri hundrað
tals
milliónir
eru
førdar
ígjøgnum Hvalbiartunnilin.
Hann vónar eisini, at nýggi
tunnilin verður við til at binda
alla Suðuroynna saman, um
framt at geva teimum í Hvalbi
Vilja verða liðug eitt h