mánadagur 1. juli 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
TÍÐINDI
øllum førum einki minkað her
heima, tí teirra framførsla var
uttan iva hæddarpunktið á
ársins Voxbotn - í øllum førum
framman fyri pallinum.
Bæði løgreglan og samaritt
arnir boðaðu frá í gjár, at ong
antíð fyrr hevur verið so nógv
at gjørt við at taka sær av
dýrandi fullum ungdómi. Hví
so nógv full ung fólk vóru at
síggja júst hesaferð er kann
bara gitast um, men neyvan
hava tey havt drekkilsi við inn
á økið sjálvi. Eftirlitið við inn
gongdirnar var so strangt, at
einaferð taldi eg sjey vaktir, ið
stóðu á rað at kanna bæði
taskur, lummar og onnur op,
har ein lummfløska ella ein øl
hevði passað í. Tað var sum at
koyra ígjøgnum eitt bilvask
við sjey settum av bustum,
men ivaleyst var hetta gjørt
fyri at fáa fólk gjøgnum inn
gongina skjótast gjørligt.
Tíðin kom til Lost Frequen
cies á stóra Power pallinum á
midnátt, og tá gjørdist alt eitt
sindur antiklimaktiskt. Hædd
arpunktið
undir
konsertini
var, at onkur var klatraður
upp í ein lyklapela og stóð har
og dansaði, meðan ein vaktur
av øllum alvi royndi at klatra
upp eftir honum. Maðurin
gjørdi tíbetur av at koma niður
aftur.
Eftir at hava lurtað og
sungið við til Voxbotn All
Stars, ið áttu lítlu pall beint
framman undan Lost Fre
quencies, var annars upplagt
at fáa gongd í festina aftur,
men konsertin kendist meira
sum DJ show í Badmintonhøll
ini anno 1999 enn nakað annað.
Gamaní, fólk nikkaðu til tað
kendasta, og summar av sam
plingunum
fingu
fólk
at
syngja við, men Felix de Laet,
sum er maðurin handan Lost
Frequencies,
fekk
ongantíð
rættiliga fatur í fjøldini, og úrs
litið var hareftir.
Hinvegin vóru tey í VSJ
uppløgd til eina knasandi kon
sert, og Voxbotn fyrireikarar
nir tóku uttan iva røttu avgerð
at lata tey seta punktum fyri
kvøldið.
Sirmið bleiv stundum til
regn út á náttina, men glaði og
lívsjáttandi
elektropoppurin
úr Eysturoy setti futt í áskoð
arafjøldina, og tá endað varð
við landapláguni "Something
Magical", dandaði og neva
pumpaði
allur
Vágsbotnur
sum hann var.
Samanumtikið kann ikki
sigast annað, enn at talan
gjørdist um eitt heilt væl
eydnað tiltak, og spennandi
verður at síggja, hvørjum borð
reitt verður við í 2020.